Fiskivinna Jóhannes Olsen, sum eisini er formaður í felagnum Línuskipum, sigur, at omanfyri nevnda dømi er ein ónd ringrás, ið kann koma okkum sum fiskivinnusamfelag aftur um brekkur. - At sjólívið gerst [...] Eysturoyingi. Tveir komu fyrst og so tann triði, sum ikki fekk komið í sama flogfari sum hinir báðir. Hesir hava verið umborð á Eysturoyingi í heyst. Ætlanin hjá reiðaranum var at fáa nakrar fleiri póllendingar [...] ikki er haldgóð. - Hetta gongur út yvir teir, sum annars eru við hesum skipum. Línuskipini í okkara bólki eru 27 í tali, og vanliga manningartalið er 14. Teir kunnu vera 13 og ganga vanligu vaktirnar. Men
Torbjørn Jacobsen í landsstýrissessin so stutt undan at kanningarstjórin kom við sínari frágreiðing. Tað var ikki ein samdur Tjóðveldisflokkur, sum tók ta avgerðina, og sjálvur leggur formaður í tingbólki T [...] allatíðina hevur verið vísur í, at Signar á Brúnni ikki hevur gjørt nakað kriminelt, sum hann orðar seg. ? Eg hevði allatíðina væntað, at Signar fór at verða reinasaður í so máta, men at hann fór at verða [...] men Heini O. Heinesen heldur tað vera lítið sannlíkt, at stórt meira fer at henda í málinum Gekk ov seint Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins, hevur hug at geva sjálvari stýrisskipanarlógini sín
vit nú eru 16.000 fólk í Havn. ? Fyrr fóru bygdamenninir í B36, men nú er hetta broytt. Nú hava áskoðararnir eina felagskenslu við liðnum hjá sær, meðan leikararnir fara at flyta í millum. Nemus svarar bæði [...] spælararnir megnaður at renna í 90 minuttir undir hasum umstøðunum. Teir eiga ein ótrúligan heiður fyri at hava klárað seg so væl, heldur Nemus, sum leggur afturat, at í heila tikið so vóru tað allir, [...] munurin er so stórur millum topp og botn í 1. deild. ? Og ikki minst tað, at vit hava fingið nakrar spælarar út um landoddarnar at spæla. ? Sum fyrrverandi HB-formaður, heldur tú so, at stigið hjá HB við
aftur, sum tey hava uppiborið. Tað, tú sáðar í dag, skalt tú heysta í morgin. Ætla tit, ið taka avgerðir í hesum landi, at liggja, sum tit reiða fyri okkara gomlu í dag? Ella skulu tit, ið skalta og valta við [...] skjótast gjørligt. Fyrr vóru tey gomlu høgt í metum, tey høvdu eina serstøðu í samfelagnum og vórðu vird, tí tey høvdu lívsroyndirnar. Tey, sum eru gomul í dag, hava stríðst fyri tí samfelagi, sum vit [...] stovnar gerast støð, har øll bara sita og bíða í, orsaka heitið, "deyðans forgarði-. Vit mugu gera okkum greitt, at tey, sum eru um okkum, tá ið vit komu í hesa støðu, fáa góðar umstøður at arbeiða undir
persónar eru minni fólkaligir enn aðrir, sigur Jógvan Sundstein. Hann var sjálvur formaður í Fólkaflokkinum í áravís, og tað er í flokkunum, at politikarar eiga at alast upp. ? Formansskapurin á løgtingi hevur [...] Málburðurin í løgtinginum er á lágum støði, og tað er nógv versnað. Tað sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður. Hann sat á løgtingi fyri Fólkaflokkin í 24 ár og fór úr politikki fyri 10 árum síðan [...] terroristafelagsskapir. Formansskapurin átti at átalað í báðum førum og helst beinanvegin, heldur Jógvan Sundstein, og tað er ikki nøkur umbering, at tað í tí eina førinum var talan um ein spurning, tí tey
borið upp á mál í nógv ár, men nú fara vit av álvara at gera nakað við tað, sigur Tórfinn Smith, formaður í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð. Helst á Sundi Umhvørvisnevndin heitir í samtyktini á Byggi- [...] Viðarnesi, eru vorðnir ein partur av býarmyndini í Havn. Ein býarmynd, sum ikki øll hava verið so fegin um. Síðstu tíðina hava fleiri oljulekar verið staðfestir í Havnarvág, sum kortini ikki kunnu lastast o [...] dálking í fjølmiðlunum. Men harafturat kemur, at virksemið er nógv størri. Og størri virksemi hevur meira dálking við sær. Tess meiri neyðugt er at vera á varðhaldi, sigur hann. Býráðið hevur í hesum sambandi
forða fyri hesum. Elsa Birgitta P. Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, er enn sum áður púra avgjørd í síni meining um, hvør skal umsita fólkaskúlan í Føroyum. Men hon heldur, at tað skal vera undarligt [...] fyri kortum sett tiltøk í verk, tí at tað góðtekur ikki, at tað skal samráðast við kommunurnar um lønir. Hon sigur, at verður skúlin lagdur undir kommunurnar at umsita, verður tað í ein ávísan mun hugburðurin [...] einstøk kommuna, hevur Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at eitt endamál er at koma nærri brúkarunum, men Føroyar eru so lítið land at tað er óneyðugt at koma nærri brúkaranum í hesum føri. Hon veit ikki, hvat
verður klár til summarsiglingina í 2003. Tá ið tað arbeiðið er liðugt, verður beinanvegin farið undir at gera klárt til nýggju suðuroyarferjuna, sum verður sett í sigling í 2004. Tilsamans er hetta útbyggingar [...] Jákup Suni Joensen, formaður í nevndini fyri Tórshavnar Havn. Hann sigur, at arbeiðið hevur skund, tí fyri ein stóran part ber tað bara til at arbeiða um veturin, tá ið Norrøna ikki siglur í summarsigling. [...] at. Hetta arbeiðið er byrjað og heldur fram til Norrøna fer í summarsigling og verður so tikið uppaftur næsta vetur. ? Tað arbeiðið umfatar í fyrstu syftu at styrkja atløgubrygguna, at stoypa stabbar út
við leiðsluni í KFS í Hoydølum. Tá hann var fyrst í 20’unum, var hann nevndarlimur og seinni formaður í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn. Sum 28 ára gamal gjørdist hann settur aðalskrivari í Kirkjuligu He [...] gamal formaður í høvuðsstýrinum fyri Heimamissiónina. - Eg havi altíð havt áhuga fyri leiðslu og nýggjum avbjóðingum, sigur Bergur Debes Joensen, sum hevur tikið skeið í leiðslu á Skeiðsdeplinum í Tórshavn [...] samkynd enn tað, hann sigur um kvinnur í samkomuni? - Kvinnur og menn skulu á jøvnum føti kunna virka í samfelagnum og í kirkjuliðnum sambært Paulus eisini vera við í boðan og leiðslu, men avmarking setur
ikki Sambandsflokkin og danskt vald í Føroyum. Í Fólkaflokkinum gongur triðji danski konsulin í landinum. Riddarin av Dannebrog, Anfinn Kalsberg. Í ein mansaldur í føroyskum politikki og seinastu tvey [...] sleppa úr sessinum sum formaður. Í grein í bløðunum herjar hann frontalt á rættin til talufrælsið. Tingformaðurin undirgrevur grundlógartryggjaða rættin hjá hvørjum einstøkum menniskja í samfelagnum undir egnari [...] formanssessurin í tinginum ikki at verði misbrúktur og traðkaður á so álvarsliga, sum tað er hent í hesum førinum. Okkurt bendir á, at stríðið um valdið í Føroyum, sum nú stendur um flaggstongina í Reykjavík