Longda vetrarfrí

Jens Kristian Hansen gleddi seg undan dystinum um, at hann nú kundi fáa nakað av hvíld, men henda gjørdist drúgvari enn ætlað

Tá vit eftir venjingina hóskvøldið tosaðu við føroyska liðskiparan, hevði hann stak góðar vónir til dystin.

Tað var tó eisini sjónligt, at hann samstundis gleddi seg til at fáa nakað av hvíld, nú hann í 18 mánaðir út í eitt hevur stríðst við fótbóltin.

Tað var tó neyvan í hansara tonkum, at hann leygardagin skuldi fáa frí ein hálvleik ov tíðliga, men tá dómarin vísti honum ostaskorpuna, var kappingarár hansara av á hesum sinni.

Seinna hálvleik noyddist hann sostatt at síggja frá áskoðaraplássinum, har hann saman við restini av 12. manni royndi at stuðla upp undir teir tíggju, sum eftir vóru á vøllinum.

- Ja, nú gjørdist ferian heldur longri enn ætlað, men har var so einki at tosað um.

- Eg veit ikki akkurát, hvat eg hugsaði í hasi støðuni, men eg kundi so ikki funnið upp á at gjørt nakað so býtt við beráddum huga.


Óvist við várinum

- Hvussu verður næstu ferð, kann eg so ikki sjálvur svara fyri, tí tá havi eg so undir øllum umstøðum leikbann, men eg rokni tó við, at avrikið verður betri.

- Dysturin í dag var ein ordiligur off-day hjá okkum, men vónandi verður tað so ikki galdandi til ta tíð.

- Hvussu verður við landsdystum fyri mítt viðkomandi komandi vár, dugi eg heldur ikki at siga. Tað er nakað sum Allan Simonsen má taka støðu til. Fyrsta ferðin er jú til Luksemburg og Russland, so eg kann væl spæla seinna dystin av hesum, men tað er so upp til venjaran, um hann tekur meg við í hópin. Eisini má hann gera av, hvørt eg skal við á venjingarleguna, sum helst verður í februar mánaði, men alt tað er so nakað, sum vit mugu finna út av til ta tíð.