Vónir og krøv til oljuvirksemið

? Sum landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum og við teimum royndum eg havi innan arbeiðsumhvørvi, haldi eg, at tað er av størsta týdningi, at heilsu-, trygdar- og umhvørvisstøðið er so gott sum gjørligt á øllum arbeiðsplássum segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum á fyrsta fundinum hjá nýstovnaða Oljutinginum í Havn mikukvøldið.

 

Hann vísti á 17. august ár 2000 sum ein merkisdag í Føroya søgu. Tá vórðu tey fyrstu 7 loyvini latin altjóða og føroyska oljuídnaðinum at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum.

? Nú eru vit so komin hartil, at loyvishavarnir skulu í holt við víðari kanningar av økjunum, sum teir hava fingið tillutað, áðrenn teir kunnu søkja Oljumálastýrið um góðkenning til veruligar boringar eftir olju og gassi segði landsstýrismaðurin, sum vísti á, at hann hevur stórar vónir til tað virksemið, sum fyristøðufeløgini skulu í holt við. ? Oljufeløgini skulu nú til at virka saman við føroyska samfelagnum. Tey skulu læra seg at skilja og arbeiða saman við lokala vinnulívinum, almennu umsitingini og útbúgvingarstovnum viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi.

Eyðun Elttør vísti á, at tað er ein týðandi uppgáva hjá myndugleikunum at seta krøv um eitt trygdarstøði, sum tryggjar starvsfólk og umhvørvi. Tí má trygdarstøðið til eina og hvørja tíð verða dagført, so tað samsvarar tøkniligu menningina í samfelagnum annars.

Myndugleikarnir skulu hava eftirlit við, at oljufeløgini og teirra undirveitarar lúka galdandi lógir og kunngerðir.

? Okkara uppgáva er eisini at hava eftirlit við, at fyristøðufeløgini og teirra undirveitarir fremja virksemið á ein skipaðan hátt við eini klárari fatan av egnari ábyrgd og uppgávum.

Oljumálastýrið er nú í ferð við at leggja síðstu hond á eitt uppskot til eina funktionella reglugerð fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Henda reglugerðin gevur ídnaðinum fríari ræsur til sjálvi at leggja virksmið til rættis og gjøgnumføra hetta í samsvar við tey krøv, ið føroyskir myndugleikar seta.