Yvir 4.000 deyð av korona í Norðurlondum

Seinasta samdøgrið er talið av deyðum við koronavirus hækkað við 55.

Tilsamans eru nú deyð 4.240 fólk av koronavirusfarsóttini seinasta samdøgrið.

Tað er ein hækking upp á 55 síðani leygarnáttin. Samdøgrið frammanunn var talið 149 andlát.

Við einum fólkatali upp á góðar 27 milliónir í Norðurlondum svarar tað til 15,5 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Hvørki í Føroyum ella Grønlandi er skrásett andlát vegna Covid-19.

Her eru tølini, sum vórðu gjørd upp á midnátt. Tølini í klombrum er talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

* Svøríki: 3220 deyð (31,5). 45 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Danmark: 526 deyð (9,1). 4 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Finnland: 265 deyð (4,8). 5 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Norge: 219 deyð (4,1). 1 deyður seinastu 24 tímarnar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

* Føroyar: Eingin deyður

* Grønlan: Eingin deyður

Kilder: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslæknaembætið í Føroyum og Grønlandi.

/ritzau/