Fleiri fáa bróstkrabba

- Tað fyrsta fólk hugsa, tá tey fáa staðfest krabbamein, er, at nú er deyðin vísur, men soleiðis er tað ikki í veruleikanum, sigur ráðgevandi sjúkrasysturin hjá Krabbameinsfelagnum

Tilburðirnir av bróstkrabba í Føroyum eru øktir seinnu árini.

Nú fáa okkurt um 20 fólk í miðal staðfest krabbamein í bróstinum hvørt ár, og tað eru serliga kvinnur oman fyri fimti ár, sum fáa hesa sjúku.

Oktober mánaði verður kring allan heimin nýttur til at seta fokus á bróstkrabba, men hóast menningin innan viðgerð hevur verið stór, kann eingin kann vísa á nakra fyribyrging fyri krabbamein í bróstinum.

Ráðgevandi sjúkrasysturin hjá Føroya Felag móti Krabbameini leggur tó kvinnum eina við at kanna síni egnu bróst.

- Tað er umráðandi, at kvinnur kenna síni bróst, so tey merkja, um okkurt óvanligt er í bróstunum. Tað hevur týdning fyri viðgerðina, at krabbasvullurin verður staðfestur so skjótt sum gjørligt, áðrenn hann er vaksin ella hevur spreitt seg, sigur Jansy Gaardlykke.


Øðiligt orð

Í fjør vóru 18 nýggir tilburðir av bróstkrabba, og higartil í ár er talið komið upp á 16.

Kvinnur yvir 50 ár eru mest útsettar fyri at fáa bróstkrabba, men eisini tilburðurnir hjá teimum undir 50 ár økjast í tali. Ein út av hvørjum hundrað, sum fær bróstkrabba, er mannfólk.

Helvtin av teimum, sum fáa krabbamein, gerast frísk, men hetta er ikki tað, sum fólk fyrst hugsa um, tá tey fáa boðini um sjúkuna.

- Krabbamein er eitt øðiliga negativt orð, og tað fyrsta fólk hugsa, tá tey fáa staðfest krabbamein, er, at nú er deyðin vísur. Men í dag er viðgerðin nógv betri enn áður, og helmingurin av sjúklingunum verður frískur, og fólk liva sum heild longri við sjúkuni, vísir Jansy Gaardlykke á.


Sjálvkannan

Í Svøríki hava tey innført skipaðar mammografi-kanningar av bróstunum hjá kvinnum, men hetta verður ikki gjørt í øllum tí danska kongaríkinum.

Sviiar hava sæð ítøkilig úrslit av hesum sokallaðu skanningunum, men tað er kostnaðarmikið at hava slíkar regluligar kanningar av kvinnum, og tað er ein orsøk til, at hetta ikki verður gjørt í Føroyum.

- Fyri tað fyrsta er útgerðin kostnaðarmikil, og so skalt tú hava serkøn fólk at gera hesar kanningar, so tað er ein spurningur um fíggjarliga orku, men sjálvandi hevði tað verið besta loysnin, heldur Jansy Gaardlykke.

- Tá vit ikki hava hesar skanningar, mugu vit mæla kvinnum til at kanna síni egnu bróst eina ferð um mánaðin, og um okkurt óvanligt er at finna í bróstinum, er umráðandi at fara til lækna beinanvegin, sigur hon.


Nógv ringja

Nógv av teimum fólkunum, sum fáa krabbamein, venda sær til Krabbameinsfelagið, og har er tað uppgávan hjá ráðgevandi sjúkrasystrini, sum er einasta starvsfólkið hjá felagnum, at vegleiða fólki.

- Fólk spyrja um ymiskt, tey eru kanska ótrygg við okkurt, sum tey hava fingið at vita, tey vilja hava onkrar praktiskar upplýsingar, og so eru tað summi, sum hava brúk fyri at tosa við meg um okkurt, sum liggur teimum at hjarta, sigur Jansy Gaardlykke

- Vit hava eina fasta telefontíð hvønn dag, og tað eru nógv fólk, sum brúka hetta tilboð. Við hvørt eru tað avvarðandi, sum spyrja seg fyri vegna onkran sum hevur fingið krabbamein,og eg havi eisini til uppgávu at seta sjálvhjálparbólkar saman.

Krabbameinsfelagið veitir fíggjarligan stuðul til krabbameinssjúklingar, og felagið átekur sær eisini ein part av gjaldinum, tá fólk fara til sálarfrøðing. Harumframt letur felagið eisini ráðgeving, tá tað ræður um sosialar spurningar.