Hvussu fara vit við okkara gomlu og óhjálpnu

Sigrún Mohr
formaður fyri Alzheimerfelagnum og avvarðandi
?????
Eitt tað ringasta, vit kunnu ímynda okkum, er at gerast óhjálpin, tí tá eru vit ikki før fyri at stýra okkara egna lívi. Vit mugu líta á, at onnur gera tilveruna so góða og liviliga sum gjørligt fyri okkum og ikki minst virðiliga. Politikkarar skapa karmarnar fyri, hvussu lívskvøldið skal roynast, og onnur verða sett at fylla karmarnar út.
Í hesum døgum lesa og hoyra vit um sparingar, ið raka okkara gomlu meint, ja so meint, at ein kann spyrja seg sjálvan, um vit fara betur við okkara kríatúrum enn við okkara gomlu. Børn og djór verða vard við lóg, men okkara gomlu eru givin upp fyri skutil, uttan at tey fáa vart seg, ella onnur kunnu leita í lógum fyri at hjálpa teimum.
Politikkarar leypa undan ábyrgd og skylda hvør upp á annan. Teir siga seg ikki vita ella kenna til tær avleiðingar, ið sparingarnar fáa. Tað tykist, sum um ein politisk avgerð ella samtykt røkkur ikki longri enn eitt valskeið. Langtíðarætlanir eru ringar at fáa eygað á. Rakstrarrópini upp undir tey seinastu býar-, bygdar- og løgtingsvalini vóru, at eldraøkið skuldi raðfestast. Nógv hevur verið tosað um at byggja ellis- og røktarheim, okkurt er um at verða liðugt bygt, og ætlanin er at byggja fleiri, men um vit hava ikki ráð til raksturin, so er lítil meining í hesum bygningum.
Tað, sum hevur størsta týðning fyri okkum menniskju, er lívsgóðska, eisini fyri tey, sum gerast óhjálpin. Tað má ikki vera so, at hesir stovnar gerast støð, har øll bara sita og bíða í, orsaka heitið, "deyðans forgarði-. Vit mugu gera okkum greitt, at tey, sum eru um okkum, tá ið vit komu í hesa støðu, fáa góðar umstøður at arbeiða undir. Umráðandi er, at hesi fólk hava eina góða grundútbúgving og hava møguleika at eftirútbúgva seg, tí teirra uppgávur og avbjóðingar kunnu vera sera fjøltáttaðar og krevjandi. Tað eru tey, ið skulu vera um okkara gomlu seinastu tíðina.
Øll virðing fyri okkara gomlu tykist vera horvin, tey eru vorðin ein byrða, ið vit helst vilja sleppa at seta frá okkum skjótast gjørligt. Fyrr vóru tey gomlu høgt í metum, tey høvdu eina serstøðu í samfelagnum og vórðu vird, tí tey høvdu lívsroyndirnar. Tey, sum eru gomul í dag, hava stríðst fyri tí samfelagi, sum vit fáa gleði og gagn av, men synd er at siga, at vit løna teimum aftur, sum tey hava uppiborið.
Tað, tú sáðar í dag, skalt tú heysta í morgin. Ætla tit, ið taka avgerðir í hesum landi, at liggja, sum tit reiða fyri okkara gomlu í dag? Ella skulu tit, ið skalta og valta við okkara framtíð, eisini hava serviðgerð, tá ið tykkum tørvar hjálp á ellisárum?
Tit, ið hava ábyrgd, hava skyldu til at fáa hesi viðurskifti upp á pláss alt fyri eitt. Hetta er stór skomm fyri eitt av heimsins ríkastu londum, hetta er vánaligt skoðsmál fyri tykkum, ið hava stýrt og stýra, og hetta er vanæriligt móti teimum, ið hava ikki spart seg sjálv fyri okkara sakir.