Havnaútbygging
Tórshavnar Kommuna er nú farin at gera havnalagið klárt til at taka ímóti teirri nýggju Norrønu, sum verður klár til summarsiglingina í 2003.
Tá ið tað arbeiðið er liðugt, verður beinanvegin farið undir at gera klárt til nýggju suðuroyarferjuna, sum verður sett í sigling í 2004.
Tilsamans er hetta útbyggingar, sum kosta næstan 70 milliónir krónur, sigur Jákup Suni Joensen, formaður í nevndini fyri Tórshavnar Havn.
Hann sigur, at arbeiðið hevur skund, tí fyri ein stóran part ber tað bara til at arbeiða um veturin, tá ið Norrøna ikki siglur í summarsigling.
Fyrsta byggistigið er at byggja havnarlagið út so at Norrøna kann leggja at.
Hetta arbeiðið er byrjað og heldur fram til Norrøna fer í summarsigling og verður so tikið uppaftur næsta vetur.
? Tað arbeiðið umfatar í fyrstu syftu at styrkja atløgubrygguna, at stoypa stabbar út úr henni, sum Norrøna skal leggja at, umframt at gera pullartar og at dýpa havnina.
? Tað arbeiðið varð boðið út. Byggifelagið J.K. Petersen hevði lægsta tilboðið upp á sjey milliónir og er farið undir arbeiðið, sigur Jákup Suni Joensen.
Næsta vetur skal so ferjuskrái gerast. Tað er ein skrái, sum kann flytast upp og niður, alt eftir, hvussu skipið liggur og tað ger hann nógv dýrari.
Jákup Suni Joensen sigur, at hetta er eitt arbeiðið, sum er mett at kosta einar 18 milliónir.
Í fyrstu syftu skal Smyril eisini brúka hetta atløguplássið, men í aðru syftu er ætlanin at gera ferjuskráa uttanfyri atløguplássið hjá Norrønu til Smyril. Hetta er eitt arbeiðið, sum er mett at kosta 34 milliónir.
Útbyggingar á landi
Nevndarformaðurin í Tórshavnar Havn sigur, at umframt hesar útbyggingarnar, er tað eisini neyðugt at gera stórar ábøtur á landi.
?Landgongin á Norrønu er 16 metrar yvir sjónum, so landgongutornið, sum nú er, kann ikki brúkast longur.
Tí skal eitt størri landgongutorn gerast í fleiri hæddum, so at bæði ferðafólk av Norrønu og Smyrli kunnu brúka tað. Hetta er eitt torn, sum er mett at kosta einar 10 milliónir.
At enda skal tað stóra pakkahúsið takast burtur og pakkhúsið hjá Strandferðsluni flytast út, har Eimskip er. Hinvegin skal Eimskip byggja nýtt pakkhús úti á Skansabryggjuni, so at ferðslan frá Eimskip ongantíð kemur út á Eystarubryggju, men bara verður á Skansabryggjuni, meðan Smyril Line og Strandferðslan verða á langsíðuni á Eystarubryggju.
Jákup Suni Joensen sigur, at hesa útbyggingina uppá næstan 70 milliónir, orkar Tórshavnar Havn ikki at bera einsamøll.
?Vit hava eina kvotu upp á 20 milliónir um árið, sum vit kunnu byggja út fyri og tað liggur nógv á láni. Men allar hesar útbyggingarnar til Norrønu og Smyril skulu vera lidnar í 2004, so tað skal strongjast á, fyri at fáa alt liðugt og tað er ein rættiligur trupulleiki.
Tað er eisini hansara áskoðan, at Tórshavnar Havn eigur einanst at halda seg til sjálva atløgubryggjuna og sjálvt havnaøkið, men at tað ikki er uppgávan hjá henni at byggja bygningar á Havnalagnum.
?Tí hava vit tikið samráðingar upp við Smyril Line og Strandferðsluna um, hvør skal betala eitt nú landgongutornið og tað kann eisini verða, at Strandferðslan kemur uppí.
Hinvegin hevur Tórshavnar Havn søkt Vinnumálastýrið um at betala tann partin av útbyggingini, sum krevjast til at Smyril kann liggja at.