Landið fingið 292 milliónir úr Føroya Tele

Tað er ein góð forrætning hjá landinum at selja telefonhald, internethald, sjónvarpshald, telefonir og annað til Føroya fólk.

At tað er ein góð íløga ber vinningsbýtið seinastu 15 árini boð um. Tí síðani 2004 hevur landið fingið tilsamans 292 milliónir krónur burtur úr Føroya Tele.

Í gjár hevði Føroya Tele aðalfund, og eftir aðalfundin boðið almenna telefonfelagið frá, at yvirskotið í 2018 var upp á 48 milliónir krónur. Av hesum hevur fær Føroya Landsstýri sum eigari 35 milliónir krónur í vinningsbýti.

Les eisini: Landið fær 35 milliónir frá Føroya Tele

Seinastu 15 árini hevur Føroya Landsstýri tilsamans fingið 292 milliónir krónur í vinningsbýti. Sama tíðarskeið hevur yvirskotið tilsamans 481 milliónir krónur.

Soleiðis hevur vinningsbýtið úr Føroya Tele verið árini 2002-2018:

2018

35

milliónir krónur

2017

20

milliónir krónur

2016

20

milliónir krónur

2015

25

milliónir krónur

2014

30

milliónir krónur

2013

30

milliónir krónur

2012

30

milliónir krónur

2011

9

milliónir krónur

2010

6

milliónir krónur

2009

6

milliónir krónur

2008

5

milliónir krónur

2007

7

milliónir krónur

2006

31

milliónir krónur

2005

30

milliónir krónur

2004

8

milliónir krónur

Tilsamans

292

milliónir krónur