Hava gjørt alt uttan kaffi

.

Siborg Nielsen, sum gongur í 9. flokki á Sandoyar Meginskúla og Høgni Berg, úr 9. C í Tórshavnar Komunuskúla, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing á Sosialinum.

Tey bæði siga, at tað hevur verið bæði stuttligt og áhugavert at verið á blaðnum.

Tey hava verið runt ymsa staðni við blað- og myndafólkunum og hava harvið sæð eitt sindur av tí, sum pressan vanliga blandar seg uppí.

Millum annað hava tey verið ein túr í rættinum, sum hvørgin teirra hevði upplivað áður.

Í Løgtinginum hava tey eisini verið.

Tey siga bæði við ein munn, at tey vórðu ávarað um, at tey tey helst fóru at verða sett at gera kaffi og vaska gólv. Men á Sosialinum hava tey gjørt alt annað.