Fípan Fagra heldur stílin

Barnaróður dreingir: Í dag vóru tað tíggju sekund aftur til næstfremsta bátin

Dreingirnir í barnaróðrinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag vandu í allan vetur. Longu á norðoyastevnu sást, at teir umborð á Fípuni Føgru vóru sera væl trimmaðir. Teir hava vunnið allar róðrarnar sannførandi, og soleiðis var tað aftur ídag.

Hóast róðrarteinurin ikki er meiri enn 500 metrar, so vóru óføru dreingirnir tíggju sekund undan fremsta avbjóðaranum.

Í Fuglafirði fyri einari viku síðani vann Fiskurin sera tætta kapping um næstfremsta plássið ímóti Knúki.

Í dag var tað Knúkur hjá teimum í Eysturkommunu, sum vann kappingina um næstfremsta plássið. Knúkur var eina stóra rong undan Fiskinum úr Vági.

 

1 Fípan Fagra 2:48.35

2 Knúkur 2:58.23

3 Fiskurin 2:59.02

4 Dúgvan 3:02.14

5 Firildur 3:08.19

6 Spógvin 3:08.19

7 Falkur 3:10.21

8 Ingibjørg 3:12.35

9 Pílur 3:14.46

10 Nísan 3:18.12

11 Ørnin 3:20.28

12 Royndin Fríða 3:36.42

13 Beinta 3:38.21