Av miðlunum varð hann doyptur hjartadrongurin, tá hann sum 13 ára gamal fekk nýtt hjarta, og læknarnir søgdu honum, at tað bert var ein 50 prosent møguleiki fyri, at hann yvirlivdi skurðviðgerina. Nú, skjótt sjey ár seinni, hevur 21 ára gamli Rólant roynt eitt sindur av hvørjum, og sær bjart uppá framtíðina.
Stóra hjartatransplantiónin hevur ikki hildið Rólanti frá at vera virkin í skúla, arbeiði og ymiskum áhugamálum. Seinastu árini hevur hann roynt eitt sindur av hvørjum, og síðani funnið útav hvat hann veruliga ynskir at takast við. Hann greiðir frá, at hann hevur roynt at funnið seg sjálvan. Í leitanini eftir sær sjálvum hevur hann sitið á skúlabonki, verið í læru og í arbeiði – og givist aftur. Nú er hann næstan liðugur við HF, og ætlar sær at flyta til Danmarkar eftir summarfrítíðina, har hann eisini hevur funnið kærleikan.
Seinastu tíðina hevur Rólant verið nógv at sæð á palli í leikinum Landastrokið, sum Ria Tórgarð leikstjórnaði, í samband við 40 ára jubelæumið hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag í ár.
Rólant hevur verið virkin sum dramalærari og hjálparleikstjóri í sjónleikaheiminum í langa tíð, men hevur ikki staðið nógv á palli sjálvur. Nú hevur hann tó framført allan februar mánað, og hetta er nakað hann vil halda á við.
-Hetta við sjónleiki havi eg altíð tímað ordiliga væl, men tó, so er tað er ikki lætt at liva av at vera sjónleikari. Hóast eg ikki velji tað sum yrkisleið, so sleppi eg tí nokk ongantíð heilt, sigur hann
Tað at Rólant bleiv sjúkur, sum bert 13 ára gamal, hevur myndað lív hansara. Hann greiðir frá, at tað hevur verið ein hørð tíð fyri hann og fyri familjuna.
-Tað setur lívið í perspektiv, og nú dugi eg betri at síggja avleiðingar av tí sum eg geri, og at virðismeta lívið á ein heilt annan hátt, hugleiðir hann.
-Eg var ikki meir enn 13 ár, tá eg bleiv sjúkur, og bert 14 ár tá eg fekk nýtt hjarta. Tá javnaldrarnir fingu sær sína fyrstu siggarett og sína fyrstu øl lá eg sjúkur í Keypmannahavn, sigur Rólant.
-Tá man hevur meir at taka sær av enn hini, so búnast man uppá ein annan máta. Eg var noyddur at taka ábyrgd fyri heiliváginum, og nær hann kundi takast. Tað gjørdi eisini, at eg ikki kundi liva líka frítt og vilt, sum javnaldrarnir gjørdu. Tí havi eg ikki havt ein buldrasligan ungdóm, sigur hann.