Henry Jarnskor 70

Í dag, mikudagin 6. august, fyllur Henry Jarnskor, ættaður úr Norðragøtu, búsitandi á Strondum, sjeyti.

Henry er giftur við Johannu, tey eiga 4 børn og fleiri abba- og ommubørn.
Henry fór sum 15 ára gamal, í 1949, sín fyrsta túr til skips, við togaranum Trónda í Götu og sigldi við Tróndi í Götu í nøkur ár. Fór so til Íslands at sigla við togarum og øðrum skipum. Árini 1954-55-56 og 58 sigldi eisini við ymiskum skipum sum maskinmaður.
Men tað sum Henry man verða best kendur fyri, er uttan iva sum busseigari og ítróttarvinur.
Henry hevur í mong ár verið formaður í StÍF, har legði hann eitt stórt arbeiðið í felagið sum formaður. Hann sá, at tað varð neyðugt at byrja við teimum ungu. Tað er eisini millum annað honum og øðrum góðum kreftum fyri at takka, at fyrsta mannslið hjá StÍF gjørdist føroyameistari nú í ár og hevur verið millum tey fremstu í fyrstu deild tey seinnu árini, nú verður tað heystað, sum stungið varð út í kortið fyri 15-20 árum síðan.
Ítróttarfeløg skullu brúka nógvan pening, og har var Henry ein primusmotor við góðum raðfestingum, og røttum avgerðum, men tað gekk.
Fyri nøkrum fáum árum síðan takkaði Henry fyri seg, men er enn til dystin fús, tá ið tað ræður um stuðul av ymiskum slag, tað verið seg í høll ella aðrar staðir.
Tá ið vit nevna navnið Jarnskor, so seta vit tað í samband við GÍ, eisini her hevur Henry stuðlað á sín hátt og verið dyggur viðhaldsmaður hjá GÍ.
Henry er farbróður at øllum Jarnskorunum, sum hava verið við til at manna GÍ liðið upp til henda dag og hava sett sín dám á 1. deild í fótbolti hjá monnum, frá áttati- og níti-árunum, enn er onkur eftir á 1. liðnum.
GÍ hevur havt tann eginleika, og tað sama kann sigast um Henry, at einki er avgjørt, fyrr enn leikur er lokin, tað seiggi ið skal til og viljin til at vinna.
Tá ið Bygdaleiðir varð sett á stovn, seinast í sjeyti-árunum, við fyrst leið 100 og 101 og nakað seinni víðkað við fleiri leiðum, vóru eisini boð eftir Henry Jarnskor, og fekk hann nýggja buss sín í litunum hjá Bygdaleiðum í dec. 1985, í tí góða gamla litinum, hann koyrdi við øðrum bussi í byrjanni.
Henry, saman við fleiri øðrum, løgdu doyðin á at alt skuldi koyra, og eitt orð var eitt orð, ein maður ein maður. Teir flestu av samstarvsmonnum hansara eru nú givnir at koyra.
Henry hevur koyrt sítt virki í eitt Sp/F, og í dag gevst hann at koyra, og yngri ættarlið tekur yvir.
Tá ið Busssamtøkan varð stovnað, gjørdist Henry fyrsti formaður, hann hevði avgørt sínar meiningar, men varð góður at samstarva við og reiðiligur maður, men vildi at hvør maður skuldi hava sítt, og tað sum hann átti.
Eisini arbeiddi hann eitt skifti á Farstøðini í Havn, var góður í ráðum og góður at samstarva við.
Hansara gløgni var stundum við til at loysa truplar uppgávur, so at trafikkurin gleið smidliga. Hann var trúfastur í allar mátar.
Henry hevur verið trúgvur stuðul hjá Javnaðarflokkinum. Hann hevur eisini verið uppstillaður til løgtingsval og havt onnur álitisstørv hjá flokkinum.
Eisini hevur hann sett fram sínar, ofta beinraknu og persónligu meiningar á skrift, og hevur hann havt dyrvi til at tala "Roma mitt ímot", og víst á aðrar gongdar leiðir. Hann hevur lagt doyðin á, at øll skulu liva í Føroyum og ikki bara nøkur útvald, sama um tú ert lágur ella høgur.
Henry er valdur í friðingarnevndina fyri Eysturoyar Sýslu, og hevur hann eisini verið við til at taka stórar avgerðir, sum hava hildið.
Á ungum árum fór Henry á bíbliuskúla í Danmark, og hevur hann fleiri hollar og trúfestar vinir frá teirri tíðini, sum hann samskiftir við enn.
Í sjeyti-árunum varð Henry valdur í kirkjuráðið í Sjóar sókn og sat har nøkur ár.
Sum gamal sjómaður hevur Henry eisini tokka til Føroysku Sjómansmissiónina: Hann hevur verið í Íslandi og gjørt ymiskt viðlíkahaldsarbeið á Ørkini í Reykjavík, um høvið býðst er hann fúsur at fara avstað aftur, tí hann er fittur í hondunum, dugur væl við einum lykli ella øðrum í hond.
Eisini hevur hann havt møti á Ørkini, havt vitnisburðir á sama stað, hevur framborðið orðið á ein einfaldan lættfatandi hátt.
Tað er í trongdum, ein skal læra sínar vinir at kenna, serliga tá ein gongur í mótbrekku og hevur verið fyri happi.
Hvar eru allir triðingsvinirnir, tá ein hevur brúk fyri teimum - burtur, tí teir vóru eingir vinir, men so er Henry ikki, hann hevur ongantíð gloymt ein, hevur trúliga ringt, og við sínum lætta og skemtingarsama sinni gjørt hvønndagin ljósari.
Havi mangan sitið gott í heiminum hjá tykkum og notið tykkara gestablídni.
Mín góði vinur Henry, hjartaliga tillukku á sjeyti ára degnum, Harrin styrki teg og tíni, og gevi tær eitt langt og gott lívskvøld. Tillukku enn einaferð.