lítla og onga skuld og til eitt samfelag, sum í stóran mun var dubbað til eina lovandi framtíð. Sjálv hevur hon at kalla onki fingið á skaftið. Avgreitt tað sum lá klárt at undirskriva, eftir at Anfinn [...] boð. Ein mánaða eftir at løgtingið hevur samtykt, hvussu fíggjarligi raksturin av samfelagnum skal fara fram í hesum árinum – 2007 – trínur føroyski ”forsætisráðharrin” fram á torg, og boðar tjóðini frá [...] frammanfyri ein av gomlu svørtu SEV-málarunum, og tað einasta ið hann gáar eftir, og sum fær eygnalokini at kvaklast, er lítli reyði bletturin, sum av og á kemur í eygsjón á ævigu rundferðini. Tá er tíðin
jólanátt, og annan dag sigldu vit til Grimsby at selja. Heima við Gjógv dansaðu børn og vaksin um jólatræ í dansistovuni 2. jólakvøld, og meðan dansað verður, kemur Karl Anton – pápi Føroya biskup – og sigur [...] hyggur fyri borð og sær, at nú er tað maðurin við rifluni, sum er gliðin og dottin niðurímillum, – har var alt tann beri ísur. Skjótt varð borið at, og maðurin bleiv bjargaður. Morgunin eftir fór verjuskipið [...] koyggju í kahúttini og hevði lagt meg, tá ið eg hoyrdi, at har ruggaði ikki rætt á dekkinum. Eg leypi úr koyggjuni, smoyggi meg í buksur og stivlar – gevi mær ikki stundir at fara í hosur – og so fram á dekkið
arbeiðssøgu, arbeiðstímar og sálarliga og likamliga heilsu skuldu fiskimenninir, ið luttóku í kanningunum, skráseta svøvn og tyngd í dagbókum, sum vórðu førdar allan túrin, og skráseta tíðina, tá ið teir [...] við at gera pannukøkur, og tað bleiv eitt øðiligt fantilsi. Bollarnir koppaðu, og deiggið fór um alla messuna. Menninir høvdu allarhelst bara bíðað eftir, at tað fór at henda, og stuttleikaðu sær óført [...] vanligt og verður bert skrásett, um tørvur er á sjúkramelding eftir túrin, sigur hon. Teir flestu menninir høvdu havt onkran skaða, og nógvir av teimum eldru monnunum vóru ógvuliga slitnir og høvdu pínu
endar tó við, at Atli sleppur at sova heima og møtir til morgunmat dagin eftir. Føroyska liðið spælir ein góðan dyst og vinnur 2-1. Eftir dystin er veitsluhýrur, og allir fara til havnar við bussi uttan Atli [...] Flemming Povlsen, Kent Nielsen og Lars Lundkvist. Teir leggja nógv fyri at læra sínar spælarar virðing og disiplin. Tað eru svartar gaggur og rennitúrar í skógini. Vaska klæðir og rudda kamar eru fastir táttar [...] venjing er Atli nærlagdur – bæði í fótbóltsskúlanum og í Randers. Í fótbóltsskúlanum verða spælararnir deildir upp í A, B og C. Millum teir kendu í dag eru Steffan Rasmussen og Leon Andreasen, sum báðir
við. Hvussu kennist hetta? – Tað er nakað tað sama, og tað heldur ikki so langt at koyra til Klaksvíkar, nú tunnilin er har. Eg kendi eisini nógvar av spælarunum áðrenn, og fleiri teirra havi eg verið [...] dystir saman við nýggjum liðfeløgum, og ikki minst hvussu tað er at spæla í bláari troyggju, heldur enn í gulari. – Eg haldi eg riggi væl í bláum, sigur Kaj skemtandi, og leggur so flennandi aftrat, at tað [...] Ennigarð fallin væl til í Klaksvík, men hvussu hevur hann sjálvur upplivað fyrstu tíðina í nýggja felagnum? – Tað hevur verið gott, og vit hava eitt gott samanhald á liðnum, heldur Kaj. Tá tosað verður um KÍ
sjálvan. Í leitanini eftir sær sjálvum hevur hann sitið á skúlabonki, verið í læru og í arbeiði – og givist aftur. Nú er hann næstan liðugur við HF, og ætlar sær at flyta til Danmarkar eftir summarfrítíðina [...] at tað hevur verið ein hørð tíð fyri hann og fyri familjuna. -Tað setur lívið í perspektiv, og nú dugi eg betri at síggja avleiðingar av tí sum eg geri, og at virðismeta lívið á ein heilt annan hátt, [...] -Eg var ikki meir enn 13 ár, tá eg bleiv sjúkur, og bert 14 ár tá eg fekk nýtt hjarta. Tá javnaldrarnir fingu sær sína fyrstu siggarett og sína fyrstu øl lá eg sjúkur í Keypmannahavn, sigur Rólant. -Tá man
positiva og eg haldi, tað var tann rætti mátin, sigur hann. Í góðum og tryggum hondum Magnus sigur, tað var rættiliga, so varð hann settur í viðgerð og tað gekk bæði skjótt og væl. - Eins og tað er alt [...] fekk herviligan krampa og mátti gevast. Men heldur ikki tað fekk Magnus at fara til læknan. - Tá ið tað herðindi var av, nakað eftir, var alt aftur við tað gamla og eg arbeiddi og livdi, sum vanligt. Hann [...] hann boð at møta í røntguni á Landssjúkrahúsinum. - Longu dagin eftir ringdu tey aftur eftir mær og bóðu meg koma útaftur á Landssjúkrahúsið og tað var ikki fyrrenn tá, at eg fyrstu ferð varð greiður yvir
nógvar venjingar og vitjan hjá fysioterapeuti. – Eg hevði skinnarar fyri at rætta upp á føturnar. Eg gekk ikki sum onnur, og hetta løgdu onnur merki til, og so varð flent eftir mær. Eg minnist ikki so nógv [...] við inn á vesi og flentu eftir honum, tá ið hann pissaði. Hann upplivdi tað eisini, tá ið rennast skuldi, og at hann vanliga varð valdur síðst, tá ið ítróttur ella spæl var á skránni. – Eg fann skjótt [...] steðga happingini. – Vitanin um happing er ein onnur í dag í mun til tá. Eg rokni við, at pedagogar og lærarar royndu at gera tað besta, sum teir dugdu og vistu fyri at umgangast happing og fyri at hjálpa
Føroya dagin eftir! Við fartelefonini, sjálvandi. Um kvøldið sníkti eg meg oman á høvuðsvegin og gekk skjótt yvir til klivan – sum……als ikki var ein telefonklivi, men okkurt heilt annað. Og so sat eg í [...] 1973) Mongum brestir ætlan og soleiðis var eisini hjá undirritaðu. Sukk! Var av landinum í fjør og stóð ein dagin í Kastrup floghavn. Eg skuldi hava fatur á einari vinkonu og fór málbevíst yvir móti te [...] pikka fólk á økslina og tosa gøtudanskt, so eg mátti gera skarvin yvir og fara avstað. Komin í íbúðina hjá dóttrini á Fredriksberg, helt eg væl standa til, tí nú var eingin vandi á ferð, og eg kundi ringja
verið lætt, og ofta var Kvinnufelagið ein góður felagsskapur at hava. – Eg fekk eyguni upp fyri nógvum tingum í Kvinnufelagnum, og her stóðu kvinnurnar saman uttan mun til politiskan lit og stuðlaðu hvørji [...] mátar. Hon minnist hatrið, sum var millum sambandsfólk og tjóðveldisfólk. Kensluna, tá hon sum barn segði hvør hon var. – Har var so nógv hatur, og fólk søgdu so nógv undarligt við okkum børn. Ofta var [...] hon skuldi vera ein fitt og afturhaldandi genta. Hetta er ein leiklutur, sum hon hevði, og sum hon mátti stríðast við, men sum hon hevur klárað at berja av sær við árnunum. – Hetta er nokk tað, sum var