Ukrainar hava framt "spesialoperatión" á Krim

- Serdeildir fóru á land í økinum nærindis býunum, Olenivka og Majak á Krim, og øll mál vórðu rokkin, sigur hernaðarliga fregnartænastan í Ukraina.

Hernaðarliga fregnartænastan í Ukraina váttar, at ukrainskar serdeildir hava framt eina "spesialoperatión" á Krim-hálvoynni, sum russar tóku frá Ukraina í 2014.

 

Sambært fleiri tíðindastovum skriva ukrainskir bloggarar, at eitt landgongufar hevur verið brúkt í átakinum.

 

Tíðindini eru ikki váttað av óheftum keldum. 

 

Serdeildir fóru á land í økinum nærindis býunum, Olenivka og Majak á Krim, og ukrainska fregnartænastan váttar, at øll mál vórðu rokkin.

 

Hernaðarliga fregnartænastan leggur aftrat, at ukrainska flaggið varð vundið á stong á Krim, og video-brot er at síggja við ukrainska flagginum.

 

- Dagurin í dag er frælsisdagur í Ukraina, sum verður hildin í høvuðsstaðnum, Kyiv. Millum gestirnar er eitt nú norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga nú um middagsleitið í dag.