Upsi er vorðin virðismikil fiskur. Tað er ikki nú sum fyrr, at lítið fæst fyri hetta fiskaslag. Tá prísurin á upsa er góður, og prísurin á hýsu er lágur, er prísmunurin á hesum báðum fiskasløgum ikki tann stóri. Besti upsaprísur, sum skipini røkka, man tátta í einar 12 krónur fyri kilo, og tá er lítil munur upp til prísirnar á hýsu og toski 4 og 5.
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at upsastovnurin er rímiliga væl fyri, tó at stovnsmetingarnar vóru heldur lægri í fjør enn fyrraárið.
Hann vísir á, at tað er gott tekin, tá nógv er til av smáum fiski í einum fiskastovni, og soleiðis er eisini, nú nógvur smáupsi er á havleiðunum.
- Nú vita vit ikki enn, hvat stovnsmetingarnar fyri upsa fara at siga fyri árið, sum vit eru í, men hesar verða gjørdar nú til várs.
Eilif Gaard heldur, at tað sjálvandi er spell, at so nógvur smáupsi verður veiddur, men hann fegnast um, at útlitini hjá upsastovninum eru rímiliga góð, sum tey eisini hava verið seinnu árini.
Stjórin á Havstovuni vísir á, at upsi ferðast nógv, og hann ferðast bæði uppi og niðri í sjónum.
- Men tær ábendingar, sum vit hava, siga, at upsastovnurin er rímiliga væl fyri, endurtekur Eilif Gaard.
Myndina eigur Fiskiveiðieftirlitið.