telja ikki færri enn trý bind. Men í samband við hendan stóra dagin hjá Eiler kann tað vera uppá sítt pláss at taka nakað samanum. Misti pápan tvey ára gamal Tað kann sigast um Eiler, at hann er ikki føddur [...] sín, og vit royndu eisini í felag at bjarga rækjuflotanum frá at hvørva heilt. Brenna fyri Ísrael og Havnini Eiler hevur eisini heilt onnur áhugamál, sum einki hava við fisk at gera. Beinta og Eiler hava [...] árunum. Hetta er ein familja, sum tað hevur verið stuttligt at kent, ikki minst tí ættarbondini hava verið so sterk. Eiler verður ikki heima føðingardagin. ó.
At Eyðun hevur spælt Beckett, Dario Fo, Max Frich í Føroyum longu í sekstiárunum er heilt ótrúligt. Eg kundi ikki bæra mær at spyrja Eyðun um fortíðina við sjónleiki í Føroyum. ? Kim: ? Eyðun, nú hevur [...] tað er í hesum høpi tit spæla henda stóra leik, men er tað ikki tú, ið hevur longt søguna við professionellum sjónleiki í Føroyum? Og var tað ikki tú, ið hálaði Beckett til Føroya og aðrar megnar leikir? [...] Eyðun: ? Hetta er sjálvandi eitt satt ævintýr av einum leiki, ið bæði fyriheldur seg til eina konkreta verð, og eina, man kann kalla innari sálarliga. Nú vil eg ikki avdúka, hvat leikurin endar við, ella
náðini hjá øðrum. Hesi eru ikki tey, sum søgan er skrivað um. Hetta eru tey navnleysu, sum skøldini hava ikki yrkt um, sum standmyndir eru ikki reistar av, sum vegir eru ikki uppkallaðir eftir. Hetta eru [...] kná. Hon setti í seg, at børnini skuldu ikki setast út. Tey skuldu vaksa upp saman her í heimbygdini, og her hava grannarnir, bygdafólkið og familjan norðanfyri heilt givið verið teimum ein hollur stuðul [...] inum, Petur Mohr Dam, varð føddur. "Petur Mohr Dam stovnaði, saman við øðrum, Javnaðarflokkin, og sat fyri flokkin heili fjøruti ár á løgtingi, 12 ár á fólkatingi, tvær ferðir varð hann valdur til løgmann
at tað ikki var drigið svart, tá liðini í gjárkvøldið møttust í Fuglafirði. ÍF, sum hevði vunnið síðstu tveir dystirnar, jagstraði triðja sigurin á rað, ið kundi givið vissu fyri, at liðnum ikki nýttist [...] regnaði illa, vóru umstøðurnar rímiligar til fótbólt, tí á sjálvum vøllinum var ikki tann nógvi vindurin. Og hóast regnið, var heilt fitt av fólki og hugdi, og enntá vóru nógvir av drúgvastu stuðlunum hjá útiliðnum [...] eisini kom – heldur ikki óuppiborið. Hetta var eitt typiskt og sera gott Andy Olsen-mál, har hann fekk fatur í bóltinum í høgru síðu og smekkaði væl til við vinstra beini, so bólturin sat í handara síðunetinum
Meinhardt Joensen, var ikki heilt sakarleysur í hesum førinum. Eftir stóran tíma var Klæmint A. Olsen óheppin at gera sjálvmál eftir hornasparksinnlegg. Men hesa ferð gekk tað ikki, sum tað so mangan áður [...] heimamenninir ikki sleppa fagnaðarløtuni við teimum á áskoðaraplássunum. Tað var lætt at skilja. Saman við trúføstu viðhaldsfjøldini hava ungu menninir kent seg illa sperdar, og tað hevur ikki verið frítt [...] megnaði at taka fyri seg. Jákup á Borg sat skaddur uttanfyri, og tað tyktist vera ógvuliga svárur missur bæði so og so. Heini í Skorini og Meinhardt Joensen vóru heldur ikki við orsaka av skaðum, og tá ið tríggir
vinmann og fyrrverandi fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen, í nevndina fyri Vága Floghavn. Men tað var ikki ein aprílsøga. Setti tí landsstýrismanninum fyrispurning í tinginum um, hvør saklig grundgeving var [...] eitt land út á eggina búskaparliga, so var tað sjálvandi ein grundgeving. Men góð og saklig er hon ikki. Í fjølmiðlunum og á tingi var tøgn. Síðani var landið í vár í politiskari kreppu í fleiri vikur, [...] nær. Tá søgdu vit í andstøðuni, at helst er meiri í væntu, til tess at valdshandlarnir skulu ganga heilt upp. Men í fjølmiðlunum og á tingi, var aftur tøgn. Og tað heldur fram... Nú kunnger landsstýrismaðurin
Streymnesi sunnudagin, og tí kom tað ikki óvart á nakran, at liðini tóktust heldur meir varin eftir steðgin. Vindurin var eisini blivin heldur sterkari nú, og tí var ikki lætt at spæla fótbólt. Bæði EB/Streymur [...] dystin. Teir báðir sterku miðvallarleikararnir, Mikkjal Thomassen og Klæmint Matras, vóru nevniliga ikki við vegna skaða, meðan Alex J. Dos Santos var úti við leikbanni, og hetta megnaðu sundalagsmenn at [...] Streymnesi hetta kappingarárið. Undirhald fyri allan peningin Heimaáskoðararnir í Streymnesi hava ikki fingið líka nógv undirhald fyri peningin í ár, sum tey fingu í fjør. Í fjør var spælið til tíðir sera
flutt frá Nýfundlandi. Tey hava framvegis ikki ræði á sínum havøki og fiskigrunnum, og toskurin hvarv eftir drúgva ovfisking. Hjá Íslandi hevur gongdin verið heilt øðrvísi, -ja nærum tann øvugta av Nýfundlandi [...] dugnaligum embætisfólkum, - sum vóru væl mannað (ikki ovurmannað), nemliga fyri at tryggja eina fakliga breidd! Ovurmannað og dýr ? í mun til hvat? Í 1993 sat ein endurreisingarnevnd við nøkrum fáum limum [...] framleiðsla var versna aftaná, at fullveldi var tikið. Svarið var ?Dømi um smáland við fullveldi, sum ikki hevur klárað tað so væl. Nýfundland var fullveldi, men fór falitt, og endaði sum partur av Kanada
Tjóðveldi sær eisini týdningin av at standa saman um tær stóru og dýru verkætlanirnar. Men hetta merkir ikki, at framferðarhátturin hevur verið í lagi við útboði, og hesum hevur flokkurin gjørt vart við í fleiri [...] og neyðugt var tí í skundi at byggja stovnin uttan útboð. Hetta átalaði Tjóðveldi eisini harðliga. Ikki kann man siga, at sitandi meiriluti tók eins stóra ábygd í síðstu býráðssetu og hjálpti til, tá tær [...] r av tásitandi minniluta, sum nú situr við valdið. Tað bleiv lagt eitt stórt trýst á politiskt og ikki minst umsitingarliga at forða fyri, at hesar báðar íløgurnar yvirhøvur vórðu framdar. Men av tí, at
fyri, at lógir skulu mýkjast og roynast, og ikki minst avspegla politiska viljan, sigur Jóannes Eidesgaard, at hetta er satt, og at lógin má broytast, um hon ikki livir upp til nútíðar krøv. Og hann vísir [...] Í grein í blaðnum týsdagin var Kári á Rógvi, løgfrøðingur og formaður í Javnstøðunevndini, ikki blíður. Hann harmaðist um, at Lisbeth L. Petersen, varð koyrd frá sum forkvinnu í nevndini, sum skal arbeiða [...] ndini. - Hatta er ein óneyðug og formalistisk avgerð. Um hon skal frá, skulu løgtingslimir heldur ikki vera í Grundlógarnevndini, segði hann. Lógir kunnu broytast Vit settu løgmanni stevnu at fáa hann