hann so lamin av tí sama. Hann kundi tískil ikki arbeiða tungt arbeiði. Hann doyði 25.02.1949, 82 ára gamal. Í 1949, tá eg var komin 5 mðr. við Michael, datt Birita um úthurðsgáttina, hon hevði sitið uttan [...] Eitt ár eftir innleggingina doyði hon 23.05.1950, 78 ára gomul.. Sloan og próstur í somu song Tey á Dunganum vóru kend fyri at vera tollynt. Ein søga er um, at tey á Dunganum eina ferð høvdu vitjan í [...] Poul Anthon, so vóru teir so sera væl og høvdu nógv saman. Poul Anthon var ein ungur álvarsamur og trúgvandi drongur. Hann var ein av stuðlunum, tá ið missiónshúsið Bethania varð bygt. Á tí seinasta møtinum
turka. Tá kundi eg brúka ein heilan dag at vaska klæði. Men so kom ein kollvelting, og tað var vaskimaskinan. Ikki automatisk sum í dag og ikki í hvørjum húsi heldur. Nei, ein vaskimaskina kom til bygdina [...] Hetta var ein lætti, men framvegis skuldu klæðini kókast. Vaskimaskinan hevði eina rullu, sum klæðini kundi koyrast ígjøgnum, so tað slapst undan at vinda tey. Men kortini var hetta roknað sum ein óførur [...] óførur lætti. Og so ikki um at tala í dag, tað bert er ein knøttur, sum skal trýstast á fyri tað, sum fyrr kundi taka ein heilan dag! Gott grannalag Annars var so gott ímillum húsini hjá okkum og uppi hjá Ingu
“Lauru”. Kristina og Zakaris uppi í Garði mistu tveir synir við “Lauru”, Tummas, 27 ára gamal, og Viggo, 16 ára gamal. So løgin kann lagnan vera. Teir báðir vórðu bjargaðir, tá ið “Queen Victoria” fór [...] men teir fingu hana ikki aftur. Umframt Viggo og Tummas var úr Streymnesi ein maður, sum æt Andrass Hansen og var 34 ára gamal. Hann búði fast í húsini hjá Zakaris og Kristinu, foreldrini hjá teimum báðum [...] bert eitt ár seinni. Tummas var giftur við eini gentu úr Vestmanna, sum æt Alma. Tey áttu ein son, Suni. Ein beiggi, Hans Jacob, uppkallaði tveir synir eftir teimum deyðu beiggjunum. So løgið var aftur
í Tarti: Kundi eins væl sjálvur verið farin Andreas í Tarti greiddi í 2006 FF-blaðnum frá, hvussu hann upplivdi hesa hending: “Eg kundi eins væl verið farin í hesi vanlukku. Tað var ein leygardag, at [...] “Niels Finsen”. Hann hevði annars sagt mær, at hann roknaði við at doyggja ungur. Tá ið hann var 10 ára gamal, droymdi hann abba sín, Hendrik, sum tá var deyður. Abbin sigur: “Nú kemur tú til abba”. Men Hendrik [...] roynd at flota bátin, og tað eydnaðist. Hin báturin var tá rikin yvir móti Viðareiðishellu, og bara ein maður var eftir á kjøli. Tað var Hendrik Hammer. Hinir vóru Karl Thomsen, í Hálvmørk, Sofus Rinkustein
tey Símun. Hálvt annað ára gamal doyði hann av strúpuhosta. Hann doyði sama dag, sum sonur mín, Mikal, var føddur. Tað var tann 24.11.1949. Hans David doyði í 2005, 93 ára gamal. Hann kom at uppliva at [...] Eivind. Umframt Hendrik, sum eg var trúlovað við, misti Frida ein annan beiggja á ungum aldri. Hetta var Edvard f. 1903, sum 12 ára gamal í 1916 saman við einum øðrum drongi var farin at royna eftir skurapisu [...] báti at taka menninar upp, sum vóru farnir í bjargingarbátin. Hetta var ein stór hending í Gøtu, og tað fór sjálvsagt maður og kvinna av húsi at síggja, hvat ið var áfatt, eisini Frida, sum nærum var
1934. Tá føldi hann seg so heilsubrekaðan, at hann legði frá sær. Kortini gjørdist hann 90 ára gamal. Tað var ein lærari og tveir flokkar, eldri klassi og yngri klasssi, sum máttu skiftast um at vera í skúla [...] megnar verk. Hann fekk ikki tíð til at gera hetta liðugt, tí Jógvan doyði longu í 1971, bara 66 ára gamal. -------- Komandi partur Tá ið Hensia var ung hendu nógvar skipsvanlukkur, sum eisini raktu Streymnes [...] Lysekil í Svøríki í 1923. Hon var bygd í Elmshorn í Týsklandi í 1888. Pápi førdi hana árini 1924-1926. Ein av teimum, sum sigldu við pápa var Hans Havid Hansen í Hósvík, skipari á “Nólsoy”, tá ið hon gekk burtur
so ikki til. Tað gjørdist ein troyst fyri Lottu og Óla Jákup, at ein systursonur hansara, uppkallaður eftir Hans Jacob, kom at vera nógv hjá teimum. Doyði frá 11 børnum Ein av teimum, sum fórst við “Doru” [...] doyði Hilmar eins og pápin á sjónum. Ein sorgarleikur var eisini norðuri í Vík. Har fórust tríggir brøður við “Doru”. Teir vóru Daniel Petur, Jacob Martin og Meinert Olsen, 15 til 22 ára gamlir. Tey vóru [...] línubátatíðini, og uppkallaði ein línubát eftir pápanum. Thorstein, giftur við Elainu Christiansen úr Leirvík, var í nógv ár formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og næstformaður í Føroya Reiðarafelag.
burtur við 8-mannafari á Norðhavinum 21. mars 1905. Hann var tá 50 ára gamal. Umframt abba doyðu hesir menn: Jóan Pauli Samuelsen, 70 ára gamal, Jens Joensen, 65 ár Johannes Olsen, 53 ár Julius Ferdinand Z [...] Streymnesi tá. Ein var Zakaris uppi í Garði, sonur hansara æt eisini Zakaris. Hann var kallaður Sagga fyri at skilja teir at. Men eg haldi ikki, at teir vóru nær í familju við okkum. Ein sonur Julius a [...] abbabeiggja, æt eisini Zakaris. Hann doyði bert 24 ára gamal av tarmaslyng. Tað var so ringt veður, at tað var ikki hugsingur um hjá báti at koma til hjálpar, og eingin vegur var. So hann doyði heima uttan
Henry, saman við fleiri øðrum, løgdu doyðin á at alt skuldi koyra, og eitt orð var eitt orð, ein maður ein maður. Teir flestu av samstarvsmonnum hansara eru nú givnir at koyra. Henry hevur koyrt sítt virki [...] orðið á ein einfaldan lættfatandi hátt. Tað er í trongdum, ein skal læra sínar vinir at kenna, serliga tá ein gongur í mótbrekku og hevur verið fyri happi. Hvar eru allir triðingsvinirnir, tá ein hevur brúk [...] Henry er giftur við Johannu, tey eiga 4 børn og fleiri abba- og ommubørn. Henry fór sum 15 ára gamal, í 1949, sín fyrsta túr til skips, við togaranum Trónda í Götu og sigldi við Tróndi í Götu í nøkur ár
sjálvandi er hon eisini errin av manninum. Trilvandi gjøgnum dagin Uni er minst líka virkin sum ein vanligur 39 ára gamal føroyingur. Hendurnar eru rætt skrúvaðar á, og við einari fortíð sum bilmekanikari, tel [...] vakran cognaclittan við upp í staðin. Ein kaldur marsmorgun í ‘90 gjørdist lagnudagur hansara. Uni og bróðurin vóru á veg til Havnar, har hann gekk í skúla, tá ein hvirla tók bilin. Forrúturin fór í smildur [...] smildur og mongu glaspettini vórðu atvoldin til, at Uni, longu sum 21 ára gamal, misti sjónina fyri lívið. Men hóast myrkrið fyri eina stund tóktist vinna á ljósinum, kundi onki taka lívsviljan frá unga