ukrainska fregnartænastan váttar, at øll mál vórðu rokkin. Hernaðarliga fregnartænastan leggur aftrat, at ukrainska flaggið varð vundið á stong á Krim, og video-brot er at síggja við ukrainska flagginum. [...] Ukraina váttar, at ukrainskar serdeildir hava framt eina "spesialoperatión" á Krim-hálvoynni, sum russar tóku frá Ukraina í 2014. Sambært fleiri tíðindastovum skriva ukrainskir bloggarar, at eitt landgongufar [...] Millum gestirnar er eitt nú norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre. Hetta veit tíðindastovan NTB at siga nú um middagsleitið í dag.
frá, at tey høvdu sæð ein rímuliga stóran oljublett norðan fyri Føroyar. Tá illgruni var um oljudálking, so sendir MRCC eina tyrlu út at kanna málið. Men tá tyrlan kom á staðið var eingin olja at síggja [...] síggja. Vaktleiðarin á Politistøðini sigur, at tað kann hava verið fiskalýsi, sum var á sjónum, og at fleiri trolarar vóru í økinum, sum vóru á veg til fiskiskap. So allarhelst hevur tað verið fiskalýsi, segið [...] døgum, nú skúlarnir eru byrjaði aftur, hevur løgreglan fólk á staðnum við skúlarnar. Hetta er fyri at vita, um alt er, sum tað skal vera, og so verður eisini kannað, um børnini sita íbundin í bilunum.
Í gjár fóru søgur at ganga um, at norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, fer til Russlands at vitja Vladimir Putin seinni í hesum mánaðinum. Men, russiskir myndugleikar eru fáorðaðir, tá teir verða spurdir [...] a. - Tað er einki at siga um hetta, siga russisku myndugleikarnir í einari útsøgn til suðurkoreansku tíðindastovuna, Yonhap. Fleiri vesturlendskar fregnartænastukeldur halda uppá, at Kim Jong-un og Vladimir [...] fundurin millum leiðararnar báðar "skjótt". New York Times sigur frá keldum, sum ikki eru navngivnar, at fundurin millum Kim Jong-un og Vladimir Putin verður í september.
samanborið við árið fyri Sagt verður, at iransku myndugleikarnir brúka deyðarevsing fyri at ræða fólk frá at skipa fyri mótmælistiltøkum. Tað var í september í fjør, at iranar úr øllum landinum og kring heimin [...] heimin fóru út á gøturnar. Hetta hendi serliga eftir, at 22 ára gamla, Mahsa Jina Amini, doyði, meðan hon sat í varðhaldi hjá myndugleikunum í Iran. Í fleiri mánaðir eftir deyðsfallið vóru fleiri mótm [...] mótmælistiltøk ymsastaðni í Iran. Fólk kravdu kollvelting, og at ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, varð loystur úr valdinum.
Svenska Aftonbladet veit í dag at siga, at bretska uttanríkisráðið hevur broytt síni ferðaráð, tá ið tað ræður um Svøríki. - Tað er ógvuliga sannlíkt, at yvirgangsmenn vilja royna at fremja álop í Svøríki. Álopini [...] útlendingar halda til. Soleiðis skrivar bretska uttanríkisráðið á sínum netsíðum. Lagt verður aftrat, at svenskir myndugleikar longu hava byrgt uppfyri fleiri ætlaðum álopum, og fleiri fólk eru handtikin [...] av stríðnum í Irak og Sýria. Sambært Aftonbladet heldur bretska uttanríkisráðið tað vera skilagott at vera árvakin um vandan fyri yvirgangsálopum í Svøríki.
áður. Í Løgtinginum hava tey eisini verið. Tey siga bæði við ein munn, at tey vórðu ávarað um, at tey tey helst fóru at verða sett at gera kaffi og vaska gólv. Men á Sosialinum hava tey gjørt alt annað. [...] hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing á Sosialinum. Tey bæði siga, at tað hevur verið bæði stuttligt og áhugavert at verið á blaðnum. Tey hava verið runt ymsa staðni við blað- og myndafólkunum
aftrat, at tilsamans 704 fólk hava latið lív í Gaza seinasta samdøgrið. Í samrøðu við Sky News fortelur eitt starvsfólk á al Shifa-sjúkrahúsinum í Gaza, at skjótt er einki brennievni eftir, soleiðis at sjúkrahúsini [...] Heilsumyndugleikarnir í Gaza siga, at 12 sjúkrahús og 32 viðgerðarstovur hava latið aftur orsakað av ísraelsku álopunum móti Gazageiranum. Sambært heilsumyndugleikunum eru í minsta lagi 5791 deyð, síðan [...] sjúkrahúsini kunnu rekast víðari. Fyrr í dag upplýsti palestinski Reyði Hálvmáni á X, fyrrverandi Tvitter, at eitt av ísraelsku álopunum rakti nærindis høvuðsskrivstovuni hjá felagsskapinum í Khan Yunis. Khan
verða, sum lærir síni børn at hata ísraelar - at drepa ísraelar og týna statin, Ísrael, sigur Benjamin Netanyahu. Í dag sigur turkiski forsetin, Tayyip Erdogan, at kallað eigur at verða saman til eina altjóða [...] Benjamin Netanyahu sigur, at núverandi palestinsku myndugleikarnir, sum partvís hava eftirlitið við Vestara Áarbakka, fáa ongan leiklut í Gaza, tá kríggið er liðugt. Tað er tíðindastovan, AFP, sum endurgevur [...] altjóða ráðstevnu fyri at finna eina varandi loysn á stríðnum millum Ísrael og Palestina. Samstundis endurtekur forsetin áheitan sína um vápnahvíld í stundini. - Tað, sum hevur skund í Gaza, er ikki nakrir
løgreglustøðini í Havn sigur, at nøkur skeinkistøð vórðu vitjað í nátt, men her var einki at seta fingurin á. - Øll skeinkistøðini høvdu síni viðurskifti í lagi, og her var at síggja til gott lag á fólki [...] býnum, inn á støðina at sova. - Annars var heilt friðarligt í býnum í nátt, og lítil var at gera hjá okkum, sigur vaktleiðarin. Um 16.30-tíðina í gjár staðfesti Tórshavnar Sløkkilið, at ein sjálvvirkandi
Hetta skrivar torshavn.fo. Tað er av stórum týdningi, at borgarar í økjunum lata vera við at brúka vatn, ímeðan stongt er fyri vatninum. Hetta er fyri at leiðingarnar ikki skulu tømast, tí tá ið umleggingin [...] Villingadali verður løgd um í sambandi við arbeiðið at gera nýggja innkomuvegin. Tí er neyðugt at skrúva fyri vatninum, meðan arbeiðið verður gjørt. Og fyri at órógva borgarar sum minst, verður umleggingin gjørd