hjá ungdóminum og at tey fáa givið teimum ungu eitt hús at vera í um kvøldarnar. Tá ið tey tosa um framtíðaravbjóðingar, hugsa tey eisini um at skapa meiri virksemið í Vági og tískil fylgja tey ógvuliga væl [...] og so mugu vit taka tað málið upp. Tey duga ikki at siga nú, hvat so skal henda. Men áður, tá ið virkið stóð stilt í langa tíð, var tað upp á tal at uppsiga leigusáttmálan um grundstykki, virkið stendur [...] samráðast um at leggja saman. - Fyrrenn vit vita, hvørji málsøki skulu flytast til kommunurnar at umsita, ber illa til hjá kommununum at samráðast um samanlegging, tí fyrsta fortreytin fyri at semjast um ein
atkvøðum. Hesa ferð fekk Jóannes Patursson 488, meðan mótvalevnið fekk J. H. Schrøter 478, so her reið tað um snarið. Søndag 30. var der nogen og 30 Sudringer paa Udflugt her i Thorshavn med Dampskibet Smiril [...] seinasta, sum hann annars skrivaði, var í august. Men eftir hann liggur henda einastandandi frásøgn um, hvussu ein drongur upplivir Havnina fyri meira enn 100 árum síðani. Petur skrivaði nógv seinni, [...] _______ Hans Andrias og Áarstova Her skal endurgevast nakað av tí, sum Petur Alberg skrivar í 1923 um vinmannin Hans Andrias Djurhuus, og tíðin, hann lýsir, er nakað tann sama sum dagbókin Sunnanfyri
-stjóranum at leypa varg í politiska landslagið við hóttan-um um at taka tíðinda- og ítrótta-partin úr Sjónvarpinum, er orðið eisini væl hóskandi at seta. Tí hví skal Kringvarpið fram um aðrar almennar [...] seinasta starvssetanin leggur í øllum førum upp til, at almenni stovnurin við inntøkum oman fyri tær 60 milliónirnar um árið, nú vil út í knallharða kapping um lýsingamarknaðin. Í breiðu semjuni, sum liggur [...] an. Ein mannagongd, sum kundi týtt upp á vánaliga leiðslu, ella kanska tænir hetta eini heilt aðrari dagsskrá. Tillaga útreiðslurnar At tað kann kosta starvsfólk, um játtanin ikki røkkur, eigur sum so
Gamla Apoteki og tosaðu um júst kjarnina í fólkaræðinum. Har vit komu ásamt um, at fólkaræði snýr seg ikki bert um, at meirilutin ræður, sum so ofta verður framhildið. Men hinvegin um at tryggja rættindini [...] og so knappliga leypa sjóleysur upp, um onkur sat við borðið og segði okkurt, sum tú helt vera burtur úr vón og viti. Og skjótt komu vit eftir, at tú reageraði hart, tá talan var um órættvísi, hykl ella [...] har tú hevur myndað føroyskan ítróttarpolitikk í eitt heilt ættarlið. Og við bókaútgávum um fótbóltslandsliðið og um ítrótt, sum ikki eru tiknar í dygd. Altíð frælsur í tínum virksemi og í tíni skriving.
Hvør familja hevur sínar serligu siðir rundan um jólamáltíðina. Jóladøgurðin er hjá nógvum kanska einasta máltíðin í árinum, har øll familjan er samlað um borðið í frið og náðum. Ymiskt er hvat føroyingar [...] – ið eru hugleiðingar um at royna at slakna seg, tá ið man er farin uppum tey tretivu og hevur ognað sær eitt realkredittlán, er kortini rættiliga undirhaldandi jólalesnaður um hvat man kann vænta sær [...] Meira um hetta í Bókaummælinum. Nær hava tit seinast upplivað flambering við borðið á matstovu í Føroyum? Sjálvur kann eg ikki minnast tað síðan hin karismatiski Dánjal Rein helt hoff á Hotel Borg í 80’unum
statin um ár 1800 og bøtti munandi um vitarnar í Danmark. Tí hevur skipið fingið navn eftir honum.” Abbin John veit eisini ein hóp um ætt, og hevur hann tíbetur skrivað nógv av hesum niður. Um abban og [...] fara nakrir menn við norskum ella enskum sluppum. Summir av teimum fylgdu við skipunum og fóru í langfarasigling, og var Johannes ein av teimum. Í 11 ár ferðaðist hann um øll lond og allar heimspartar [...] ka tvørtur um Atlantshavið, suður um Afrika, tvørtur um Indiska havið til Australia. Hendan ferðin vardi fýra mánaðir, og ongantíð høvdu teir samband við land. Haðani gekk leiðin tvørtur um Stillahavið
aftaná sær. Á fótunum vóru sjálvsagt húðaklossur. Ja, so gingu árini. Um summarið á sandinum, í ánni, uppi í mylluhavanum og aðrastaðni. Um veturin inni, oftast í Geil, har vit skutu við boga eftir papírssoldatum [...] Tá sólin skein vóru við ofta yviri á Penaplássi (yviri við Strond) og sigldu við smáum bátum. Har lá “Kronborg” mitt úti í hylinum sum ein festningur, sum bátarnir máttu skýggja at koma nær, tí so [...] m var so komin ásamt við kommandantin. Kanska hann hevði “stungið” honum nakrar gullpengar fyri at sleppa leysur. Ája, Kronborg var bara ein tríkantaður steinur (o.u. ½ alin í hvønn kant), ið lá miðskeiðis
støðu. Men spurningurin er, hvat teir kunnu krevja av glaðum amatørum. Teir droyma um at spæla saman við Højsted, á Borg og Matras. Hóast tað ikki er gjørligt í løtuni, spæla teir framvegis fyri B36. Teir [...] spæla fyri. Byrjaði við GÍ Fótbóltsglaðu vinmenninir hugsaðu leingi um at seta á stovn nýtt fótbóltsfelag. Í summar tóku teir seg um reiggj og sett á stovn B36 Budapest, har eitt av høvuðsendamálunum er [...] vísa øðrum hetta fantastiska landið. Vit droyma allir um einaferð at spæla í orginalu B36-troyggjuni, og vilja gera alt fyri at lyfta okkara felag upp á fótbóltstindin. Men tað verður helst ikki í bræði
seinni sóu fólk logar av eldi og svørtum royki standa upp úr skóginum, upp móti himmalinum. Hví hon og ikki eg? - Størsti skelkurin var at fáa deyðsboðini um Guðruna á sjúkrahúsinum. Eg breyt fullkomiliga saman [...] fyrstu ferð Maibritt flýgur upp á Stord, so hon veit ikki, hvussu lendingin eigur at vera, og dugur heldur ikki at ímynda sær landslagið uttanfyri. Tí letst hon í fyrsta umfari ikki um vón, tá flogfarið við [...] at fáa hina hurðina upp. Eina løtu bíðar hon eftir, at flogskiparin skal rópa “evakuer”, men tá ongi boð koma, tekur hon eina skjóta avgerð og gloppar hurðini. Men hon fæst illa upp, tí logandi brennievni
at koma upp hagar. Men fyri nøkrum árum síðani vóru tveir tyrluskiparar, sum arbeiddu nærindis Kitilope, sum vildu troðsa hesi boðini, hóast eingin hevði loyvi til at fara upp hagar. Teir fóru upp við tyrluni [...] er enn, men arbeitt verður við tí. Indianararnir hava ymisk rættindini fram um “hvítu” fólkini, millum annað tá talan er um veiðurrættindi. Vit fingu høvi til at vitja ein kendan indianskan listarmann [...] enntá uttan at fáa nakað endurgjald. Tað er annars gjørdur ein filmur um Kitlope, har James Robertson medvirkar, og har hann fegnast um at hansara “barndómsdalur” verður varðveittur fyri eftirtíðina. Mentan