Í eitt ár - ella síðan september í fjør - hevur Ian avrættað 697 fólk.
Tað vísir ein gjøgnumgongd og uppgerð, sum mannarættindarfelagsskapurin, Iran Human Rights, hevur gjørt.
Sambært felagsskapinum er hetta ein vøkstur í avrættingum á 36 prosent samanborið við árið fyri
Sagt verður, at iransku myndugleikarnir brúka deyðarevsing fyri at ræða fólk frá at skipa fyri mótmælistiltøkum.
Tað var í september í fjør, at iranar úr øllum landinum og kring heimin fóru út á gøturnar.
Hetta hendi serliga eftir, at 22 ára gamla, Mahsa Jina Amini, doyði, meðan hon sat í varðhaldi hjá myndugleikunum í Iran.
Í fleiri mánaðir eftir deyðsfallið vóru fleiri mótmælistiltøk ymsastaðni í Iran.
Fólk kravdu kollvelting, og at ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, varð loystur úr valdinum.











