Eg riggi væl í bláu troyggjuni

Soleiðis sigur Kaj Ennigarð skemtandi um orsøkina til, at hann í ár roynir seg í KÍ. Hann ynskti at royna okkurt nýtt, hevði nøkur tilboð at velja ímillum, og trívist nú væl millum klaksvíkingar og undir Tony Paris, sum Kaj heldur vera nakað serligt

Tað vóru tey, sum undraðust, tá tað kom fram í miðlunum, at ungi, stóri og sterki verjuleikarin hjá GÍ, Kaj Ennigarð, skifti til KÍ. Men fyri vælvaksna gøtumannin var tað einki undarligt.
– Eg ynski at royna okkurt nýtt meðan eg eri ungur, greiðir Kaj Ennigarð frá. Hann hevði nøkur tilboð at velja í millum, men valdi í síðsta enda at taka av tilboðnum frá KÍ.
So í ár skal Kaj Ennigarð koyra norður til Klaksvíkar at venja hvønn dag, heldur enn at tuska runt í Sarpugerði saman við liðfeløgunum, hann er vaksin upp saman við. Hvussu kennist hetta?
– Tað er nakað tað sama, og tað heldur ikki so langt at koyra til Klaksvíkar, nú tunnilin er har. Eg kendi eisini nógvar av spælarunum áðrenn, og fleiri teirra havi eg verið á ungdómslandsliðum saman við. Í so máta er tað nakað tað sama, heldur Kaj Ennigarð fyri.

Má venja seg við bláa troyggju
Men eitt er hvussu sjálv venjingin er, eitt annað er, hvussu tað er at spæla dystir saman við nýggjum liðfeløgum, og ikki minst hvussu tað er at spæla í bláari troyggju, heldur enn í gulari.
– Eg haldi eg riggi væl í bláum, sigur Kaj skemtandi, og leggur so flennandi aftrat, at tað sjálvandi tekur tí at venja seg við nýggjar leikbúnar og litir.
Júst hetta við tilvenjingartíðini hevur annars ikki verið nakar sjónligur trupulleiki hjá Kaj Ennigarð. Hann er byrjaður inni í hvørjum venjingardysti og hevur eisini skotið nøkur mál.
– Tað er ikki tað, eg plagi at gera so nógv av, men tað er bara fínt um eg eisini fái bóltin í kassan, sigur Kaj og smílist.

Tony Paris er okkurt heilt serligt
At síggja til er Kaj Ennigarð fallin væl til í Klaksvík, men hvussu hevur hann sjálvur upplivað fyrstu tíðina í nýggja felagnum?
– Tað hevur verið gott, og vit hava eitt gott samanhald á liðnum, heldur Kaj.
Tá tosað verður um KÍ, so slepst ikki undan at nevna venjara teirra, Tony Paris. Kaj ivast ikki eina lítla løtu, tá hann verður spurdur um, hvat hann heldur um markanta amerikumannin.
– Hann er ein góður maður. Hann dugir væl at fáa menn í gongd, og hevur ein vinnarahugburð, sum smittar av á okkum leikarar. Virðingin kring hann er stór, og tað hevur hann uppiborið, sigur Kaj avgjørdur, og endar lýsingina av Tony Paris við at siga, at hann er okkurt heilt serligt.

Málið er topp trý
Síðani farna kappingarár endaði, hevur útskiftingin á KÍ-liðnum verið stór. Fimm týðandi leikarar eru farnir frá liðnum, meðan fýra spildurnýggir leikarar eru komnir til.
– Vit hava ein nýggjan hóp nú, og tað tekur tíð at spæla hann saman. Men tað er gott fólk, sum er komið aftrat liðnum, so eg havi góðar vónir.
– Vit skulu sjálvandi royna at sleppa so langt sum møguligt, og málið er at enda millum trý tey fremstu. Tað fær sjálvandi ikki verið lægri, sigur Kaj Ennigarð, hvørt persónligi málsetningur er spæla so nógv sum gjørligt, og at vera við at lyfta KÍ-liðið upp eftir stigatalvuni.