Tú ein lítlan – eg ein stóran

Almennur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann, Kaj Leo Johannesen, løgmann, og til føroysku fjølmiðlaleiðslurnar um nevndarval hjá landsstýrinum

Einaferð trúði eg, at tað var 1. apríl á jólum. Tað var tá landsstýrismaðurin, Johan Dahl, í desember 2008 setti sín floksfelaga, vinmann og fyrrverandi fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen, í nevndina fyri Vága Floghavn. Men tað var ikki ein aprílsøga. Setti tí landsstýrismanninum fyrispurning í tinginum um, hvør saklig grundgeving var fyri hesum. Hann svaraði, at hann metti persónliga, at hetta var ein góður maður. Eg viðmerkti, at um tað var ein dygd at vera ábyrgdarleysur og koyra eitt land út á eggina búskaparliga, so var tað sjálvandi ein grundgeving. Men góð og saklig er hon ikki.

 

Í fjølmiðlunum og á tingi var tøgn.

 

Síðani var landið í vár í politiskari kreppu í fleiri vikur, orsakað av einum nevndarvali í Atlantsflogi hjá sama landsstýrismanni. Fólkaflokkurin kravdi broytingar og setti samgonguna uppá spæl. Men knappliga varð onkur “avtala” gjørd í samgonguni og millum landsstýrismanin og summar partaeigarar. Fólkaflokkurin bakkaði, tí nevndarvalið eftir øllum at døma setti onkran persón inn, sum stóð onkrum nær, ið stendur Fólkaflokkinum nær. Tá søgdu vit í andstøðuni, at helst er meiri í væntu, til tess at valdshandlarnir skulu ganga heilt upp.

 

Men í fjølmiðlunum og á tingi, var aftur tøgn.

 

Og tað heldur fram...

Nú kunnger landsstýrismaðurin í vinnumálum, at hann hevur valt nýggja nevnd fyri Vinnuframagrunnin. Formaður í grunninum er nú skrivarin hjá Fólkaflokkinum. Og ein nevndarlimur er nú sonur formannin í Fíggjarnevndini – tann enn veruliga leiðaran í Fólkaflokkinum.

 

Í fjølmiðlunum og á tingi, valdar larmandi tøgn.

 

Tað ætla vit í Tjóðveldi ikki at lata um okkum ganga. Sjálvandi kunnu vera góðar grundgevingar og góðar dygdir hjá fólki, hóast tey eru skrivarar í politiskum flokkum ella hava familjubond til politiskar leiðarar.

 

Men her krevjast spurningar og svar – og ikki tøgn og uttanumtos.

 

Munur á krøvum

Ein og hvør veit, at um eitt nú eitt tjóðveldislandsstýrisfólk hevði sett ein av sínum floksfeløgum og fráfarnu landsstýrisfólkum í týðandi nevnd, so hevði alt verið á gosi.

 

Ein og hvør veit, at um ein skrivari hjá Tjóðveldinum, hevði verið settur sum formaður í týðandi nevnd, so høvdu spurningar hegla og svar verið kravd.

 

Og ein og hvør veit, at um sonur fremsta tjóðveldispolitikara, hevði verið settur í týðandi nevnd, meðan Tjóðveldi sat í landsstýri so var ongin prentsverta turr, ella mikrofon sløkt.

 

Og soleiðis skal tað sjálvsagt vera.

 

Tann ið tegir, tekur undir

Eftir mínum tykki eru vit vitni til grovar partapolitiskar handlar og ósakligar avgerðir, sum skulu og mugu viðgerast alment og ábyrgdarhavandi politikarar setast til svars.

 

At halda seg “neutralan” og tiga, tá ein gerst varur við ósakligheit og órætt, er í veruleikanum at taka støðu fyri órættinum.

 

Í áttatiárunum vaknaðu øll við kaldan dreym – og tá skortaði knappliga ikki við atfinningum og greiningum, tá skipanirnar lógu naknar. Men ábyrgd snýr seg fyrst og fremst um at vísa rættstundis atgerð.

 

Opinleiki og ábyrgd einasti heilivágur

Eg krevji eitt alment svar frá bæði landsstýrismanninum í vinnumálum og frá løgmanni, um hvørjar sakligar grundgevingar eru fyri omanfyrinevndu nevndarvalum, og at teir leggja alment fram tey skjøl og ta málsviðgerð, ið hevur verið frammanundan hesum valum.

 

Somuleiðis biði eg um eitt alment svar frá redaksjonellu leiðslunum á bæði almennu og privatu fjølmiðlunum, um hví hesi nevndarval ikki verða viðgjørd í fjølmiðlunum og ábyrgdarhavandi politikarar kravdir eftir svari.

 

Føroyar eru eitt samfelag, har stutt er ímillum fólk, og tí aftra vit okkum kanska ofta at viðgera slík mál. Men í fleiri førum verður tað gjørt, tá talan er um “smærri fiskar”. Og í øllum førum verður tað viðgjørt óalment – sum slatur ella tutl millum okkum. Og helst fara vanligu dulnevndu spjaðararnir at skíra míni orð fyri andstøðugrenj – og koma við øllum sínum vanligu grundleysu ákærum og uttanumtosi móti tí, ið finnist at, og halda meg leggja eftir teimum persónum, ið valdir eru.

 

Tí er einasti heilivágurin: Opinleiki, innlit, almenn viðgerð og grundgevingar – eisini til frama fyri øll tey, ið hava dygdir og kvalifikasjónir, uttan mun til politiskt tilknýti og familjubond, og sum ikki hava ábyrgdina av politisku avgerðunum og handlunum.

 

Men vit skulu halda tey, ið hava valdið og ábyrgdina til svars – rættstundis.