Flogfar við 242 ferðafólkum dottið niður í India

Flogfarið var á veg til London og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sigur, at tankarnir eru hjá ferðafólkunum og familjum teirra

Myndir: Ani/Reuters/Ritzau Scanpix

Eitt ferðafólkaflogfar er dottið niður í India fyrrapartin. Air India váttar, at hetta var eitt flogfar hjá teimum, sum var á veg til London.

 

Indiska løgreglan sigur, at í minsta lagi 242 fólk vóru við flogfarinum, harav 217 vaksin og 11 børn. 

 

169 av ferðafólkunum vóru indiskir rikisborgarar, 53 vóru bretskir ríkisborgarar, sjey vóru úr Portugal, og síðan var ein kanadiskur ríkisborgari í flogfarinum.

 

Reuters veit at siga, at flogvanlukkan hendi, tá flogfarið fór á flog úr Ahmedabad, sum liggur har vesturi í landinum.

 

Stutt eftir fráferð, datt flogfarið niður, og filmsbrot vísa, at eldur beinanvegin kom í flogfarið. Her sæst eisini, hvussu sløkkiliðsfólk royna at sløkkja ógvusliga eldin.

 

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sigur við BBC, at hendingin sær óhugnalig út og er knúsandi, sum hann tekur til. 

 

##med2##

 

- Eg verið dagførdur so hvørt um støðuna, og tankarnir eru hjá ferðafólkunum og familjum teirra, sigur forsætisráðharrin við BBC.

 

Sambært tíðindastovuni sigur Flightradar, at tey mistu signalið hjá flogfarinum - bert nøkur sekund eftir, at tað var farið á flog.

 

Á Gatwick-flogvøllinum í London vita tey at siga, at flogfarið úr India ætlandi skuldi lenda klokkan 18.25, lokala tíð.

 

Eitt talsfólk fyri indisku loftferðslumyndugleikarnar sigur, at alt verður gjørt, sum gerast kann, soleiðis sum støðan er.

 

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##


 

 

Myndir: Ani/Reuters/Ritzau Scanpix