Indianarahøvdingi tosar við djórini

Ferðafrásøgn

Hetta er ein einastandandi frásøgn hjá einum indianskum høvdinga í Kanada. Í dag livir hann, sum indianarar liva í dag, í einum framkomnum samfelag. Men hann kann greiða okkum frá síni upprunamentan, sum vit onnur lítið og einki vita um

 

 

Tveir av teimum nógvu føroyingum, sum hava verið góð umboð fyri Føroyar úti í heimi, eru hjúnini Jytte, ættað úr Kollafirði, og Anfinn Mikkelsen, ættaður úr Lorvík, men við foreldrum úr Gøtu.

Fyrstu ferð eg kom í samband við ættina var í 1994, tá ið eg luttók í einum altjóða fiskivinnufundi í Kanada. Tá vísti tað seg, at eg var fermenningur við eitt av canadisku umboðunum, og vit vóru ættaðir úr sama túni í Norðragøtu. So lítil kann verðin vera. Hetta var Jón sonur teirra. Jytte og Annfinnur komu sum ung til Kanada, har tey búsettust í Kitimat, sum liggur á vesturstrondini á Kanada nakað mitt ímillum markið til USA og Alaska. Her kom Anfinn at arbeiða sum verkfrøðingur á eini aluminiumsverksmiðju, har hann gjørdist ein av fremstu leiðarunum.

Vit komu at hava samskifti okkara millum, og í 2003 lá tað so væl fyri, at eg kundi fara at vitja Jytte og Anfinn í Kitimat í einar tveir dagar. Hetta var ein minnilig vitjan, har Annfinn nýtti tíðina væl og virðiliga at vísa mær økið. Millum annað vóru vit í fiskivinnubýnum Prince Rupert. Tað vóru fleiri áhugaverdar frásagnir í FF-blaðnum frá hesi ferðini.

Tað mest forkunnuga var tó møguleikin at kunna seg um indianska umhvørvið í hesum øki. Her vóru vit á vitjan í Kitamaat, sum lá hinumegin fjørðin. Frástøðan var einar 10-15 km. Annfinn hevði dugað væl at fáa sær samband við indiansku upprunafólkini, og hetta kom eisini mær til góðar á hesi ferðini.

Bert í British Columbia, vestasta landspartinum í Kanada, búgva 54 indianarastammur og nógvar tosa hvør sítt mál. Indianararnir eru nú savnaðir í serligar eindir, og Kitamaat er ein teirra. Her búgva 2-3.000 fólk, og nógv verður gjørt fyri at varðveita teirra serligu eyðkenni. Í býnum búgva tvær stammur, hvørs mál eru so ymisk sum danskt og føroyskt. Men knípur verður farið til enskt, sum øll duga. Hetta skapar so eisini tann trupulleika, at yngru ættarliðini tíma illa at læra seg fedranna mál, tá ið tey klára seg eins væl uttan. Ein annar trupulleiki er eisini, at einki skriftmál er enn, men arbeitt verður við tí.

Indianararnir hava ymisk rættindini fram um “hvítu” fólkini, millum annað tá talan er um veiðurrættindi.

Vit fingu høvi til at vitja ein kendan indianskan listarmann Sammy Robertson. Hann er so víðagitin, at kundar koma við privarflogfari at keypa hansara list. Hann er føddur í Kitamat og hevur dugað væl at sita undir, tá ið tey gomlu hava greitt frá. Hann fór tí undir at umskapa gamlar sagnir til list. Hetta dugur hann væl sum onkur av myndunum í hesi grein eisini vísir.

Anfinn letur annars væl at indianarunum sum arbeiðsfólk. Varð víst teimum álit, vísti tey álit aftur. Jón, sonur Anfinn, segði, at teir ofta eisini høvdu serligt hegni at fáast við teldur.

 

Vitjan hjá indianarahøvdingi

 

Í Kitamaat hittu vit báðir Anfinn eisini ein av teimum leiðandi hjá indianarunum, tann um 80 ára gamla James Robertson. Hansara heiti millum hansara fólk er ”the elder” og kann í okkara málnýtslu týðast til høvding. Hetta er eitt heiti, sum er arvað, og sum tí ikki gevur beinleiðis vald. Men tað skapar virðing og tign, og her er talan um mann við nógvum og drúgvum lívsroyndum. Og at James føldi ábyrgd sæst av, at hann javnan tók til ”my people”, “mítt fólk,” táið hann greiddi frá.

Tað var eitt serligt upplivilsi at práta við ein slíkan persón, hvørs uppruni er so sera nógv øðrvísi enn okkara.

Tað fyrsta sum James gjørdi, var at vísa okkum sína indianaradrakt. Tað týdningarmesta er, hvussu hon sær út aftani frá. Her er mynd av mastrahvali (killer whale), og hetta merkir, at James hoyrir til ”mastrahval–klanina” í indianarasamanhangi. Frammanfyri á draktini var eitt tekn, sum vísti, hvussu maðurin eitur.

Indianaranavnið hjá James er ”Wachmaldam”, sum merkir: ” Maðurin, ið hevur virðing fyri djórunum, og sum hevur evni til at samskifta vit tey,” og tað var júst hetta sum var tað mest sermerkta við James.

Frammanfyri á draktini var eisini tekn, sum ímyndaði ein frosk, og vísti hetta, at fyri indianararnar var froskurin eitt týdningarmikið djór, sum eisini kundi hjálpa teimum at verja teir móti komandi vandum.

James Robertson er av Kitlope ættarfólkinum. Staðið liggur í botninum á einum fjørði einar 60 fjórðingar sunnanfyri Kitimat. Tey vóru eini 200 fólk, sum búðu her. Men fyri umleið 50 árum síðani, varð ættin flutt til Kitimat, har ”Haisla” ein onnur indianaraætt býr. Orsøkin til flytingina man hava verið tann sama, sum í Grønlandi. Landið er so stórt, at tað ber illa til at hava nøkur fá fólk búgvandi so oyðið, sum her var talan um.

Tískil hava hesar ”Haisla” og ”Kitlope” ættirnar búð saman í nógv ár. Fólkið skilir hvørt annað, og ger hetta samskiftið millum ættirnar so mikið lættari.

 

Kitlope umhvørvið

 

Fyrst er at siga, at indianarar hava búð á hesum økjum í eini 8-12.000 ár, so tað er ikki av ongum, at almenna heitið á indianarum í Kanada er ”First Nation People”.

Kitlope skógarøkið er rættuliga stórt, umleið 3.000 ferkilometrar ella gott tvær ferðir allar Føroyar. Økið er náttúruvakurt við millum øðrum stórum fossum og tí 10 km langa Kitlope vatninum, har tað er ein hópur av kópi og ríkum djóra- og plantulívi. Men serliga er nógvur skógur her, og hildið verður, at trøini eru upp til 800 ára gomul.

Økið er mett av náttúrufrøðingum at vera tann størsta urskógin av hesum slag í heiminum, sum framvegis er varðveitt óspilt av mannahond. Tískil er hetta økið sera virðismikið fyri náttúrufrøðingar úr ymsum londum, sum koma higar at granska djóra- og plantulívið. Vegna serligu umstøðurnar, kunnu tær stóru grizzly bjarnirnar liva her. Tað hevur seinastu árini verið roynt í samstarvi við UNESCO at fáa økið friðað sum náttúrupark, sum skal varðveitast ónomið. Tískil er økið eitt sera væl umtókt mál fyri ferðafólk, har tey kunnu síggja hesa stórslignu, óspiltu náttúruna.

At tað eydnaðist fáa fáa Kilope friðað, er ein áhugaverd søga. Ein av teimum stóru timburfyritøkunum í Kanada, West Fraser, hevði fingið loyvi frá myndugleikunum til at fáa sær timburvinnu í økinum. Hetta er ein vinna, sum er sera oyðandi fyri umhvørvið. Tískil fór ein rørsla í gongd, hetta var í 1980-unum, sum vildi varðveita økið órørt. Tað sjáldsama hendi, at fyritøkan sjálvboðin segði rættin frá sær til virksemi og tað enntá uttan at fáa nakað endurgjald.

Tað er annars gjørdur ein filmur um Kitlope, har James Robertson medvirkar, og har hann fegnast um at hansara “barndómsdalur” verður varðveittur fyri eftirtíðina.

 

Mentan og laksur

 

Tað, sum James hevði bestan hug at greiða frá, var um sína upprunamentan heima í Kitlope. Tað er óneyðugt at siga, at tað ikki er á hvørjum degi, at slíkt er føroyingi ella føroyskum blaði beskorið, so vit vildu fegin frætta so nógv, sum tíðin loyvdi tí. Og tað sum vit ikki náddu á staðnum útvegaði Anfinn Mikkelsen seinni.

Hann kennir serliga væl James, og hesin kennskapur kemur nú okkara lesarum til góðar.

Laksur hevði ein sera stóran týdning fyri fólkið á leiðini. Fyri indianarar var hann, umframt føði, ein týðandi partur av teirra mentan. James greiddi fyrst frá um ”the first salmon”, t.v.s. fyrsta laksin í árinum, sum kemur niðan í áirnar. Laksurin er ein sera týdningarmikil føðikelda hjá indianarum, kanska nakað sum grindin hjá okkum. Tí var tað ein serlig hátíð, tá ið laksurin kom á fyrsta sinni á árinum. Tí skuldi laksurin eisini móttakast við teirri tign, hann hevði uppiborið.

Millum annað skuldu tey ungu við “first salmon” nýta høvi at læra at hagreiða laksin, og hetta hevði jú avgerandi týdning fyri tey ungu at duga sum frá leið.

Tað fyrsta, sum varð gjørt í samband við komuna av laksinum, var at takka tann himmalska skaparan fyri, at laksurin var afturkomin. Høvdingurin bað síðan eina bøn í hvørja ætt: Til himmalska faðirin í eystri, til sonin í suðuri, til heilaga andan í vestri og til umhvørvið, ella Móður Náttúru, í norðri.

Táið hetta var gjørt, varð vatnið ella áin roknað at vera reinsað, og laksurin kundi ótarnaður fara tann seinasta teinin, tveir fjórðingar, niðan í Kitlopevatnið at gýta.

Hetta var eisini nakað sum lønti seg aftur. James segði frá abba sínum Gordon, at laksurin takkaði abba hansara fyri, at ferðin hjá honum harvið gjørdist lættari. Sum kunnugt doyr laksurin eftir, at hann hevur gýtt. Men frásøgnin er, at laksurin fyri hjálpina lovaði at “tit skulu fáa okkara kroppar afturfyri”. Teir kundu so koma fólkinum til nyttu.

 

Strong revsing fyri bannaða veiðu

 

Skipað varð eisini fyri vælkomstdansi fyri laksinum, har Gud eisini varð prísaður fyri gávuna.

Næsta morgun hittist fólkið aftur. Og vatnið, haðani laksurin kom, varð ímyndarliga býtt í fýra partar, ein fyri hvønn av klanunum sum eru: 1. bevari, 2. ørn 3. mastrarhvalur og 4. ravnur.

Hetta varð hátíðarliga gjørt av høvdinginum. Hann skar hjartað úr tí fyrsta laksinum í fýra partar, eitt fyri hvønn klanin. Síðan rópti hann navnið á hvørjum klani upp, samstundis sum hann kastaði eitt petti av hjartanum í tann partin av vatninum, har hvør klanur fekk loyvi til at fiska, tá ið laksurin var liðugur at gýta.

Um nakar fór at fiska, áðrenn laksurin er liðugur at gýta, varð hann og familjan rikin út í skógin, og har máttu tey bjarga sær sjálvum í eitt heilt ár, áðrenn tey aftur sluppu at liva í Kitlope.

Sum skilst, hava tey verið nógv frammanfyri tey flestu í stovnsrøkt! Revsingin skuldi nokk fáa ein og hvønn at halda sær í skinninum.

 

 

Fiskurin oolichan kann nýtast til alt

 

Eins og laksur hevur stóran týdning, er tað sama galdandi fyri fiskaslagið, sum eitur oolichan. Hetta er ein smáfiskur, sum hevur serligan týdning fyri indianararnar. Hann kemur niðan í áirnar í mars mánaði. Hann er nakað sum smásild til støddar. Hesin fiskur er sera feitur, hevur onga roðslu og er lættur at veiða við glúpi ella enntá við berum hondum. Fiskurin kemur uttan ávaring, og fitin er bestur teir fyrstu 5-dagarnar, og tí verður hugt væl eftir nær hann kemur. Tá oolichan fyrst er komin í eina á, vita tey, at eina viku eftir kemur hann í eina aðra á, og síðan aftur eina viku seinni í triðju ánna. Tað ræður um hjá hvørji familju at bjarga sær og sínum nóg mikið eftir 2-3 døgum eftir at fiskurin er komin í ánna.

Fiskurin verður dampkókaður í stórum trogum, til feittið flotnar omaná. Síðan verður fiskurin settur at ræstna í 5-7 dagar. Tá verður feittið tikið omanav og verður fylt í smærri træíløt, og tað kann goymast fyri allan veturin. Avlopið frá framleiðslunu verður nýtt sum tøð til eplaveltur, og sagt verður, at júst hesi epli smakka serliga væl.

Hesin matur er sera virðismikil fyri indianararnar, nakað sum grind og spik fyri føroyingar – fyrr!. Oolichan feittið verður vanliga etið sum viðskeri til annan mat. Fiskurin kann eisini roykjast og turkast. Sagt verður, at oolichan feittið er ógvuliga góður heilivágur, serliga móti krími. Tí er tað eisini eftirspurt av øðrum.

Men oolichan kann eisini nýtast til onnur endamál enn til matna. Turkaður kann hesin fiskur nýtast sum kertuljós. Hann skal bert setast upp eftir enda. Tá fest verður í stertin, brennir. Hetta ljós varð eisini nýtt at lýsa heima.

Turkaður oolichan kann eisini nýtast sum veiðureiðskapur. Við veiðu av laksi verða ljósini av oolichan sett soleiðis fyri, at tey lokka tann stóra várlaksin til. Og tá kann hann fangast við glúpi ella fellum. Hesir laksar kunnu vera rættuliga trivaligir. Teir viga frá 20-70 pund.

 

 

 

Tosa við djórini

 

Ein partur av mentanini var eisini at kunna tosa við djórini. Hetta sigur eisini nakað um, hvussu nær tey livdu upp at náttúrini. Tað eru nøkur, sum hava fingið hesar gávur at samskifta við djórini, og James er so ein av teimum. Hann tosar við bjarnir, froskar, úlvar, ravnar og mastrarhvalir. Tey eru eisini før fyri at svara aftur, men tó ikki, fyrr enn tey eru spurd!

Djórini eru eisini før fyri at geva fólkinum ávaringar. Tá ið flóðir, stormar ella sjúkur hótta, verða tey ávarað av úlvum. Tey hava eisini upplivað onnur dømi um undursama bjarging. Millum annað vísa tey á eini klett, sum er fleiri hundrað metrar høgur. Í eini flóðaldu reisti kletturin seg upp ájavnt við alduna og fekk forðað fyri, at aldan tók fólkið við sær. Aðrar bygdir hava roynt tað sama.

Anfinn sigur, at hann í fyrstuni ikki trúði, at summir indianarar kundu samskifta ella tosa við djórini. Men nú hugsar hann annarleiðis. og greiddi soleiðis frá hvussu hann einaferð upplivdi hetta:

”Fyri nøkrum árum síðan varð eg boðin at koma ein túr niðan til Kitlopevatnið saman við James og øðrum fólki. Vit sigldu við einum ”Zodiac” (gummibáti) niðan eftir ánni. Á vegnum heim aftur sóu vit eina bjørn ganga framvið bakkanum. James stýrdi bátinum móti bakkanum, steðgaði bátinum rættiliga nær bjørnini, og hann byrjaði at tosa við hana á einum máli, eg ikki skilti . Vanliga leypa bjarnir á, táið fólk so knappliga koma teimum nær. Men tað merkiliga hendi, at bjørnin stóð púra still og hugdi at James, meðan hann tosaði við hana í einar 5-10 minuttir. Táið prátið var liðugt fóru vit heim, meðan bjørnin fór sína leið.”

Anfinn var sannførdur um, at bjørnin og James veruliga tosaðu saman, men hvat teir tosaðu um, vildi James ikki siga. James segði, at hann var signaður við evnunum at greiða frá, og hesi evni hevur hann frá pápa sínum, sum var ”chief”høvdingi - í ættini.

Ein uppgáva hjá chiefinum er eisini at biðja fyri fólkinum. Ein av bønunum er:

”Vit koma til tín. Hav samkenslu við okkum. Hygg niður til okkara frá tínum “longhouse” (hetta er felagshús hjá eini ætt) í skýggjunum. Gev okkum styrki at gera tín vilja. Fyrireika okkara sinni at síggja góða verkið í tínum skaparaverki her í Kitlope.”

 

Barnaaling og matgerð

 

Heima í ættini vóru serligar reglur galdandi fyri barnaaling. Meðan børnini fingu bróst, inntil 2 ársaldur, var tað mamman, sum hevði ábyrgd av barninum. Men síðani tók omman ábyrgdina og hevði hana fram til 14 árs aldur.

Hesa tíðina skuldi omman læra barnið tað, sum var hennara øki, og hetta var fyrst og fremst tað húsliga og matgerð, sum til dømis at gera máltíðir úr bjarnakjøti.

Omman dugdi eitt sindur av hvørjum. Einaferð tók hon James og smurdi hann inn í bjarnafeitt, allan sum hann var. Endamálið við hesum var, at hann ikki skuldi føla kulda. Her kann jú gerast sera kalt, kanska niður í 20 kuldastig ella meira. James helt, at hetta virkar framvegis, og sjálvt í kulda sveittar hann.

 

Ísur á indianskum

 

Eitt dømi, sum James nevnir um matgerðina hjá ommuni, var, tá hon lærdi tey at gera ís. Hetta er ónoktiliga nakað øðrvísi enn á Fómísi! Tey hava har 4-5 sløg av bláberum, sum vaksa á runnum í dalinum. Skuldu børnini hava berjaís, var farið niðan í dalin at finna ber, og síðan var at finna eina ávísa gjótu, sum var hálvfull av ísi sjálvt á sumri. Hendan gjóta var yvirvaksin við smátrøum, so sólin ikki slapp at bræða ísin. Berini vórðu so kroyst og saftin sílað frá. Berjasaftin og ísurin vórðu so blandað saman og berjaísurin var klárur.

Vit hava fitt av berum í Føroyum og tí kann tað vera á leið at koma við uppskrift til berjakøku:

Berini verða sólturkað. Tey verða stoytt í ein træform og nakað av berjasaft verður stoytt omanyvir tey turru berini. Køkan verður síðan sett í kovan í nakrar dagar at stadna. Køkan er nú klár og kann skerast í flísar og smakkar væl.

Súreplkakøka er eisini góður matur. Vill súreplatrøð vaksa í Kitlope dalinum og høvdu eisini stóran týdning fyri matgerðina har. Súreplini verða dampkókað, so saftin og massin verða skild sundur. Hetta verður gjørt við at koyra heitar steinar í grýtuna. Fyrst verður eitt tunt lag av súreplamassa stoytt í ein køkuform. Síðan verður eitt tunt lag av oolichan feitti koyrt omaná, og so aftur súreplamos aðru hvørja ferð, sum við eini lagkøku. Síðan verður berja- og súreplasaft stoytt omaná - og køkan er liðug.

Hendan køkan gagnast og mettar væl og heldur sær allan veturin.

 

Abbin tók við

 

Tá børnini vóru 14 ár, og omman hevði lært tey ungu tað, sum lá á henni, tók abbin yvir. Hann lærdi børnini, hvussu tey gjørdu fellur fyri djórini, og hann lærdi tey eisini aðrar veiðuhættir. Veiðutíðin byrjaði annars í oktober og endaði í apríl. Frá apríl var ikki hildið hóskandi at veiða, tí tá skuldu djórini leggja sínar ungar, og tað ber ikki til at beina fyri mammunum.

Tað vóru nógv djór sum vórðu veidd, so sum bjarnir, gæs og villdunnur. Kópur varð eisini veiddur alt árið. Eitt annað veiðudjór var fjallageitir tá kavin í fjøllunum noyddu tær longur oman móti láglendinum.

Fellur vórðu eisini settar fyri djór, sum vórðu veidd fyri at fáa teirra pels. Farið varð langa leið, og slíkar veiðuferðir kundu vara í fleiri mánaðir. Tey djór, sum vórðu veidd fyri pelsin vóru: Már, bevari, minkar, vesil, íkorn, jerv og stundum rádjór.

Tað var eisini umráðandi hjá abbanum at læra tey ungu, hvussu tey skuldu finna í skógunum, so tey ikki viltust.

 

Steinmaðurin

 

Tað er greitt, at indianarar livdu tætt uppat náttúruni, og tað eru sjálvsagt nógvar frásagnir, sum kunnu liggja á markinum til pátrúgv. Ein av hesum er henda:

Ein av myndunum hjá James er av einum steini, sum líkist sera nógv einum sitandi manni. Hesa myndina kunnu vit eisini endurprenta. Søgan um steinin er henda:

“Maðurin fór niðan á eitt fjall við hundi sínum, og hann kom ikki aftur í aftur. Leiðarin í ættini sendi tríggjar av sínum bestu monnum at leita eftir manninum, men bert ein av hesum kom aftur. Hann greiddi frá, at tá teir fóru um fjøllini, merkti hann nakað heilt óvanligt. Tá føldi hann sum ein eld brenna í barmi sínum, og júst hetta gjørdi, at hann kundi kom heim aftur við tí boðskapi, at tann steinrunni maðurin ynskti ongan at koma upp hagar.

Men fyri nøkrum árum síðani vóru tveir tyrluskiparar, sum arbeiddu nærindis Kitilope, sum vildu troðsa hesi boðini, hóast eingin hevði loyvi til at fara upp hagar. Teir fóru upp við tyrluni, og hóast gangin, hoyrdu teir mannin floyta eftir hundinum hjá sær.

Hvussu var ella ikki. Tyrlan hvarv seinni við monnunum, og eingin hevur sær hana ella manningina síðan. So hvør veit…

 

Totem - pelin

 

Her kann skoytast uppí, at í Folkens Museum í Stockholm í Svøríki er ein totempeli, sum kemur úr Kitlope. Søgan um henda pelan er fylgjandi:

“Fyri langari tíð síðani, táið Kapskoltsh var høvdingi fyri Kitlope fólkinum, varð hann raktur av teirri stóru vanlagnu at missa øll síni børn. Hetta stóra tapið gjørdi hann sera sorgarfullan. Ein dagin hann føldi seg serliga illa, fór hann út í skógin. Tá opinberaðist andin Zoda fyri honum og spurdi hann, hví hann var so sorgarbundin. Zoda fekk alt at vita. Hann spurdi síðani um orsøkina til, at fólk hansara vóru deyð - og hvar hann hevði lagt líkini. Hann hevði gjørt við tey, sum siður var, og ”jarðað” tey í trætoppum. Zoda hevði stóra samkenslu við høvdinginum og gav honum ein gjøgnumsiktigan stein (fjallakrystal) og segði við Kapsholtsh, at hann skuldi fara heim til síni deyðu og síðani bíta ein bita av steininum. Samstundis varð hann ávaraður móti at vera saman við konu síni kynsliga. Tá hann kom heim, fór hann til staðið, har hann hevði lagt síni deyðu, og beit petti av steininum. So rópti hann til sítt fólk, og tá kom andin Zoda á odda við øllum teimum í livandi lívi. Kapsholtsh skilti, at tað var tann góða andin Zoda, sum hevði kallað fólk hansara til lívs aftur. Síðan tann dagin var Kapholts ein stórur medisinmaður, sum gjørdi nógv fólk frísk. Men hvørja ferð, hann skuldi grøða nakran, beit hann fyrst eitt petti av krystallinum, sum hann hevði fingið frá andanum Zoda.”

Totempelin var tískil gjørdur til minnis um hesa hending. Hann varð tikin til Svøríkis í 1930-unum. Men í dag stendur ein eftirgerð av honum við innferðina til Kitlope dalin. Og svenskarar hava lovað at lata teir fáa tann upprunaliga totempelan aftur, tá hann kann verða trygt varðveittur.

 

Hvat er ein totempeli?

 

Totempelin er ein tann fremsta ímyndin av indianarum. Men tey flestu hava eina skeiva fatan av, hvat totempeli er. Fólk halda frá gomlum myndum, at fangar verða bundnir til pelan og síðan píndir, at dansað verður krígsdansur um pelan, at hann er ein regngudur ella at hann skal ræða óndar andar burtur.

Totempelin er einki av hesum. Orðið ”totem” merkir ”verjudjór” ella ”ættarfólk”. Hann skal ímyndarliga lýsa sambandið millum ymisk fyribrigdi í náttúruni, til dømis millum djór, menniskjur, vøkstur og himmallikam. Skilnaðir í náttúruni standa fyri skilnaðir millum bólkar av menniskjum.

Táið ein indianari lýsir, at ”eg eri ein mastrarhvalur”, merkir hetta, at hann er partur av eini ætt, sum ímyndaliga hevur samband við mastrarhvalir. Á totem-pelanunum hjá hansara ætt er mastrarhvalur avmynadaður, sum súmbol fyri hansara samleika. Hetta er hansara ættarvápn. Sum umrøtt metir James seg at vera ein ”mastrarhval.”

Totempelararnir høvdu sína stóru tíð í byrjanini av 1800 talinum. Men tá fór at ganga afturá við indianarum á hesum leiðum. Sjúka og fátækradømi gjørdi, at talið av indianarum minkaði við trimum fjórðingum eftir bert fáum árum. Í 1884 varð gjørd ein lóg, sum bannaði indianarum at dyrka sína trúgv og mentan. Alt hetta beindi fyri nógvum av teimum gomlu totempelunum.

Men seinni er virðingin fyri gomlu mentanini raknað við aftur, og nú eru totem-pelar ein rættilig ímynd fyri indianarar.

 

James er ein merkismaður

 

Sigast kann, at undir prátinum merkir ein beinanvegin, at James Robertson er ein andaligur maður. Vaksin upp í Kitilope fekk hann, sum vera mann, ikki nakra beinleiðis skúlagongd. Hinvegin fór hann stuðlaður av vinmonnum sínum at lesa gudfrøði á gamalsaldrinum. Her hevur hann fylgt undirvísingini á gudfrøðisdeildini hjá lærda háskúlanum í British Columbia. Hann hevur tikið fleiri prógv í hesi lærugrein.

Umframt at vera høvdingi fyri Kitlope fólkið, arbeiðir James eisini sum hjálparprestur í United Church í Kitamaat. Hansara umdømi á hesum øki er gott.

Tað var sera spennandi at kunna fáa innlit í eina slíka fremmanda mentan og vónandi halda lesarar okkara tað sama.

 

Heppin møguleiki

 

Tað var heppið at fáa henda møguleikan at vitja Kitamaat og menn sum James Robertson. Ein slíkur møguleiki hevði ikki komið aftur. Beint aftaná fluttu Jytte og Anfinn nærri Vancouver, har tvey av teirra trimum børnum búgva.

 

………………………

Kvøða til Kitlope

 

Í filmi, sum er gjørdur um Kitlopeøkið, lesur James Robertson eina yrking, sum er ein kvøða til hansara heimstað.

 

Á enskum ljóðar yrkingin soleiðis:

 

My heart is joyous

As I’m nearing the great door of the garden, Kanawe.

My heart rejoices

As I come into your great cathedral, the Kitlope.

My heart is joyous

To hear the little birds as they welcome me back home.

The trees are swaying to and fro

As they are dancing to the welcome song sung by the bald eagle

Accompanied by the ravens.

All are in fine voices.

My heart is at peace

As I return to my ancestral homeland

Where I find much joy.

There is such peace and contentment in my soul

Here in the Kitlope.

 

 

 

Beinleiðis týtt ljóðar yrkingin nakað soleiðis á føroyskum:

 

Hjarta mítt frøðir seg

Sum eg nærkist stóru dyrnar til urtagarðin, Kanawe,

Hjarta mítt fegnast

Sum eg komi inn í tín stóra katedral, Kitlope.

Mítt hjarta frøðir seg

At hoyra teir smáu fuglarnar ynskja mær vælkomnan heim aftur.

Trøini sveiggja aftur og fram

Sum tey dansa til vælkomusongin hjá ørnini

Við undirspæli hjá ravnum.

Allar røddir eru framúr góðar.

Mítt hjarta er í friði

Sum eg komi aftur til heimlandið hjá forfedrunum,

Har eg finni so nógva frøði.

Tað er slíkur friður og nøgdsemi í míni sál

Her í Kitlope