Tórbjørn Jacobsen
Hevði Edmund Joensen verið parlamentsformaður í øðrum landi enn Føroyum, hevði hann longu nú verið komin undir eitt so gigantiskt trýst frá fjølmiðlum, at hann hevði sitið á kreppufundi, við einum dalsaka av ráðgevum íkring seg, og roynt at komið til eina niðurstøðu, ella roynt at funnið eina fittliga og smiðliga frágreiðing um, hví hann fór at heita á tingið, um at sleppa úr sessinum sum formaður.
Í grein í bløðunum herjar hann frontalt á rættin til talufrælsið. Tingformaðurin undirgrevur grundlógartryggjaða rættin hjá hvørjum einstøkum menniskja í samfelagnum undir egnari ábyrgd at úttala seg um øll viðurskifti. Edmund Joensen hevur harvið, við sínari praksis í formanssessinum, sett Føroyar í eina bananstatslíknandi støðu. Andstøðan er hjálparleys í sínum matematiska minniluta, men framvegis finst eitt fjórða statsvald, sum hevur neyðugu amboðini at fara í holt við mál av slíkum slagi.
Kanska er hetta fyrsta ferðin síðani 1946, at tað sæst inn á bein í tjóðskaparspurningi føroyinga. Tjøldini eru drigin frá, óruddið er burturbeint og alt óviðkomandi er farið úr sýnsmála eina løtu, og vit síggja snórabeint inn á naknu flaggstongina í Reykjavík, og spurningurin er, um Merkið ella Dannebrog skal veittra yvir almenna føroyska umboðnum í Íslandi. Hetta er tann rái bardagin um valdið í Føroyum, sum av lagnunnar speisemi er fluttur á eina flaggstong í høvuðsborgini fyri vestan. Nú er alt kókað niður til sama eksistensiella spurningin, sum føroyingar tóku støðu til 14. september 1946. Hvør ræður í Føroyum, danir ella føroyingar?
Danir hava fleiri, fyri ikki at siga nógvar, konslar í Føroyum. Ein av teimum er Jóannes Eidesgaard, hann er komin í dýrastu neyð, og roynir nú eina millumloysn, sum ikki finst, tí til tað er málið alt ov einfalt. Líkamikið hvussu hann roynir at flyta runt við møblemanginum í Reykjavík, so kemur hann ikki burturúr hesum, tí málið kann bara hava eitt fasitt. Flaggið – og tað kann bara verða eitt – veitrar vegna valdshavararnar í landinum, sum hevur avgjørt at seta ein diplomatiskan forpost niður í einum fremmandum landi, í hesum førinum í Íslandi. Danskt ella føroyskt. Orðið pragmatikkur merkir ikki tað sama her á landi, sum aðrar staðir, her merkir tað at bakka, at bakka fyri øllum sum rekst um tínar leiðir. Og nú sita teir dystin lærdu, og bróta vakt í stjórnarskrivstovunum í Keypmannahavn, í eini roynd at bjarga sínum konsli, sínum politiska trælli, burturúr hesum mikla dilemma, við at snikka eitthvørt kosmetiskt saman, tað ræður um at smyrja mascaruna tjúkka, sum kann kyrra fólkið í hjálandinum fyri norðan. Men politiskt frælsið er heilt, tað skinsast ikki sundur, annaðhvørt er tað føroyskt ella er tað danskt.
Annar danskur konsul í Føroyum er Edmund Joensen. Viljaleyst offur í áhaldandi donsku kolonialiseringini av Føroyum. Sjálvt amboðið, jarnbrotið, sum nú skal brúkast til at steðga terriarunum, sum nú ganga leysir og royna at gera upp við undirbrotligheitina og danskan hjálandapolitikk í Føroyum. Tingformaðurin langar út eftir Poul Mohr, tí hesin í sínum góða rætti, eisini samsvarandi donsku grundlógini, um hon skuldi verið galdandi í Føroyum, hevur sagt sína hjartans meining, um føroysku sendistovuviðurskiftini í Reykjavík. Hetta er fyrsti borgarin í landinum, sum greitt fær at vita, at talifrælsið ikki er galdandi fyri hann longur. Frá ovasta leiðaranum í fólkaræðinum, manninum við landsins hægstu tign.
Næsti maður í kikarasiktinum hjá tingformanninum er Poul Michelsen. Hann er mótvegis navnanum tingmaður. Frælsið at tala verður eisini tikið frá honum í hesi merkiligu greinini, sum Edmund Joensen hevur lorað bløðunum ígjárkvøldið. Hvat hugsar maðurin fyri sær. Hóast Poul´arnir báðir hava traðkað nakað harðliga á hansara sambandsku og trælaløddu líktorn, so átti formanssessurin í tinginum ikki at verði misbrúktur og traðkaður á so álvarsliga, sum tað er hent í hesum førinum. Okkurt bendir á, at stríðið um valdið í Føroyum, sum nú stendur um flaggstongina í Reykjavík, hevur fingið tað at øra fyri eygunum á Edmundi, forstandið tykist vera fána eina løtu í hallucinatiónum av onkrum serliga ringum slagi. Ringt sambandskrím hevur strongt hann út í so álvarslig herðindi, at hann hevur mist tamarhaldið á sær sum tingformaður, fyri alt tingið, har 31 tingmenn hava valt hann sum sítt umboð. Hesi hava valt hann at umboða seg og fólkaræðið á evstu rók og ikki Sambandsflokkin og danskt vald í Føroyum.
Í Fólkaflokkinum gongur triðji danski konsulin í landinum. Riddarin av Dannebrog, Anfinn Kalsberg. Í ein mansaldur í føroyskum politikki og seinastu tvey árini sum fólkatingsmaður, hevur hann stríðst fyri donskum valdi í Føroyum, í seinasta førinum so eyðsýniliga, at tað stingur í sálina hvørja ferð tað letur úr hesum danska nationalisti, ímóti tjóðveldisumboðnum á danatingi, Høgna Hoydal. Nú er hann komin í ta dýrastu neyð, tí at Poul Michelsen er farin at reka fólkaflokspolitikk sambært stevnuskránni. Tá eru góð ráð dýr. Fyrst royndu teir við vektleysa papageykinum í Seyrvági, tað munti onki, tí mundi Óli taka avgerðina um at trumfa við Anfinni sjálvum. Tað tykist heldur onki at muna longur. Fólk eru farin at troyttast av sambandska triumviratinum Bjarna, Anfinni og Óla og krúnprinsinum og politisku lokkidorgini Jørgen, og seta nú sítt álit á gamla borgmeistaran í høvuðsstaðnum, sum meistarliga hevur megnað at avdúkað tað sum veruliga gongur fyri seg kring flaggstongina í Reykjavík. Hevur blást allan mjørkan og alt gruggið burtur frá málinum, soleiðis at tað sæst inn á bein aftur í tjóðskaparmálinum, har latenta stríðið nú er meira opinbart enn nakrantíð síðani seinra veraldarbardaga.
Hvussu leikur fer í hesum fyri føroyingar alt avgerandi máli, tað spyrst um. Málið viðvíkjandi Edmundi Joensen er heilt annað mál, og snýr seg um tað mest vitala í einum framkomnum rættarsamfelag, nevniliga talufrælsi. Formaður Føroya Løgtings staðfestir, at løgmaður, Jóannes Eidesgaard, átti at sett seg í samband við íslendsku og finsku stjórnina, áðrenn hann umrøddi sendistovumálið, fyri at vita, um konslarnir báðir høvdu síni viðurskifti í lagi í bakgarðinum, áðrenn teir fóru í víggj um føroysk rættindi mótvegis donskum rættindum. Tingformaðurin hevur harvið staðfest, at Poul Mohr og Poul Michelsen, sum privatpersónar, ikki eru partar av grundlógartryggjaða rættinum um talufrælsið, sum er galdandi í øllum siviliseraðum rættarstatum, eisini í Danmark, um tað skuldi gjørt nakran mun. Fær hetta ongar avleiðingar, og megnar fjórða statsvaldið ikki at gera nakað við eitt so álvarsligt mál, har evsti leiðarin í fólkaræðinum ger seg so grovliga inn á vitalasta partin av fundamentinum undir fólkaræðinum, nevniliga talufrælsið, so mega vit staðfesta, at soleingi Edmund situr og pressan eftir øllum at døma liggur á búkinum fyri valdinum, eru Mugabe-tilstandir galdandi í Føroyum.
Poul´arnir báðir verja føroysk áhugamál, ímeðan Edmund nú hevur gjørt seg sjálvan og tingformanssætið til sjálva ímyndina fyri banankoloni´ina Føroyar. Tað er við beiskum ráka undir gómanum, man nú situr og hugleiðir aftur á løtuna, táið ein valdi at gerast partur av parlamentariska grundarlagnum undir sitandi løgtingsformanni, sum er í holt við at knúsa hinar mest avgerandi strukturarnar í fólkaræðinum í stumpar og stykkir.
Forrestin, hvar bleiv av uppskotinum um Stjónarskipan Føroya, sum allir floksformenninir á tingi vóru samdir um at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni, er tað eisini endað í sýluni í bananforvaltningini á løgtingsskrivstovuni, har paralellurin hjá Robert Mugabe norðanfyri ækvator enn ræður fyri borgum?
Spennandi verður at eygleiða fjølmiðlarnar fram eftir degi. Megna teir sína uppgávu ella ikki, tað er spurningurin. Fyritreytirnar eru perfektar. Málið er upplagt, tað ræður bara um at seta journalistisku hvísluna í búldin. Alternativið kann sjálvandi vera, at spyrja løgmann, um hann væntar at Sornfelli eisini fer at standa har tað nú stendur í ovurmorgin ella um eina viku ella um eitt ár. Tað er ivaleyst lagaligari at dansa fandango saman við maktini og harvið at stuðla upp undir banankoloni´ina, sum Edmund og Jóannes, vælhjálptir av Fólkaflokkinum, gøllhalda um. Men tá hava teir kompromitterað seg sjálvar, og sett dik á rotprosessina, beint ímóti heilaga journalistiska endamálinum. Somikið skjótari spreingist danska koloniin á 62 stigum norður í luftina av sær sjálvari. Onki hylki er so magnfult, at tað heldur fyri tilstandum sum hesum, ið nú eru ráðandi í Føroyum.