Eidesgaard komin í klumsið

Tórbjørn Jacobsen

Vælvitandi keldur í politisku skipanini vilja vera við, at onkur í tí eftirhondini tódnaða liberala endanum av Fólkaflokkinum, skuldi hveppa seg við, táið tað gjørdist veruleiki, at tað ikki slapst undan Jóannesi sum løgmanni. Viðkomandi hevði ongan hug at fara socialistiskan royndartúr við manninum, sum hevði oyst vinstrahallan retorikk upp úr sær hesi átta árini í andstøðu. Europeisku leiðararnir, Gerhard, Poul og Tony, vóru alt ov bleikir fyri javnaðaroddvitan, fyrimyndin var hin meira reyðdæmdi hugsjónarmaðurin - Lionel Jospin.
Tá tók pragmatiski sjefideologurin róðurtørnið, legði hugfarsligu sigartokuna undir bitarnar, sissaði teir hvoknu, og segði teimum, at honum vitandi var fólkaflokspotentialið í Eidesgaard so magnfult og fáfongdin og stórlætiskenslan so øgilig, at Fólkaflokkurin kanska var betur farin við honum sum løgmanni enn Anfinni Kalsberg, um teir sjálvir bara spældu í rætta durinum til røttu tíðina. Tað ráddi um at halda sjálvbestaltaða sólkongin upp í vindin og fyri alt í verðini upp í ljósið. Í politisku smiðjuni handan leiktjøldini ráddu aðrir fyri borgum, hagar rukku hvørki kongur ella spinndoktarar, og kabalin gekk upp. Í trý ár hevur Jóannes regjørt undir totalum fólkafloksdominansi.
Nú, eitt ár fyri komandi løgtingsval, er maðurin knappliga vaknaður til dáð. Er komin í stiklið á horni, í klumsið. Meiningarkanningar boða frá, at Javnaðarflokkurin er álaður sundur, helst tí at ongin sær farvegin av politikki floksins, og samstundis rapar undirtøkan drastiskt fyri Jóannesi sum løgmanni. Nú mátti okkurt gerast, og sperdur í tronga, hendir tað oftani, at skeivt verður avpeilað, frustratiónirnar breiða seg, alt gerst diffust, vit kenna tað frá nevaleikarum, ið hava fingið ov nógv sløg inn á kjálkamuurnar, tað kámast fyri eygunum, áðrenn teir gerast heilt groggy, og mótsløgini fara í allar ættir, púrasta ókontrollerað, pannuspikið stendur opið og bert. Hin ósærdi skal eittans konsentrera seg um tað seinasta og avgerandi slagið. Breckmann-missiónin eydnaðist til fulnar. Completed.
Breckmann-doktrinin snýr seg annars í stuttum um, at Fólkaflokkurin støðugt situr sum hjarta í valdinum, at status quo verður varðveitt í samfelagnum, serliga áhugamálini hjá elituni, og at samgonguflokkarnir til eina og hvørja tíð verða pilkaðir og trevsaðir sundur til ókenniligheit, fyri síðani at vera tveittir á bláman í eina tíð, ímeðan aðrir flokkar verða tiknir inn til spanking. Eitt slag av flúgvandi útskifting. Vit funnu skjótt útav tí, og fingu sett mótparadurnar upp, ímeðan Jóannes ikki hevur skilt eitt kvekk av nøkrum sum helst.
Ein stjórn hevur sitið undir hansara leiðslu í samfull trý ár. Hon kom sum tann fyrsta nakrantíð til ein sprænfullan kassa, lítla og onga skuld og til eitt samfelag, sum í stóran mun var dubbað til eina lovandi framtíð. Sjálv hevur hon at kalla onki fingið á skaftið. Avgreitt tað sum lá klárt at undirskriva, eftir at Anfinn og Høgni fóru av pallinum, og annars bara fylgt mannafíggindaliga og monetera skattapolitikkinum hjá Óla slaviskt. Breiðkað gjónna millum vælferðarløgini í samfelagnum, ímeðan løgmaður blæsir í basúnina, og boðar við táravættum eygum eymliga sínum teknum frá, at klassastríðið í Føroyum er avblást – er ikki eksisterandi longur.
Nú fór so alt úr spónalagnum hjá honum. Hann minnir mest um hesar vánaligu maskinmeistarnar, sum ikki hava flair fyri nøkrum, onki hoyra í forhond, og sum bara standa sum ryssa yvir deyðum fyli táið alt brotnar og kvettist av í kring teir. Tað væntar bara, at toppstykkini bresta upp undir dekkið, fóringarnar fara á flog og at stempulstengurnar koma bóltandi og støkkandi út ígjøgnum síðurnar á samgonguni.
Mánadagin var hann á breddanum. Nú skal hann ikki brúka Visión-2015-ætlanina til nakað sum helst. Hann hevur hesi árini bara kent seg kallaðan og hátt hevjaðan, til at brúka alla umsitingarorkuna í landinum, fyri at gera eina samfelagsmanual, sum komandi ættarlið møguliga kunna stuðla seg til. Ikki sørt, at hetta líkist stalinistiskum hugsanarhátti, harið endamálið onkursvegna er at foræviga seg sjálvan. Síðani stórleypur hann í umhvørvismálum aftaná Tjóveldisflokkinum, sum í sínum framskygni hevur lagt fram á ting uppskot, um at seta Kyoto-frumskjalið í gildið fyri Føroyar. Tað var nú eitt, men táið viðurkendi professarin, virðislønti havfrøðingurin, Bogi Hansen, gjørdi bart, tá var hann so illa skølsettur, at hann noyddist í fjølmiðlarnar, at boða frá, at hann hevði stuðul fyri at løggilda umhvørvissáttmálan. Í hesum árinum. Fáar tímar seinri avdúkaði Jørgen Niclasen, at maðurin segði ósatt. Ongin hevði spurt Fólkaflokkin um hesa avgerðina. Øll kenna hansara støðu til Kyoto, og táið hann er hjarta í samgonguni, og slintran sum Jóannes hongur í, so vita vit at útsagnirnar á miðdegi vóru bert bluff, ætlað til at kyrra javnaðarkrúnprinsin, John Johannessen, og onnur ørkimlandi element í politiska grannalagnum.
At maðurin eisini er skemtari av Guðs stóru náði, tað vardi meg ikki, men samrøðan í Sosialinum seinasta fríggjakvøld er politisk komedia, sum sigur spaðar tvey til alt sum higartil er hent, síðani politikkur í heila taki tók seg upp sum eitt stjórnaramboð. Ein mánaða eftir at løgtingið hevur samtykt, hvussu fíggjarligi raksturin av samfelagnum skal fara fram í hesum árinum – 2007 – trínur føroyski ”forsætisráðharrin” fram á torg, og boðar tjóðini frá, at somikið væl hevur gingist undir hansara leiðslu, at hann hevur gjørt eina samtykt saman við landsstýrismonnum sínum, at teir hvør einsæris sleppa at leggja eitt ella tvey eykauppskot fram í hesum árinum. Tað gongur ikki fram av samrøðuni, hvat samlaði kostnaðurin skal vera, men ivaleyst frættist um hetta á Løgtingi mikudagin, táið fleiri andstøðutingmenn ætla sær at spyrja um hetta nýggja og ófatiliga sjáldsama átakið, sum hesin føroyski Pjerrot hevur lanserað í óðum verkum, vónandi í eini veikari løtu. Hevur hann verið við síni fullu fimm ta løtuna, Rigmor tosaði við hann, samrøðan hevur eisini rullað í úf í fleiri sólarringar, so munna tey flestu vera farin at spekulera í, um maðurin man vera rættskikkaður. Politiskt í hvussu er.
Tað er nú einaferð soleiðis, at tað er ikki Jóannes Eidesgaard, sum situr á kassanum hjá skattaborgarunum, Harrin havi lov fyri tað. Tað ger Løgtingið einsamalt. Er hald í hesum tíðindum, so má dekningur vera fingin fyri hesum í samgonguni, ella er hetta samtykt á samgongufundi, sum vit uttanfyristandandi onki vita um? Fleiri kundu ivaleyst hugsa sær at hoyrt hvat ið veruligi fíggjarmálaráðharrin, formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kalsberg, heldur um hetta galimatiasið hjá Eidesgaard, sum líkist einum kvetti ímóti samtykta viljanum hjá evsta valdi landsins – Løgtinginum. Eitt slag av Hundadagakonga gallskapi.
Og at skjóta seg undir góða fíggjarstøðu er reint og skært slutur. Samgongan hevur koyrt við halli, við lækkandi útflutningi, undirskotið á øllum málarum, síðani byrjan. Teir fingu eina óvæntaða krykku at ganga við frá peningastovnunum, táið hesir valdu at opna lensiportrini og belánað upp á seg gigantisku frívirðini í øllum húsamassanum upp undir syllarnar. Hesin varmin verður líka stokkutur, sum táið kellingin meyg í hosurnar. Og upptakið hjá teimum ið skula taka yvir, eftir at Fólkaflokkurin hevur stjórnað Jóannesi í fýra ár, verður ein grimur leikur. Tá verða bara veruligar inntøkur at liva av, og teringur má av álvara setast eftir neringi.
Tað frægasta Jóannes nú kann gera, er at skriva út nýval skjótast gjørligt. Nevaleikari, sum sjónliga er vorðin groggy í dysti, fær oftani ráðini at leggja handskarnar. Annars kann galin endi standast av. Í løtuni minnir maðurin mest av øllum um ein fullkomuliga desillusioneraðan boksara, sum hevur sett seg frammanfyri ein av gomlu svørtu SEV-málarunum, og tað einasta ið hann gáar eftir, og sum fær eygnalokini at kvaklast, er lítli reyði bletturin, sum av og á kemur í eygsjón á ævigu rundferðini. Tá er tíðin komin at lata valdið frá sær, at lata menn og kvinnur, við veruligum ætlanum, visiónum og hugsjónum taka um stýrisvølin, soleiðis at tjóðin ikki heilt smokkar niður ímillum sum vælferðarsamfelag og partur av alheimssamfelagnum. Tíðin er komin til politiskt siðaskifti. Vælsignaði maður legg valdið – ella rættari pseudovaldið – frá tær, skriva út nýval, tá tænir tú bæði tær sjálvum, fólkinum og tjóðini so væl sum til ber. Núverandi stjórnargongdin forkemur okkum framtíðini. Bótin, tærið og avloysararnir standa búnir í ketilsdrakt, og bíða bara eftir at tú gevur okkum endaliga preiið um, at B-kykmyndin um hina breiðu samgonguna er spolað til endans. Ambitiónin um at verða reksaður upp í søguligu annalunum er komin til høldar, tessvegna er heldur ongin orsøk til at bíða eftir degnum í morgin. Vælsignaði maður tak avgerðina, áðrenn aðrir taka hana fyri teg. Komið er í hvussu er at teimum mørkum, har Fólkaflokkurin aftur ætlar sær at gera eina av sínum klassisku útskiftingum. Og tá býðst ikki í bøtur. Hvørki hjá heidnum ella kristnum. Seminaristi ella sólkongi