Klaksvík: Arbeiðið at gera nýggja skýlið við fótbóltsvøllin í Klaksvík er nú komið so langt, at tað ber til at sessast í tí.
Betongelementini eru sett upp, og nú er eftir at innilokað skýlið. Tá tað er gjørt, verður beinanvegin farið í holt við at gera almennu toilettini, sum skulu vera í skýlinum.
Upprunaliga ætlanin var, at arbeiðið skuldi verða liðugt, áðrenn fótbóltskappingin í ár endaði, men tað eydnaðist ikki.
42 metrar langt
Arbeiðið at gera nýggja skýlið byrjaði í mai mánaði, og síðani hevur gingið væl. Tað kom eitt sindur upp á tvørs, at eitt verkfall í Danmark forðaði betongelementunum at koma rættstundis til Føroya, men nú eru tey komin og sett upp.
Nýggja skýlið er 42 metrar langt, og 9 røðir av áskoðaraplássum verða at seta seg á. Í fyrstu syftu verða beinkir settir upp.
Tað er Pól Kristoffur Joensen, sum stendur fyri øllum arbeiðnum við nýggja skýlinum. Klaksvíkar kommuna, KÍ, NFÍ og Áskoðarafelagið hjá KÍ fíggjað arbeiðið, sum eisini hevur fingið stuðul frá landskassanum.