Á tíðindafundi í Sandefjord í kvøld kom fram, at løgreglan enn ikki hevur tikið brotsmannin og ynskir framvegis, at fólk, sum halda seg vita okkurt, venda sær til teirra. Klokkan 18 norska tíð í kvøld var tíðindafundur um skottilburðirnar í Sandefjord í Noreg fyrrapartin í dag, har ein maður í sekstiárunum skeyt trý fólk, eina kvinnu og tveir menn.
Á tíðindafundinum upplýsti løgreglan, at kvinnan, sum er 46 ára gomul, er í lívsvanda.
Maður hennara (46) er annar, ið eisini er skotin, og síðan er ein annar maður, sum er 44 ár.
Øll trý hoyra ? sambært norskum fjølmiðlum ? til rúsevnisumhvørvi í Badeparkini í Sandefjord.
Kvinnan er til viðgerðar á universitetssjúkrahúsinum í Ullevål og er í lívsvanda. Maður hennara er eftir hvat skilst ikki í lívsvanda, men hin maður, sum eisini varð skotin, er álvarsliga meiðslaður av skotinum.
Á tíðindafundinum í kvøld kom fram, at løgreglan enn ikki hevur tikið brotsmannin og ynskir framvegis, at fólk, sum halda seg vita okkurt, venda sær til teirra við upplýsingum.
Løgreglan vildi á tíðindafundinum ikki upplýsa, hvussu nógv skot vórðu latin av móti teimum trimum fólkunum, sum lógu eftir á fyrrapartin í dag.
Sambært løgregluni er eingin av teimum trimum deyður, tó at kvinnan er í lívsvanda, og annar maðurin er álvarsliga meiðslaður.