9. partur
Sum greitt frá í seinasta parti byrjaði mín tíð í Gøtu við at eg passaði svigarinnuna, Fridu Dahl Jacobsen, upp. Barnið, hon fekk tá, var Jónhild, sum seinni giftist til Klaksvíkar við Jóannes Niclasen. Men Jónhild gjørdist sjúk og doyði longu í 1999.
Hans David og Frida komu at uppliva nógva sorg. Fyrsta barnið hjá teimum, Edith, doyði nærum sum nýføðingur. Eivind var føddur í 1937. Hann hevði ikki góða heilsu og doyði í 1973.
Í 1943 fingu tey Jonhard, sum giftist við Maluni Jacobsen, í Tjørnustovu, í Norðragøtu. Hann doyði í 2001.
Í 1945 fingu tey Bjarka, sum giftist við Jacobinu Højsted úr Funningi. Hon doyði fyri kortum í góðum árum.
Nøkur ár seinni fingu tey Símun. Hálvt annað ára gamal doyði hann av strúpuhosta. Hann doyði sama dag, sum sonur mín, Mikal, var føddur. Tað var tann 24.11.1949.
Hans David doyði í 2005, 93 ára gamal. Hann kom at uppliva at missa fimm av sínum seks børnum. Hetta tók honum sera fast.
Eg kann nevna, at sonur okkara, Zakaris, hevði eisini strúpuhosta eins og Símun. Jákup Højgaard, sum var lækni í Fuglafirði, segði, at eg skuldi brúka damp fyri at lætta um hjá honum. So læt eg hann anda í eitt ílat við heitum vatni. Men hetta munaði nógv ov lítið. Vit skuldu taka tveir stólar í stovuni, skuldu so hanga eitt lak tvørtur um stólarnar og seta vøgguna inn undir. So skuldi eg hava ketilin standandi á primussinum. Ketilin skuldi so dampa upp undir hetta teltið, men dampurin skuldi ikki koma beinleiðis á barnið. Tá lætnaði hjá honum.
Umstøðurnar vóru ikki lættar tá í tíðini. Frida hevði eitt 20 krónu stykki við sær, tá ið hon kom úr Oyndarfirði. Eivind var eina ferð so ógvuliga sjúkur. Tey høvdu ikki ráð at keypa medisin til hann. Hans David fortaldi fyri mær, at tá fór tann síðsta gullkrónan fyri medisin til Eivind.
Umframt Hendrik, sum eg var trúlovað við, misti Frida ein annan beiggja á ungum aldri. Hetta var Edvard f. 1903, sum 12 ára gamal í 1916 saman við einum øðrum drongi var farin at royna eftir skurapisu. Hann var áhaldsin, datt á sjógv og varð funnin sum lík seks vikur seinni av svínoyingum. Teir vistu einki um hesa vanlukku og jarðaðu dreingin í Svínoy. Tá ið hetta frættist í Oyndarfirði var líkið tikið upp aftur og jarðað í heimbygdini.
Sigga, mamma hansara, fortaldi fyri mær, at hon hevði verið í fiski, tá ið hon fekk hesi boðini. Tey fóru at leita og funnu bert tuflurnar hjá Edvardi.
Hini systkini vóru:
Apolonia, f. 1898, giftist til Fuglafjarðar við Max Petersen.
Maria f. 1900. Giftist til Funnings við Jóhannesi Petersen undir Reyni. Tey fingu ein Hendrik í 1940, og eg gjørdist gumma hansara. Hann er deyður fyri kortum.
Herborg f. 1906. Giftist til Fuglafjarðar við Johan Joensen í Toftum.
Jógvan f. 1915. Giftist við Ingrid í Hálvmørk í Oyndarfirði.
Týska flogfarið datt niður á Gøtuvík
Tá ið eg kom til Gøtu var kríggið byrjað. Hetta merktist eisini á ymiskan hátt. Tað var meðan eg var hjá Fridu, at eitt týskt flogfar datt niður á Gøtuvík. Tað hevði bumbað í Havn og hevði rakt bretska trolaran “Lincoln City”, sum sakk, og fleiri menn doyðu. Skotið var dúgliga av bretum eftir flogfarinum, eisini á Skálafjørðinum. Tá kemur tað inn á Gøtuvík. Tað sást, hvussu lágt tað fleyg yvir sjónum og vit sóu, at okkurt var áfatt.
Flogfarið setti seg yvir ímóti Norðragøtu, og vit sóu Leon Joensen fara við báti at taka menninar upp, sum vóru farnir í bjargingarbátin. Hetta var ein stór hending í Gøtu, og tað fór sjálvsagt maður og kvinna av húsi at síggja, hvat ið var áfatt, eisini Frida, sum nærum var komin til at eiga. Týska manningin á flogfarinum varð send til Bretlands, og flogfarið varð seinni tikið upp aftur og sent til Bretlands.
Eg var so hjá Fridu, til hon var komin fyri seg. Tá vildi eg so gjarna læra at seyma, og tað gjørdi eg hjá skraddaranum, sum tá var í Gøtu, Palli Thomsen. Hann var sonur Onnu Højgaard, ættað úr Rituvík, og Tummas Thomsen, har Niðri. Tað var bert eg, sum var í læru tá. Men tað vóru fleiri, sum lærdu at seyma hjá Palla.
Hetta var ein stuttlig og góð tíð. Fyrstu tíðina búði eg hjá Fridu, og síðani fór eg at búgva hjá Hannumiu, systir Hans David, mann hennara. Maður Hannemiu var Andreas Poulsen, beiggi Suffíu, gift við Jóan Elias Gregersen, handilsmanninum í Syðrugøtu. Hannemia og Andreas búðu seinni undir Gøtueiði, men tá búðu tey í Syðrugøtu. Eg kom tá eisini at passa Hannemiu upp, tá ið hon fekk Kára, sum nú býr í Klaksvík. Frammanundan áttu tey Páll og Jón, og seinni fingu tey fleiri børn.
Eg skuldi ikki møta hjá skraddaranum fyrr enn kl. 10 um morgunin. So eg hevði tíð til at vaska køkin upp og niður, áðrenn eg skuldi møta.
Hitti Poul Andreas
Tá ið eg kom til Gøtu var tað rættiliga skjótt, at eg kom at kenna Poul Andreas, son Biritu og Jákup á Dunga. Hann hevði ein fittan handil í kjallaranum. Eg plagdi at ganga oman í handilin hjá honum at keypa. Har kom nógv fólk, og tað rann saman millum okkum. Hann var sera spakur og varin.
Men væl bar til, og vit giftust 20. desember 1942. Eg hevði tá eitt skifti verið heima aftur í Streymnesi.
------










