Kravdi skipara eftir ølklubbaskatti

-Hóast eg bert dugi trý greb á einum gittara, og klári akkurát "Ja, Rasmus, og Eitt sunnukvøld í Plantasjuni," so eri eg tvær reisur í ár kravdur eftir skatti, fyri inntøku, sum eg skal hava vunnið fyri at spæla til dans í ølklubbum í Havn, sigur Suni Eliassen, skipari í Oyndarfirði

 

Jústinus Leivsson Eidesgaard


Oyndarfjørður: Súni Eliassen, lorvíkingur, giftur og búsitandi í Oyndarfirði, klóraði sær rættuliga í nakkanum, tá ið hann fyrst í mars í ár fekk bræv frá Toll og Skattstovu Føroya, har hann fekk at vita, at Toll og Skattstovan, í samband við eftirlitskanningar hjá klubbum, dansihølum o.ø., er komin eftir, at tónleikabólkurin Bacon hevur havt inntøku í samband við tónleikarvirksemi.

Toll og Skattstovan skrivar víðari, at hon hevur upplýsningar um, at Súni Eliassen er ein av tónleikarunum í bólkinum.

"Tað eg kenni til "Bacon" er tað baconið, sum verður brankað á eini pannu og so ikki meira. Eg tónleikari? Eg eigi gott nokk ein gittara, men eg dugi bert trý greb, C,G og F og eg klári so dánt at spæla "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" og "Ja, Rassmus," men tá skal eg vera einsamallur. At eg enntá skal vera tónleikari í einum tónleikabólki, tað er heilt við síðuna av, sigur Suni Eliassen, sum í tí dagliga er skipari á oljuskipinum Magn, ið flytir olju millum Føroyar og Danmark.

Í tríggjar dagar var Suni Eliassen tónleikari á hesum sinni. Hann fær bræv nakrar dagar seinni, tað er dagfest 3. mars í ár, har Toll og Skattstovan orsakar mistakið . Hetta hendir eftir at Suni 2. mars í brævi hevur bedýrað yvirfyri skattavaldinum, at hann als ikki er tónleikari, hevur ongantíð verið tað og fer heldur ongantíð undir hetta yrki.


Nýggj tilnevning

So ganga seks mánaðar, við tí heitasta summarinum menn vita um, og Suni Eliassen er skipari og alt er sum vanligt. Men eitt bræv frá Toll og Skattstovu Føroya, sent frá Eysturoyar øki, daterað 30. august 2000, broytir enn einaferð gerandisdagin hjá skiparanum úr Oyndarfirði.

Brævið er eitt sokallað ætlanarskriv og viðvíkir sjálvuppgávuni hjá Suna Eliassen fyri 1996 og 97.

Í brævinum verður nevnt, at í samband við eftirlitsvitjan hjá skattavaldinum í ølklubbanum Tórshøll, er komið fram ,at Suni Eliassen hevur havt inntøku av tónleiki frá tónleikabólkinum "Kallar". Og at hetta sambært grein 25 í skattalógini er skattskyldug inntøka.

-Eg eri totalt ómusikalskur og havi ongantíð verið limur í nøkrum tónleikabólki, enn minni tónleikabólkinum "Kallar", sigur Suni Eliassen.

-Eg vendi mær til Toll og Skatstovuna í Eysturoynni og 19 dagar seinni fekk eg skriv, har stovan játtar, at eg ikki eri tónleikari. Teir bóðu ikki eingang umbering fyri mistakið, tað kundu teir nú havt ómakað sær, sigur Suni Elliassen.

-Nú bíði eg bert eftir hvat næsta brævið hjá Toll og Skattstovu Føroya fer at snúgva seg um, sigur Suni Eliassen at enda.