Í grein í blaðnum týsdagin var Kári á Rógvi, løgfrøðingur og formaður í Javnstøðunevndini, ikki blíður. Hann harmaðist um, at Lisbeth L. Petersen, varð koyrd frá sum forkvinnu í nevndini, sum skal arbeiða fyri øktari kvinnuluttøku í politikki. Og metti hann tað vera rein formalisma, at løgmannsskrivstovan tók fram lógargrein 8 í stýrisskipanarlógini, og koyrdi Lisbeth L. Petersen og hitt løgtingsumboðið í nevndini, John Johannesen, frá. Kári á Rógvi segði, at um tey skuldu úr nevndini fyri kvinnuligari luttøku, so áttu løgtingslimir eiheldur at verið í stjórnarskipanarnevndini.
- Hatta er ein óneyðug og formalistisk avgerð. Um hon skal frá, skulu løgtingslimir heldur ikki vera í Grundlógarnevndini, segði hann.
Lógir kunnu broytast
Vit settu løgmanni stevnu at fáa hann at viðmerkja sjónarmið Kára á Rógvi.
Løgmaður sigur seg harmast íkomnu støðuna, og at hann partvíst er samdur við Kára um, at stýrisskipanarlógin í støðum er ein forðan fyri politiska viljan.
Men eg má sjálvsagt halda meg til galdandi lóggávu og ikki til lóggávuna, sum eg kundi hugsað mær hana, sigur løgmaður.
Spurdur, hvussu hesin hugburður samsvarar við herferð Javnaðarflokksins undir sjálvstýristilgongdini, tá flokkurin var fremsti forsprákari fyri, at lógir skulu mýkjast og roynast, og ikki minst avspegla politiska viljan, sigur Jóannes Eidesgaard, at hetta er satt, og at lógin má broytast, um hon ikki livir upp til nútíðar krøv.
Og hann vísir á Helsingforsavtaluna, sum í roynd og veru er ein forðan fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, men at hetta kortini ongantíð hevur forða okkum at søkja um limaskap, tí sum sagt: lógin kann broytast..
So eg kann partvíst vera samdur við Kára á Rógvi í, at lógin ikki er nóg góð. Men sum sagt, hon er galdandi lóg og tí noyðist eg at halda meg til hana. Smb. "de lege ferenda" - galdandi lóggáva og "de lege ferenda" hvussu galdandi lóggáva átti at verið. Hetta er vónandi nakað, sum nýggja stjórnarskipanarnevndin fer at arbeiða við, sigur løgmaður.
Týdningarleysar próvgrundir
Í viðmerkingunum frá Kára á Rógvi kom greitt til sjóndar, at tað harmaði hann, at júst Lisbeth ikki slapp at halda fram við arbeiðinum í nevnini. Hetta, av tí, at hon í so mong ár hevur arbeitt við javnstøðumálum og at hon í sínari tíð nærum var sjálvskrivað til at gerast forkvinna í nevndini.
Til hetta sigur løgmaður, at ongin hevur reist iva um førleikan hjá Lisbeth L. Petersen at leiða slíkt nevndararbeiði.
- Men tað er ongin próvgrund í hesum sambandinum, at Lisbeth er dugnalig og væl skikkað til sessin. Eg má halda meg til galdandi lóggávu. Eiheldur er tað haldgóð próvgrund, í hesum sambandi, at onnur nevnd (stjórnarskipanarnevndin) er mannað við løgtingslimum, tí har er støðan ein heilt onnur (vísandi til svar til munnligan fyrispurning í tinginum í dag), sigur løgmaður.
Vón fyri framman
Kortini sigur Jóannes Eidesgaard, at tað finnast fleiri loysnir, um Løgtingið ynskir, at løgtingslimir skulu sita í nevndini, sum skal arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk
Um flokkarnir ynskja tað, kunnu teir heita á landsstýrið um at seta eina § 25 nevnd í tingskipanini. Hendan kann so vera mannað við umboðum úr tinginum, sigur hann, og vísir eisini á, at Lisbeth L. Petersen kann fara í farloyvi úr tinginum, meðan hon er forkvinna í núverandi nevndini
FAKTA::
Stýrisskipanarlógin
Reglur um tingmenn og álitisstørv í nevndum og ráðum
§8 Tá ið góðkent er, at løgtingsmaður er valdur, skal hann leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð.
Í viðmerkingunum til hesa grein verður sagt (stýrisskipanarálitið bls. 177):
Skal eitt eftirlit hava nakra veruliga meining, er neyðugt, at hetta er púra óheft av tí, tað skal hava eftirlit við.
Landsstýrið hevur beinleiðis eftirlit við persónum, sum hava álitisstørv í nevndum og ráðum, vald av landsstýrinum, og stovnum annars, sum eru undir eftirliti landsstýrisins. . Løgtingið hevur eftirlit við landsstýrinum. Tað er tí ein mótsøgn, at løgtingsmenn kunnu hava eftirlit við landsstýrismonnum, sum so aftur hava eftirlit við somu løgtingsmonnum, tá teir eru í starvi hjá nevndum og ráðum og øðrum størvum undir landinum. Tí er í greinini ásett, at beint sum løgtingsmaður er valdur, so sigur hann størv frá sær í ráðum og nevndum og teim størvum, sum umrødd eru.