hjá Sosialinum er 7,7 milliónir. Soleiðis eru viðurskiftini broytt millum Dimmalætting, sum var Føroya størsta og ríkasta blað í 122 ár – og Sosialin. Dimmalætting og Sosialurin stovnaðu [...] pengar til teirra, sum bankarnir ikki vildu nerta. – Og tað er komið á eitt turt stað hjá fleiri fyritøkum í Føroyum, skrivaði Dimmalætting. Og blaðið spekulerar eisini uppá, hvønn tað er, sum hesin [...] húsagangin hjá Dimmalætting í 2010, tá gomlu eigarar, Samuelsen-familjan, mistu blaðið og allar tess ognir – og harvið eina eginogn upp á um 30 milliónir krónur, hevur Sp/F Reyðberg hjá Eyðfinni
eyðkendi, tá Kyndil er best. Nógv ferð á álopsspælinum og eina knallharað verju, sum ferð eftir ferð steðgaði skotsterku bakketuni hjá Neistanum. Og við einum Erlendi Johannesen í málinum, sum sjáldan hevur [...] fingið sína triðju útvísing, og tí var ein týðandi partur av Kyndils-verjuni burtur. Um sama mundi fekk Neistin, sum hevði verið aftan fyri allan dystin, togað seg upp á 21-21, og fagnaðurin í bláu leguni [...] tykist Kyndil eisini at vera í rætta gearinum frá byrjan hesaferð, og kunnu teir halda dampinum á leið haruppi, sum hann var sunnudagin og fyri eini viku síðani, er eingin orsøk at halda, at Kyndil ikki verður
Hesaferð vóru hoyvíkingar mótstøðuliðið, og tað var ikki bara sum at siga tað. Longu fyrstu tíggju minuttirnir bóru boð um, at hetta skuldi ikki vera dagurin hjá KÍF, og við støðuni 2-9 valdi Kári Durhuus at [...] r hava styrkt sær væl um liðið í summarsteðginum, og teir megnaðu uttan stórvegis trupulleikar at halda tørn. Tað gjørdu teir eisini eftir steðgin, og spakuliga noyddust KÍF at ásanna, at her fekst einki [...] løtuna tóktist eisini, sum høvdu teir givið upp alla vón um at fáa nakað burturúr dystinum, og so kundi H71 í friði og náðum økja um leiðsluna, sum at enda gjørdist heili 11 mál. Miðja høgt Saman við avrikinum
um eru matur, brenniolja og rentuútreiðslur. Hyggja vit nærri eftir hesum útreiðslum, er hækkingin hendan: ##med2## Talva 1 vísir eitt nú, at farna árið er matur hækkaður 7,7%, rentuútreiðslurnar eru hækkaðar [...] egnum sethúsum, hevur eitt lán á kr 2,5 mió., eitt billán og annars vanligar útreiðslur, ið hoyra húsarhaldinum til, eru mánaðarligu føstu og skiftani útreiðslurnar í alt øktar 34,1% úr kr 32.200 í kr [...] ginum av drúgvum og drúgvum nýtsluvørum er lækkandi, hóast prísurin á hesum vørum eisini er hækkaður. Hesir vørubólkar fevna millum annað um klæðir, møblar, hvítvørur, elektronikk og bilar. Samanumtikið
Seinast, stevnan var, voru útvið 5.000 fólk á stevnuni og hugdu og tá voru 104 básar. Næsta stevnan verður munandi størri. Tá verður stevnan einar 7.000 fermetrar, tvs, at hon verður nakað størri enn stevnan [...] Stevnan í Hanstholm nevnist "Havfisk International" og er í døgunum 16.-18. september komandi ár. Hanstholm er størsta fiskivinnuhavn í Danmark og hetta er aðru ferð, at stevnan verður hildin har. Á seinastu [...] var og sýndi fram. ? Tað vóna vit verður øðrvísi næsta ár, siga fyrireikararnir av stevnuni í Runavík. Teir siga, at á stevnuni er mest hugsað um norðuratlantshav, tvs Danmark, Noregi, Føroyar og Ísland
størsti vinningur, sum er útgoldin til ein einstakan vinnara, og tá er vinningurin enntá skattafríur. Vinningurin var 177,7 milliónir evrur og tað er størsti vinningur nakrantíð í Europa, SuperEnaLotto hevði [...] lottosælinum. Og tá vit so hugsa um, at drigið verður tríggjar ferðir um vikuna, hevur tað verið drúgt at finna ein hepnan vinnara. Talan er um fleiri enn hundrað dráttir við ongum vinnara, og tí er tað ógvuliga [...] fara í skatti. Nevnast kann, at eisini føroyingar kunnu spæla við í bæði SuperEnaLotto, Mega Millions og øðrum lottospølum við risavinningum.
sermerkt fólkaslag. Síðani mánakvøldið hava teir sitið pinnastillir og kríggjast í Løkshøll. Góðir og royndir føroyskir telvarar saman við ungum og onkrir heilt óroyndir hava luttikið í kapping saman við útlendskum [...] har teir hava fingið at eta og drekka, og har tað hevur verið møguleiki at fylgja við á stórskíggja, hvussu tað hevur gingið í talvunum, sum ikki hava verið liðug. Og so hava teir samstundis tikið í góðum [...] ferðast kring heimin og luttaka í nógvum kappingum. Hóast teir hava sitið sum á nálum, so hevur tað verið kríggj á talvborðunum. Eftir lokið stríð eru teir farnir úr fínu Løkshøll og inn í kantinuna, har
- Bæði fyri hann og fyri okkum, er tað ótrúliga keðiligt. Marco Reus var í góðum formi og hann hevur bergtikið okkum undir venjing, umframt í báðum venjingardystunum móti Kamerum og Armenia. Týski venjarin [...] Reus gjørdist skaddur. Marco Reus hevur fingið ein skaða í fótliðið og fyrstu ábendingarnar siga, at Marco Reus skal binda frið í 6 til 7 vikur. Tískil hava læknarnir hjá Týsklandi tikið avgerð um, at Marco [...] hesa vikuna, ið hevur melda avboð til HM vegna skaða. Hinir eru Riccardo Montolivo, Radamel Falcao og Frank Ribery. Les eisini: Italski liðskiparin missir HM Les eisini: Falcao gjørdist ikki klárur Les
Galicja Krakow og Havnar Svimjifelag luttóku. 14 svimjarar og tríggir venjarar úr Póllandi komu til kappingina – og heiðursmerki og steyp vóru at vinna. Hetta gjørdi kappingina serliga spennandi og tað vóru [...] Margit Højbro og Siðrið Vesturtún struku avsta við flotta steypinum. Til lukku FS. HS gentur vunnu silvur og bronsuna. Liðkappingina 4x200 frí hjá monnum vann HS við framúr tíðini 7.40,27 og sostatt tóku [...] 13 ára gamalt met frá Susvim 7.54,64 – altso við heili 14.37 sek! Tað vóru Isak Brisenfeldt, Oddvaldur Leivsson, Silas Dam Lindberg og Bartal Eidesgaard, sum tóku metið og fingu steypið, sum fer at pynta
Maria Berg Hansen og Eyðgunn Hentze Rasmussen, sum hava verið flogternur hjá Atlantsflogi í ávikavist 7 og 15 ár, koyrdar upp á standandi fót, og tað hevur fingið danska fakfelagið FPU – og nú eisini ETF – [...] forkvinnu og næstforkvinnu fyri nýstovnaða lokala felagið Súlan, sum liggur undir danska fakfelagnum, Flyvebranchens Personale Union (FPU), og tískil taka feløgini málið í stórum álvara. Sambært FPU og ETF kann [...] ódemokratisku og primitivu framferðarhættirnir hjá felagnum at snúgva sær undan sáttmálasamráðingum við kabinupersonali. Slíkt eigur ikki at koma fyri í nútíðarflogvinnuni, har trygd og høgir sosialir