Fagraberg hevur fiskað mest

Av teimum føroysku svartkjaftaskipunum hevur Fagraberg fiskað mest hesa veiðitíðina.

Tey føroysku uppsjóvarskipini hava fiskað 116.500 tons av svartkjafti, síðani fiskiskapurin tók seg upp í altjóða sjógvi vestan fyri Írland í mars mánað. 

 

Í mars fiskaðu skipini 17.500 tons í altjóða sjógvi. Eftir at sáttmálaviðurskiftini við ES vóru komin upp á pláss, fiskaðu skipini 38.000 tons í ES-sjógvi, og til í gjár høvdu tey fiskað 61.000 tons í føroyskum øki.

 

Tíggju føroysk skip hava verið á svartkjaftaleiðunum í ár. Tað er ymiskt, hvussu nógv tey hava fiskað, men tey hava heldur ikki roynt líka nógv, tí onkur teirra hava bara verið til fiskiskap ein part av tíðini.

 

Til í gjár sóu veiðitølini hjá skipunum soleiðis út:

Fagraberg 20.030 tons

Finnur Fríði 19.010 tons

Christian í Grótinum 17.380 tons

Jupiter 17.290 tons

Tróndur í Gøtu 11.830 tons

Norðborg 9.500 tons

Slættaberg 7.505 tons

Tummas T 5.730 tons

Næraberg 4.421 tons

Atlantsfarið 2.700 tons

Tilsamans 115.496 tons