Svenska Aftonbladet veit í dag at siga, at bretska uttanríkisráðið hevur broytt síni ferðaráð, tá ið tað ræður um Svøríki.
- Tað er ógvuliga sannlíkt, at yvirgangsmenn vilja royna at fremja álop í Svøríki. Álopini kunnu verða tilvildarlig, og tey kunnu eitt nú raka støð, har útlendingar halda til.
Soleiðis skrivar bretska uttanríkisráðið á sínum netsíðum.
Lagt verður aftrat, at svenskir myndugleikar longu hava byrgt uppfyri fleiri ætlaðum álopum, og fleiri fólk eru handtikin í hesum sambandi.
- Globala hóttanin móti bretskum borgarum og áhugamálum hjá Bretlandi er økt. Hóttanin kemur frá bólkum og persónum, sum eru upptikin av stríðnum í Irak og Sýria.
Sambært Aftonbladet heldur bretska uttanríkisráðið tað vera skilagott at vera árvakin um vandan fyri yvirgangsálopum í Svøríki.