at hann samstundis gleddi seg til at fáa nakað av hvíld, nú hann í 18 mánaðir út í eitt hevur stríðst við fótbóltin. Tað var tó neyvan í hansara tonkum, at hann leygardagin skuldi fáa frí ein hálvleik ov [...] tað er so upp til venjaran, um hann tekur meg við í hópin. Eisini má hann gera av, hvørt eg skal við á venjingarleguna, sum helst verður í februar mánaði, men alt tað er so nakað, sum vit mugu finna út av [...] heldur longri enn ætlað, men har var so einki at tosað um. - Eg veit ikki akkurát, hvat eg hugsaði í hasi støðuni, men eg kundi so ikki funnið upp á at gjørt nakað so býtt við beráddum huga. Óvist við
um dysturin skuldi spælast í november ella í februar. Tað tóktist liggja í luftini, at tað fór at bera til at spæla flaggdagin, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sum í síðstu viku brúkti nógva tíð [...] hjálpa til Í FSF vildu teir ógvuliga fegnir hava avgreitt undan dystinum í Sveis leygardagin, nær dysturin í Jugoslavia skuldi spælast. Teir vildu ikki koma í ta støðu, at spælararnir sunnudagin fóru í hvør [...] Uppgávan hjá FIFA í hesum sambandinum var at gera av, nær dysturin, sum Russland skuldi havt spælt í Jugoslavia leygardagin, og dysturin, sum Føroyar skuldu havt spælt í Jugoslavia í morgin, skulu spælast
halda fram enn harðari enn í dag í føroyskum politikki, tí var tað ikki nóg mikið við einum lítlum meiriluta í 1946 fyri fullveldi, so kann tað heldur ikki vera nóg mikið í dag við einum lítlum meirilut [...] at leggja forðingar í vegin fyri før. sjálvstýri, man fyrr ella seinni fara at gerast almannakunnugt í politiska lívinum alla staðni, fyrst í Norðurlondum, men eisini víða hvar úti í heimi. Spurningurin [...] ið hendi í 1946, tá danska stjórnin og politikarar her á landi gingu saman í ráð til tess at sleppa uttan um úrslitið av fólkaatkvøðuni. Gerið ikki neyðsemju um fullveldisætlanina Andstøðan í Føroyum hevur
Hann vísti á 17. august ár 2000 sum ein merkisdag í Føroya søgu. Tá vórðu tey fyrstu 7 loyvini latin altjóða og føroyska oljuídnaðinum at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. ? Nú eru vit [...] vit so komin hartil, at loyvishavarnir skulu í holt við víðari kanningar av økjunum, sum teir hava fingið tillutað, áðrenn teir kunnu søkja Oljumálastýrið um góðkenning til veruligar boringar eftir olju [...] landsstýrismaðurin, sum vísti á, at hann hevur stórar vónir til tað virksemið, sum fyristøðufeløgini skulu í holt við. ? Oljufeløgini skulu nú til at virka saman við føroyska samfelagnum. Tey skulu læra seg at
eitt óhapp í sín lut, tí tað verður altíð mett, at eitt flogfelag kann hava eitt óhapp. Tí er tað eina óhappið, sum Atlantic er skrásett fyri, ikki hent í veruleikanum. Óhappið 2. august í 1989, tá flogfarið [...] er eftirfarandi, og tey hava sett seg í samband við mannin, sum hevur staðið fyri kanningini, fyri at rætta mistøkini. Í enska blaðnum Sunday Times 10. september í ár er ein listi prentaður yvir tjúgu tey [...] ikki rætt sambært Atlantic Airways. - Í kanningini er roknað við, at Atlantic Airways bara hevur tólv fráferðir um vikuna, men í veruleikanum hava vit 42 fráferðir í miðal um vikuna, sigur Jákup Egil Jensen
Í februar mánaði í ár avdúkaði hon loynidómin, sum hon hevði borið, síðani hon var barn. Frá tí at hon var eini seks ára gomul, til hon var 15 ára gomul, misnýtti pápi hennara hana, og ikki fyrr enn í [...] ganga í so nógv ár var helst, at hann segði við meg, at um eg segði eitt orð við nakran um tað, so skuldi hann í fongsul í seks ár. Eg billaði mær inn, at eg var góð við hann og ikki vildi hava hann í fongsul [...] fekk so nógv at hugsa um, at eg gavst á HF, har eg byrjaði í august í fjør. Eg kláraði ikki at ganga í skúla, samstundis sum eg hevði alt hetta at hugsa um, sigur hon. Eftir at hon var farin til løgregluna
Øll níggju fiskiskipini verða liðug samstundis í november mánaði, og verða tey síðani send við einum stórum farmaskipi til Íslands. Túrurin úr Kina til Íslands fer at taka einar 45 dagar. Øll níggju skipini [...] upp á 660 litrar. Koyggjurnar eru seks í tali, og skipið er innrættað sambært vesturlendskum krøvum. ? Íslendsku eftirlitsmenninir, sum hava verið á skipasmiðjuni í Kina, meðan skipini vórðu bygd, siga, [...] ni úr Kina eru við at verða liðugt bygd, er altjóða áhugin fyri at byggja í Kina munandi vaksin - bæði uttanlands og eisini í Føroyum.
giftur og búsitandi í Oyndarfirði, klóraði sær rættuliga í nakkanum, tá ið hann fyrst í mars í ár fekk bræv frá Toll og Skattstovu Føroya, har hann fekk at vita, at Toll og Skattstovan, í samband við efti [...] "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" og "Ja, Rassmus," men tá skal eg vera einsamallur. At eg enntá skal vera tónleikari í einum tónleikabólki, tað er heilt við síðuna av, sigur Suni Eliassen, sum í tí dagliga er [...] rin Bacon hevur havt inntøku í samband við tónleikarvirksemi. Toll og Skattstovan skrivar víðari, at hon hevur upplýsningar um, at Súni Eliassen er ein av tónleikarunum í bólkinum. "Tað eg kenni til "Bacon"
bróstkrabba í Føroyum eru øktir seinnu árini. Nú fáa okkurt um 20 fólk í miðal staðfest krabbamein í bróstinum hvørt ár, og tað eru serliga kvinnur oman fyri fimti ár, sum fáa hesa sjúku. Oktober mánaði verður [...] óvanligt er í bróstunum. Tað hevur týdning fyri viðgerðina, at krabbasvullurin verður staðfestur so skjótt sum gjørligt, áðrenn hann er vaksin ella hevur spreitt seg, sigur Jansy Gaardlykke. Øðiligt orð Í fjør [...] av bróstkrabba, og higartil í ár er talið komið upp á 16. Kvinnur yvir 50 ár eru mest útsettar fyri at fáa bróstkrabba, men eisini tilburðurnir hjá teimum undir 50 ár økjast í tali. Ein út av hvørjum hundrað
fótbóltsvøllin í Klaksvík er nú komið so langt, at tað ber til at sessast í tí. Betongelementini eru sett upp, og nú er eftir at innilokað skýlið. Tá tað er gjørt, verður beinanvegin farið í holt við at gera [...] skulu vera í skýlinum. Upprunaliga ætlanin var, at arbeiðið skuldi verða liðugt, áðrenn fótbóltskappingin í ár endaði, men tað eydnaðist ikki. 42 metrar langt Arbeiðið at gera nýggja skýlið byrjaði í mai mánaði [...] verkfall í Danmark forðaði betongelementunum at koma rættstundis til Føroya, men nú eru tey komin og sett upp. Nýggja skýlið er 42 metrar langt, og 9 røðir av áskoðaraplássum verða at seta seg á. Í fyrstu