VÍF/Tjaldur skal vinna í kvøld

Felagsliðið skal vinna dystin móti Kyndli í kvøld, um tær skulu hava nakran møguleika at vinna sær pláss í FM finaluni.

 

Ein dystur verður í fremstu deild hjá kvinnum í kvøld. Í høllini á Hálsi tekur Kyndil móti VÍF/Tjaldur. Kyndil hevur 16 stig á øðrum plássi, meðan VÍF/Tjaldur hevur tíggju stig á triðja plássi. VÍF/Tjaldur hevur spælt ein dyst færri.

 

Hetta er tí ein gyltur møguleiki hjá nýggjan venjaranum, Jan Ottosen, og hansara kvinnum, at leggja trýst á Kyndil. Havnarliðið hevur fingið tilgongd av Simonu Petersen frá Stjørnuni, men hon verður ikki tøk fyrr enn dystin 3. mars móti Neistanum.

 

Fyri VÍF/Tjaldur kemur tað illa við, at Annika Poulsen gongur við gipsi á aðari hondini, meðan Adina Petrea ikki hevur spælt í longri tíð.

 

Fremsta deild kvinnur:

Kyndil – VÍF/Tjaldur (18.00) Beinleiðis á Rás2

 

Støðan:

1. Neistin 26

2. Kyndil 16

3. VÍF/Tjaldur 10

4. VB 10

5. StÍF 9

6. Stjørnan 7