Tað var væl av fólki í býnum í síðstu nátt, og lagið var gott.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at nøkur skeinkistøð vórðu vitjað í nátt, men her var einki at seta fingurin á.
- Øll skeinkistøðini høvdu síni viðurskifti í lagi, og her var at síggja til gott lag á fólki.
Um 06-tíðina í morgun tók løgreglan ein mann, sum var avdottin í býnum, inn á støðina at sova.
- Annars var heilt friðarligt í býnum í nátt, og lítil var at gera hjá okkum, sigur vaktleiðarin.
Um 16.30-tíðina í gjár staðfesti Tórshavnar Sløkkilið, at ein sjálvvirkandi alarmur fór í gongd hjá einari heilsølu í Havn.
- Men, tíbetur var hetta falskur alarmur, og her var eingin eldur, leggur vaktleiðarin aftrat.