Í dag 30. august verður Eiler Jacobsen í Havn 80 ár. Sama dag verður sonur hansara Petur 40 ár.
Eiler hevur i mong ár verið kendur sum ein tann fremsti fiskimaður, skipari og vinnulívsmaður í Føroyum. Hann er eisini ein teirra, sum hevur slóðað eina mest fyri nýggjum leiðum og nýhugsan innan fiskivinnuøkið.
Tað er nokk so nógv skrivað um Eiler. Hansara lív og virksemi er lýst í hansara endurminningum, sum telja ikki færri enn trý bind.
Men í samband við hendan stóra dagin hjá Eiler kann tað vera uppá sítt pláss at taka nakað samanum.
Misti pápan tvey ára gamal
Tað kann sigast um Eiler, at hann er ikki føddur við silvurskeið í hond, sum tað plagar at verða sagt.
Longu tvey ára gamal misti hann pápan, sum var skipari á Immanuel, sum gekk burtur í 1932 samstundis sum Laura. Eftir sat Helena við Eiler og Sámal, sum var føddur eftir at pápin var deyður.
Nøkur ár seinni giftist Helena til Skálavíkar við Niels Nicodemussen, sum var einkjumaður. Her hevur Eiler havt tað sera gott. Her vóru “míni børn”, “tíni børn” og “okkara børn.” Men har var eingin munur gjørdur á nøkrum teirra. Tískil roknar Eiler seg at vera rættan skálvíking. Hetta hevur hann eisini viðurkent í verki sum fáur annar.
Sum hjá øðrum ungum dreingjum gekk leiðin til sjós, og nokk so skjótt var hann eisini skiparalærdur. Tá kom hann at vera ein tann fyrsti í okkara línubátasøgu, sum gjørdist ein kollvelting innan okkara fiskiskapssøgu seinast í 50-unum og inn í 60-ini. Ein tann fyrsti línubáturin var Beinir, og her gjørdist Eiler skipari. Nøkur ár seinni fór Eiler yvir til Canada við Beinir at læra kanadiarar at veiða til havs.
Slóðbrótari innan nótaveiðu
Tað kom tó at vera innan kraftblokkin, at Eiler kom serliga at gera seg galdandi. Tað var í 1962, at vit fingu fyrsta kraftblokkabátin, og var hetta Brestir við Júst í Túni sum skipari.
Men longu árið eftir eru fýra nótaskip. Eitt av teimum er Boðanes við Eiler sum skipara. Fyrstu tíðina var nótaveiðan bert sesongveiða hjá línuskipum.
Men hetta varð skjótt broytt. Fyrsta rættuliga nýbrotið kom, tá ið Eiler fekk hugskotið at fara at landa sildina feska í Hirtshals. Hon varð seld til Sigurd Espersen, ein næstring hjá Lene Espersen, uttanríkisráðharra.
Hetta var byrjanin til eitt heilt nýtt tíðarskeið bæði hjá føroyska nótaflotanum og hjá býnum Hirtshals, har sildalandingarnar fleirfaldaðust, tá ið føroyingar fóru at landa har.
Men framvegis vóru føroyska nótaskipini smá. Tey vóru eisini avmarkað av, at sildin máttu ísast í kassar umborð. Hetta tók sína tíð og avmarkaði veiðumøguleikarnar.
Ráðini vóru at fáa størri skip og ikki minst at fáa tey útgjørd við kølitangum, so skipini kundu fyllast uttan at bíðast skuldu eftir, at veiðan varð arbeidd undan. At koyra sildina í kassar kundi so gerast á keiuni í Hirtshals. Tað var eisini vorðið sum kollvelting hjá manningini.
Her var tað eisini Eiler, sum gekk undan, tá hann fekk sett kølitangar í nótaskipið Sólborg, og hetta kom at skapa enn eina kollvelting hjá nótaflotanum.
Eiler var eisini tann fyrsti sum royndi at seta í verk hugskotið at virka veiðuna hjá nótaskipum umborð. Hetta var við Háborg, men hetta gekk tó kortini ikki so væl, men at hugskotið var gott og rætt hevur eftirtíðin víst.
Sjálvsagt hevur tað gingið upp og niður hjá nótaflotanum, men takkað verið monnum sum Eiler, er uppisjóvarflotin tann partur av okkara fiskiflota, sum framvegis gevur nógv av sær bæði til skip og manning.
Fyri nøkrum árum síðani helt virksemið hjá Eiler á sjónum upp at. Tá varð Krúnborg seld. Nú er virksemið á landi fyriskipað av soninum Petur, sum eisini dugur síni ting.
Fekk Beintu
Eiler giftist í 1962 við Beintu, dóttur Hjørdis og Petur Háberg. Umframt at hava fingið eina óføra konu fekk hann eisini eina verfamilju, sum kundi stuðla honum í hansara vinnuliga virksemi.
Petur gjørdist stjóri á p/f Hvalnes, sum við Eiler á odda bygdi Ísborg í 1964, og sum seinni keypti Norðborg. Her fekk Eiler ein royndan viðspælara, og tá ið Petur fall frá í 1984 tók Hjørdis við sum stjóri. Hon royndist eisini sera holl sum ein av fyrstu kvinnuligu reiðarunum.
Beinta plagar eisini at skemta við, hvussu góð hon hevur verið fyri hann. Tá tey komu saman sást væl niður á kistubotnin hjá honum. Nú nærum 50 ár seinni fæst lokið neyvan niður á!
Virdur út um landoddarnar
Eiler hevur eisini verið virkin í felagsarbeiði, og hevur verið við í teimum felagsskapum, sum hava havt samband við hansara virki. Eiler var eisini í mong ár fremsti ráðgevi hjá okkara fiskivinnumyndugleikum, tá ið talan var um samráðingar um fiskirættindi. Hetta skapti honum eisini vinabond og virðing uttan fyri landoddarnar.
Eiler var í mong ár nevndarlimur og eisini formaður í reiðarafelagnum. Her vóru vit sum so mótpartar. Men samstundis varð viðurkent, at báðir partar skuldu liva, annars kom einki burtur úr hjá nøkrum. Fyri nótaflotan riggaði hetta eisini stak væl. Tað gongur so sjón fyri søgn. Fyri rækjuflotan, har Eiler eisini var uppi í, gekk tað minni væl.
Petur tók við í reiðarafelagnum eftir pápa sín, og vit royndu eisini í felag at bjarga rækjuflotanum frá at hvørva heilt.
Brenna fyri Ísrael og Havnini
Eiler hevur eisini heilt onnur áhugamál, sum einki hava við fisk at gera. Beinta og Eiler hava nevniliga ein brennandi áhuga fyri Ísrael. Tey hava verið í landinum fleiri ferðir. Vit hava annars verið ein ógloymandi túr saman. Ikki minst hava tey verið virkin og stuðlar í felagsskapinum Keren Hayesod, hvørs endamál er at hjálpa jødum at flyta heim til Ísrael.
Tey hava eisini júst verið í Ísrael á ársfundi hjá hesum felagsskapi, har Eiler er høgt í metum. Heiðursrøðari á hesum fundi var annars Ehud Barak, varaforsætismálaráðharri og verjumálaráðharri í Ísrael.
Beinta hevur eisini við stuðul frá Eiler gjørt sítt til at varðveita ta gomlu Havnina við Áarstovu, sum meira enn annað er ímyndin av Havnini í teimum “góðu gomlu døgunum” fyri meira enn 100 árum síðani.
Børnini hjá Eiler og Beintu eru Sámal, Hjørdis, Petur og Eiler. Barnabørnini eru níggju.
Ynskt verður feðgunum báðum hjartaliga tillukku við teimum 120 árunum.
Hetta er ein familja, sum tað hevur verið stuttligt at kent, ikki minst tí ættarbondini hava verið so sterk.
Eiler verður ikki heima føðingardagin.
ó.