Oljutangarnir hjá oljufeløgunum Shell og Statoil á Viðarnesi, eru vorðnir ein partur av býarmyndini í Havn. Ein býarmynd, sum ikki øll hava verið so fegin um.
Síðstu tíðina hava fleiri oljulekar verið staðfestir í Havnarvág, sum kortini ikki kunnu lastast oljufeløgunum, tí oftast eru skipini dálkingarkeldan. Men tað hevur aftur kveikt kjakið, hví stóru oljutangarnir skulu liggja mest sum mitt í høvuðsstaðnum.
Umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar býráð viðgjørdi nógvu oljulekarnar á fundi hósdagin, og har bleiv ein niðurstøða eisini gjørd um, at oljutangarnir skulu burtur.
? Vit komu til eina niðurstøðu, har vit mæla til, at oljutangarnir á Viðarnesi skulu burtur sum skjótast. Hetta hevur verið borið upp á mál í nógv ár, men nú fara vit av álvara at gera nakað við tað, sigur Tórfinn Smith, formaður í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Helst á Sundi
Umhvørvisnevndin heitir í samtyktini á Byggi- og býarskipanarnevndina um at taka málið upp og finna annað hóskandi øki til oljugoymslur. Sostatt tykist greitt, at oljufeløgini mugu fyrireika seg til, at tey mugu burtur av Viðarnesi innan ávísa tíð.
? Tað er ikki, tí vit vilja oljufeløgunum nakað ilt. Men viðurskiftini á Viðarnesi eru ikki nóg góð. Tað sigur seg sjálvt, tí onkrir tangar eru 70 ára gamlir. Verjugarðurin, sum er rundanum, tekur ikki álvarsligar oljulekar, og tangarnir eru bygdir á hellu, sum ikki er tøtt. Hendir eitt óhapp, so seyrar tað niður ígjøgnum, og tað kunnu vit sjálvandi ikki liva við, sigur Tórfinn Smith.
Umhvørvisnevndin hevur ikki peikað á nakað ávíst stað, har oljutangarnir hjá Tórshavnar kommunu skulu vera næstu árini, men okkurt uppskot fáa hinir býráðslimirnir við á vegnum.
? Havnin á Sundi er uppløgd. Tað skal sjálvandi gerast ordiligt, og góðir møguleikar eru fyri, at tað verður tryggjað, so oljugoymsla og bunkring verður nútímansgjørd. Tað hava vit ongar møguleikar fyri at bøta stórvegis um á Viðarnesi, sigur Tórfinn Smith.
Nær tangarnir so verða fluttir, dugir hann ikki at siga, men tað skal vera skjótast gjørligt.
Felags reglugerð
Nógv fokus hevur verið á oljudálkingar í Havnini síðstu tíðina. Tað er ein stórur trupulleiki, viðgongur Tórfinn Smith, og helst er tað soleiðis, at dálkað verður meira enn fyrr.
? Tað er sjálvandi meira fokus á umhvørvi, og tí frættist meira um dálking í fjølmiðlunum. Men harafturat kemur, at virksemið er nógv størri. Og størri virksemi hevur meira dálking við sær. Tess meiri neyðugt er at vera á varðhaldi, sigur hann.
Býráðið hevur í hesum sambandi eftirlýst einari felags reglugerð fyri bunkring av skipum á firðum og í havnum fyri alt landið.
Nú er líkt til, at okkurt hendir. Oljumálaráðið, sum eisini hevur umhvørvismál um hendi, hevur boðað kommunum og oljufeløgunum at koma á fund týsdagin, og tá verður hetta evnið viðgjørt.
? Tað er líka mikið um bunkringin fer fram í Havn ella aðrastaðni, tí bunkring er teknikkur, og skipanirnar eru tær somu. Skaðin er líka stórur, um hann hendir í Havn ella aðrastaðni, og hendir eitt álvarsligt óhapp einastaðni, kann oljan eisini ferðast um kommunumørk. Málið er at finna eina felags reglugerð, sum vit øll eru nøgd við, og tí er tað at fegnast um, at Oljumálaráðið loksins er komið uppí, sigur Tórfinn Smith.