Hendur og hundur eru eygu Una

At 39 ára gamli Uni Rasmussen er blindur, forðar honum ikki í at liva eitt vanligt og virkið lív. Seinastu tíðina hevur hann fingist við at klæða sær húsini. - Onnur skulu ikki bestemma, hvat ein blindur kann og ikki kann, er hansara motto.

Vanliga varnast vit valla mannin í stiganum, tá ið hann klæðir hús síni. Men tá ið 39 ára gamli Uni Rasmussen stendur og balanserar í toppinum á smala aluminiumsstiganum upp móti hvíta húsavegginum í Norðragøtu, tá eru mong, sum steðga á, halda ondini og hugsa sítt. Tí Uni sær ikki fram fyri seg – hann er starblindur.

Trilvandi følir Uni seg fram til hvørja einastu skrúvu, sum hann tekur úr hvíta plastklædninginum. Eina fyri og aðra eftir pilkar hann gomlu pláturnar av, blakar tær niður í tún og setir vakran cognaclittan við upp í staðin.

Ein kaldur marsmorgun í ‘90 gjørdist lagnudagur hansara. Uni og bróðurin vóru á veg til Havnar, har hann gekk í skúla, tá ein hvirla tók bilin. Forrúturin fór í smildur og mongu glaspettini vórðu atvoldin til, at Uni, longu sum 21 ára gamal, misti sjónina fyri lívið. Men hóast myrkrið fyri eina stund tóktist vinna á ljósinum, kundi onki taka lívsviljan frá unga søldfirðinginum.

Fyri hálvum fjórða árum síðani giftist hann inn til Emmu í Norðragøtu, har hann nú er partur av einari familju við trimum skúlabørnum, 9, 12 og 13 ára gomul.

- Eg tori næstan ikki at hyggja at, tá ið hann klívur upp í stigan og arbeiðir uppi í hæddunum, sigur Emma brosandi, nú Uni er farin at klæða húsini av nýggjum. Men sjálvandi er hon eisini errin av manninum.


Trilvandi gjøgnum dagin

Uni er minst líka virkin sum ein vanligur 39 ára gamal føroyingur. Hendurnar eru rætt skrúvaðar á, og við einari fortíð sum bilmekanikari, teldusnillingur og seinni eisini útlærdur massørur ber næstan alt til.

- Tað einasta, sum eg sakni, er at kunna ganga fjøllini sum ein frælsur maður, sigur Uni, sum annars luttekur í øllum arbeiði, inni sum úti: fletting, at royta fugl, hagreiða grind og at røkja kríatúrini á trøðni norðanfyri í bygdini.

- Tað løgnasta var at skula læra at eta við knívi og gafli av nýggjum. Hvussu kennist eitt epli ella ein kjøtbiti at prika í, og hvussu nógv vigar eitt passaligt petti á gaflinum? greiðir Uni frá, nú vit sessast um hugnaliga køksborðið, har Emma hevur dekkað upp. Og meðan prátið gongur, verða vit førd inn í ein heim, har hendur og hundur, saman við hinum sansunum, virka sum eygu Una. Og nógv er, sum vit síggjandi ikki hugsa um í gerandisdegnum. Til dømis brúkar ein blindur nógva orku til at minnast, hvar alt liggur.

- Tað nyttar onki, um onkur bara tveitir okkurt frá sær, til dømis eitt amboð onkrastaðni í garasjuna. Eg má hava greitt at vita, hvar alt verður lagt, annars finni eg tað ikki aftur, sigur Uni.


Treiskur og áhaldandi

Vit eru mong, sum kundu lært nógv av Una, tí hann sær heldur møguleikarnar enn forðingarnar.

- Tað, at eg eri blindur, skal ikki forða mær í tí, sum eg havi hug til. Tað er bara at fara í gongd og at royna seg fram. Tað er eisini ymiskt, hvat síggjandi duga. Og eg eri ikki bangin fyri, at tað skal miseydnast. So royni eg bara um aftur, og riggar tað ikki, so má eg bara biðja um hjálp, sigur hann og staðfestir avgjørdur:

- Eg plagi at siga, at onnur skulu ikki bestemma, hvat ein blindur kann og ikki kann.


Stjóri í egnari fyritøku

Uni er sjálvstøðugt vinnurekandi við egnari massasjufyritøku, har hann arbeiðir allan dagin – bæði úti á virkjum og í klinikkini heima við hús. Í fasta kundahópinum finna vit trý fiskavirki umframt Taks, Ellisheimið í Runavík, Mjørkadal og fótbóltsfelagið Víkingur. Eina ferð um vikuna fara hann og trúgvi fylgisveinurin, labradorurin Lotta, einsamallir við bussinum til Havnar, har hann masserar á vakurleikastovuni Cosmeto og á Blindastovninum. Tá fara teir av uppi við SMS og ganga sjálvir runt í Havnini. Uni lærdi til massør, eftir at hann hevði mist sjónina, og hann greiðir frá, at hetta er eitt sera vanligt yrki hjá blindum.

- Onkrastaðni í Asia er tað soleiðis, at allir massørar eru blindir, greiðir hann frá.


Rør og rennur

Umframt útbúgvingina sum massørur, hevur hann eisini tikið eina serliga telduútbúgving, og undirvísir viðhvørt í teldu á Blindastovninum. Hann brúkar eitt serligt tali-forrit, sum eitur Jaws og er ætlað blindum. Hetta ger, at Uni eitt nú fær kannað teldupost og fylgt við í tíðindameldrinum, serliga innan ítrótt, sum hevur eitt stórt pláss í hjartanum hjá Una. Í hesum sambandi fortelur hann um ta ferðina, hann róði við áttamannafarinum Heiðabátinum. Hetta var so seint sum í 2000, og endaðu teir við at vinna bronsu á ólavsøku.

- Ein annar á liðinum hevði tá skipað soleiðis fyri, at eg fekk eitt serligt steyp fyri avrikið, fortelur hann glaður.

Hann og Emma ganga og renna nógvar túrar saman, og viðhvørt leigar familjan seg inn í eina svimjihøll.

- Tað er ikki lætt at vera kropsliga virkin, tá man er blindur. Har er so nógv, man skal ansa eftir, og tí hava vit lært okkum at renna saman við einum elastikki millum okkum, sigur Emma, sum eisini er fegin um, at hava ein virknan mann á heimafrontinum. Tí sambært Una sjálvum er hann fyrst og fremst familjumaður.

- Um eg ætli mær at tøma uppvaskimaskinuna, hevur hann ofta longu verið har. Eisini verða klæðini tikin av snórinum, løgd saman og uppá pláss. Og tað kemur meiri enn so fyri, at gólvini eru vaskað, tá ið eg komi heim, forklárar Emma, sum akkurát er byrjað á sjúkrasystraskúlanum í Havn.

- Eg fari heimanífrá longu klokkan 7 á morgni, áðrenn hini eru uppi. Tí fer Uni upp við børnunum og fær tey í skúla hvønn dag, sigur Emma. Hon greiðir eisini frá, at Uni ikki er bangin fyri at fáa nakrar snuddir av og á. Tí sjálvandi smekkar hann seg í viðhvørt. Um okkurt stingur út í andlitshædd hevur hann ongan kjans, tí tað sær hundurin heldur ikki. Men eisini hetta tekur Uni við opnari pannu.


Hevur ikki hæddarskrekk

Men tað, sum fekk okkum norður í dag, var hendan søgan um mannin, sum klívur uppi í stiganum, hóast hann er blindur. Men hetta er ikki fyrstu ferð Uni fæst við handverk, tí hann hevur altíð verið sera fittur í hondunum. Hetta kom eitt nú til sjóndar heima hjá foreldrunum, har hann gjørdi eina altan og legði nýtt gólv á. Eisini hevur hann smíðað skógvahillina í gongini og sett nýggja úthurð í kjallaran her heima.

Men hví velur ein blindur maður at skifta klædningin á húsinum sjálvur, í staðin fyri at senda boð eftir handverkarum?

- Tað komst einamest av, at eg havi feriu og eri heima – og so er tað sjálvandi eisini nógv bíligari at gera tað sjálvur. Eg havi góð amboð, so sum tummastokkin her, sum hevur punktskrift, og eitt vaterpass, sum gevur ljóð frá sær, sigur hann og vísir okkum tummastokkin.

- Eg havi góða føling við tí, sum eg geri. Eg skal bara halda meg til trinini á stiganum og leggja hann niður, tá eg eri liðugur, sigur hann. Og Uni hevur sjálvandi ikki hæddarskrekk.

- Og eg kann halda fram at arbeiða, eisini tá ið myrkrið fellir á, sigur hann og flennir.

Nógv fólk steðga á, tá tey síggja hann uppi í stiganum. Hann minnist ein dagin, hann stóð har uppi undir tekjuni. Tá hoyrir hann tveir mans standa undir einum húsaveggi og práta. Tá letur í øðrum:

- Noy eg voyt ikki. Nú stendur hatta og mátar við tummastokki og sær ikki eitt petti.


--


Myndatekstir:


uni_arbeidir

Til forsíðuna


uni_hundur

Uni og Emma geva kríatúrunum. Altíð saman við trúgva fylgisveininum Lotta, sum er 13 ára gomul nú.


uni_masserar

Uni arbeiðir fulla tíð sum massørur. Flestu kundarnir eru starvsfólk á virkjum og stovnum, sum fáa regluliga vitjan av Una.


gas_smagenta

- 9 ára gamla Anna er eisini góð við kríatúrini. Hendan gásin er so serliga spøk.


uni_i_stiga

- Eg havi góða føling við tí, sum eg geri. Eg skal bara halda meg til trinini á stiganum og fara hóvliga fram, sigur Uni. Pápi Una kannaði arbeiðið hjá soninum, og har var alt perfekt í vater og lodd.


uni_tummastokkur

Mong eru hjálpitólini, sum lætta um í gerandisdegnum hjá Una. Her tummastokkurin við punktskrift, sum hann brúkar dúgliga. Eisini vaterpassið, sum gevur ljóð, er hent at hava, tá klædningurin skal skiftast.


Narmynd

- Tað, at eg eri blindur, skal ikki forða mær í tí, sum eg havi hug til. Eg royni meg bara fram, og miseydnast tað, so biðið eg um hjálp, sigur Uni.