Úr holuni tveir mánaðir eftir líradag

Líradagur er 26. august. Tá plagdu menn at draga líra. Í kvøld, tá lírin á myndini varð tikin, er 26. oktober.

Freistandi er at spyrja, hvat fuglafrøðin man siga um, at lírin er so seinur á flog, sum líkt er til, at hann hevur verið í heyst.

 

Líradagur er 26. august. Tá plagdu menn at draga líra. Nakrar dagar út í september plagdu teir at taka líra við lykt í myrkri. 

 

Líri, sum verður tikin við lykt, er fuglur, sum kemur út úr holu síni, tá kvøldið kemur, tí nú nærkast tíðin at flúgva úr reiðrinum.

 

Líkt er til, at skrápurin antin hevur vorpið seint í ár - ella, at ungin er seint vorðin búgvin.

 

Og tó. Fuglurin tykist ikki vera rak. Tað er neyvan tí, at hann er so seinur. 

 

Í kvøld, tá undirritaði koyrdi niðan móti handlinum Lonini í Skopun, sat hesin lírin undir einari gøtulykt á vegnum.

 

Fuglafrøðin hevði ivaleyst hildið, at tað er undantak, at onkur líri er so seinur avstað, nú vit eru í endanum av oktober.

 

Men, so er ikki. Lírin í kvøld er einki undantak. So seint sum 2. oktober tók undirritaði sjey lírar undir gøtulyktum á Sandi - og 19. oktober varð eisini ein líri tikin.

 

Og nú í kvøld - júst tveir mánaðir eftir líradag - varð hesin lírin tikin í Skopun.