Legur fyri brekað og avvarðandi í Nesvík

.

Aftur í ár verður skipa fyri tveimum legum fyri brekað og avvarðandi teirra í Leguhúsinum í Nesvík.

Hetta er 4. árið, ið skipað verður fyri slíkum legum, og hava tær verið væl vitjaðar tey undanfarnu árini.

Á skránni verður møguleiki at ríða, gera eitthvørt ítriv og lurta eftir fyrilestri.

Ymiskt annað verður eisini á skránni. Dentur verður lagdur á, at øll skulu kenna seg væl og hava tað hugnaligt saman.

Sum nakað nýtt verður í ár eisini møguleiki at svimja, tað er ikki roynt áður, men vónandi verður undirtøkan góð eisini til tað.

Ein stórur partur av skránni er sjálvandi, at boðskapurin um Jesus verður boðaður, vit hava morgun og kvøldandaktir og á hvørjum ári hevur gudstænasta við flonellograf verið í Leguhúsinum. Hetta verður gjørt fyri at øll kunnu verða við, og fáa nakað burturúr, uttan mun til hvat brek tey hava. Legurnar verða 19.-21. sept. og 26.-28. sept.

Tilmelding fer fram á tlf. 15339, 14464 ella 21061 í seinasta lagi 14. sept.

Kostnaður: Vaksin 150 kr., børn 5-14 ár 75 kr. og børn 0-4 ár ókeypis.

Vónandi verður undirtøkan góð til legurnar eisini í ár.