Torbjørn situr veikari

Nú alt grundarlagið undir málinum, sum gjørdi at Signar á Brúnni mátti fara frá sum landstýrismaður, nú er rapað, situr Torbjørn Jacobsen veikari í sínum nýggja landsstýrissessi. Tað heldur Heini O. Heinesen, formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins

Torbjørn Jacobsen fer neyvan at víkja sessin fyri tí nú reinsaða Signari á Brúnni, men hann situr ikki eins sterkur og hann gjørdi, áðrenn niðurstøðan hjá kanningarstjóranum varð kunngjørd týsdagin.

Hetta heldur Heini O. Heinsesen, sum allatíðina hevur verið vísur í, at Signar á Brúnni ikki hevur gjørt nakað kriminelt, sum hann orðar seg.

? Eg hevði allatíðina væntað, at Signar fór at verða reinasaður í so máta, men at hann fór at verða púra fríkendur fyri at hava verið upp á kant við stýrisskipanarlógina, tað hevði eg ikki væntað.

? Løgtingsgrannskoðarin segði púra greitt, at Signar á Brúnni hevði verið upp á kant við stýrisskipanarlógina, og tað arbeiddu vit so útfrá. Men so kemur kanningarstjórin og sigur, at Signar ikki hevur gjørt nakað skeivt sæð út frá stýrisskipanarlógini. Tá skilji eg ikki hvussu løgtingsgrannskoðarin kann koma til hasa niðurstøðu, sigur Heini O. Heinesen.


Forhastað avgerð

Hann heldur framvegis, at tað var ein forhastað avgerð at seta Torbjørn Jacobsen í landsstýrissessin so stutt undan at kanningarstjórin kom við sínari frágreiðing.

Tað var ikki ein samdur Tjóðveldisflokkur, sum tók ta avgerðina, og sjálvur leggur formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins ikki lok á, at hann var ein teirra, ið var ímóti at skunda undir setanina av nýggjum landsstýrismanni.

Men gjørt er gjørt, og tað verður neyvan broytt aftur. Tjóðveldisflokkurin tekur nýggju støðuna upp til viðgerðar, men Heini O. Heinesen heldur tað vera lítið sannlíkt, at stórt meira fer at henda í málinum


Gekk ov seint

Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins, hevur hug at geva sjálvari stýrisskipanarlógini sín part av skyldini fyri, at so nógv rok hevur staðist av málinum um eykajáttanina til SvF.

? Eg haldi ikki, at stýrisskipanin er nóg góð. At tað skal krevja eina so langa kanning at fáa greiðu á, um ein landsstýrismaður hevur gjørt nakað kriminelt ella ikki, tað kann ikki vera rætt, sigur Heini O. Heinesen, og útilokar ikki, at hevði úrslitið av kanningini komið eitt sindur fyrr, so kundi tað havt bjargað Signari á Brúnni.

? Sat eingin í landsstýrissessinum, so hevði Signar helst verið sjálvfylgdur at tikið við honum aftur, nú hann er reinsaður, sigur Heini O. Heinesen.;rdi við sær, at Signar á Brúnni flutti 1,6 milliónir krónur til Sjónvarp Føroya úr gjaldføri landskassans. Kanningarstjórin skuldi gera av, um fyrisitingin í málinum var farin fram á lógligan hátt.

Týsdagin var Petur Even Djurhuus liðugur við kanningina, og niðurstøðan hjá honum var púra greið. Signar á Brúnni hevði einki ólógligt gjørt, tá hann gjørdi umstríddu flytingina til Sjónvarp Føroya. Alt var í samsvar við lógir og reglur.

So skuldi málið verið loyst, og Signar á Brúnni skuldi verið settur aftur sum landsstýrismaður. Men so einfalt gjørdist tað ikki.

Fyri næstan tveimum vikum síðani gav løgmaður Tórbirni Jacobsen handanarbrævið omanfyri bøgarðarnar í Kunoy. Við hesum var Torbjørn Jacobsen endaliga settur sum landsstýrismaður í mentamálum, eftir Tjóðveldisflokkurin á innanhýsis fundi varð vorðin samdur um, at nýggjur landsstýrismaður mátti setast fyri Signar á Brúnni.

Eftir situr so ein reinsaður og styrktur Signar á Brúnni, sum ikki sleppur aftur í landsstýrissessin, sum honum varð lovað, um hann varð reinsaður av kanningarstjóranum.