at tað snúði seg um nakrar fáar km/t - eina fimm til átta, sum gjørdu útslagið. Ein onnur uppgáva var eitt venda brádliga undan einum vanda - sum at venda undan seyði á føroysku landsvegunum. Her sóu vit [...] kavakoyriskeið, sum GoodYear í Noreg skipar fyri. Dagsskeiðið, ið er ætlað GoodYear-kundum, fer fram á størsta koyritekniska anlegginum í Norðanlondum. Tað er Norsk Trafikksenter, sum eigur anleggið, ið [...] ið eisini verður nevnt Vålerbanen. Tað liggur nærindis Elverum einar 170 km norðan fyri Oslo. _ Endamálið hjá okkum er, at øll sum koyra við okkara vetrardekkum, eisini skulu fáa kunnleika um vetrarkoyring
strýkur vár, sum Tummas Napoleon Djurhuus yrkti, og sum Knút Olsen gjørdi lagið til. Tað er Frits Johannesen, sum er kórleiðari. Hetta er 15. ferðin, at hann ferðast uttanlands við kóri. Kanska liggur samlaða [...] siðvenju og á enskum máli. Hetta er orsøkin til, at ein partur av skránni hjá kamarkórinum eru Passiosálmarnir hjá Hallgrimi Péturssyni, sum kórið fer at syngja á føroyskum. Victor Danielsen hevur [...] eru Niels Midjord, Frits Johannesen og Eyðun á Lakjuni, sum eru við á ferðini. Dall Wilson hevur fyrireikað ferðina í New York. Tað er hann, sum hevur syrgt fyri, at kórið skal taka lut í sjónvarpssendingini
Sum er í løtuni, er ferðasambandi til Mykines alt annað enn nøktandi. Serliga nú ringa veðrið er farið at gera um seg, er serliga ringt at sleppa til og frá oynni. ? Støðan er kanska ikki so góð, sum hon [...] tað eru fleiri, sum ikki tora vestur til Mykines, tí tey eru bangin fyri at gerast veðurføst. Tyrlan plagdi at gera eykatúrar um tørvur var á tí, men soleiðis er ikki longur. Súlan, sum røkir siglingina [...] dekkið. Hetta er ein óheppin støða, og eg haldi, at tá man kann hava tvær rutur inn á Skálafjørðin, so átti man eisini at funnið eina passandi til Mykines. Feilurin Kjeld Nattestad, sum er virkandi borgarstjóri
um toganina, sum hevur tikið seg upp millum londini, men hann helt framvegis uppá, at føroyingar ikki eiga meira kongafisk í Irmingarhavinum í ár. Í avtaluni millum Føroyar og Grønland, sum vit áður hava [...] verður, meðan grønlendingar siga, at eisini veiðan hjá øðrum skipum, sum fiska av grønlendskari kvotu, skal takast við. Og tá verður myndin ein heilt onnur, sjálvsagt, tí bæði ES-skip, norsk skip og russisk [...] landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, er drigin uppí málið, og hann hevur lovað at gera tað, sum liggur í hansara makt fyri at loysa ósemjuna millum Føroyar og Grønland um kongafiskakvotuna í Irmingarhavinum
til tey uppskot, sum lógu uttanfyri tað, sum samgongan hevði avtalað. - Man fer ikki at skifta út á einum liði, sum spælir væl. Eg havi ikki sæð nakrar indikatiónir á hesum valinum, sum ger tað neyðugt [...] síðani, hvat ein ABC-samgonga kann samstarva um, og sum Javnaðarflokkurin kann marknaðarføra sum socialdemokratisk virðir á einum komandi vali. - Eg meti, at fyri Javnaðarfloksins viðkomandi má ein møguligur [...] bakið, sigur Jóanes N. Dalsgaard, sum samstundis tekur tey fyrivarni, sum hoyra einum slíkum kjaki til, nevniliga at vit ikki kenna til tær tingingar og samrøður, sum fara fram handan leiktjaldið. Spurningurin
neistaliðnum. Kanska løgið, tá Neistin hevur ein av allarbestu miðslpælarunum í landinum, men hinvegin tykist ikki, sum um Jacobn longur megnar at stýra so nógv, sum hann hevur evnini til. Fyrsta stóra partin [...] álopsroyndirnar. Í álopspartinum varð hann ikki eins nógv nýttur, men tá hann fær møguleikan liggur hansara partur so avgjørt ikki eftir, og so dugur hann nakað, sum fáir aðrir føroyskir leikarar megna. Hóast [...] hjá teimum hondbóltsáhugaðu. Landsliðini, sum hesar vikurnar hava trampað runt á hallargólvinum vóru mikukvøldið skift út við mansliðini hjá Neistanum og StÍF, sum skuldu avgreiða fyrru hálvfinaluna sínámillum
hildið tað verið vert at greitt leiðsluni frá tí, og tað er har, at tann stóri feilurin liggur. Tí aldantíð at vit finna ein systematiskan feil á avrokningarskipanini, so eiga allar alarmklokkur at fara í gongd [...] var akkurát ov stuttur, og harvið var staðfest, at málið, sum Allan Mørkøre skoraði í Ítróttarparkini 10. oktober í 1990, er tað einasta, sum føroyingar hava fingið ígjøgnum hjá Peter Schmeichel. Tað er [...] telefonfelagar, ið sjálvir hava fingið illgruna um brekið og síðan hava vent sær til Føroya Tele, sum hava fingið endurgjald fyri tað, teir hava goldið ov nógv. Teir telefonfelagarnir, ið ikki sjálvir
mugu vit læra av teim vinnulívsroyndum, sum longu hava verið gjørdar í Føroyum. Tað liggur til dømis ein stórur lærdómur í, hví onkur roynd miseydnast, meðan ein onnur var væleydnað. Við øðrum orðum er [...] rnar). Avleiðingin gjørdist m.a. ein støðugt harðari kapping, sum serliga hevur víst seg innan mongdarframleiðslu (ið byggir á tann fordistiska framleiðsluháttin, sum vit viðgjørdu í undanfarnu grein) [...] og rávøra (sum annars eru tey einastu hugtøkini, ið hugsað verður um í Føroyum), men menniskjaligir eginleikar sum vitan, fleksibilitetur, og ?entreprenørskapur?. Hartil krevst sjálvandi ein framleiðsl
dreymurin um, at fáa ein 50-metur svimjihyl var eins og í dag, eisini á ynskilistanum. Hóast hetta, so er hesin ikki veruleiki nú so nógv ár seinni, segði Kristina Háfoss. Men tá ein dreymur gerst veruleiki [...] Tórshavnar Kommunu hevur nú boðað frá, at ein 50-metra svimjihylur er nær, segði mentamálaráðharrin. Og hon helt fram: - Hetta kann eg - bæði sum fyrrverandi svimjari og sum mentamálaráðharri - fegnast um, tí [...] annars hevur førleika og dirvi at gera tað, ið skal til – so røkkur tú á mál. Hetta er ein ímynd, ið vit eisini sum fólk eiga at taka til okkum, og nýta, tá umræður at byggja land. Tá umræður at menna einar
Í løtuni gongur ein maður runt í Havnini og bíðar eftir at fáa at vita um hann skal í geglið ella ikki. Hann er ákærdur fyri at hava hótt ein politist og tað er so mikið álvarsligt, at ákærin krevur, at [...] sunnukvøld og har búði skuldsetti maðurin eisini, tí teir vóru brøður - maðurin, sum onki koyrikort hevði og maðurin, sum er ákærdur fyri at hava hótt politistin. Í rættinum spurdi verjin hjá manninum [...] Ja, segði politisturin, tí maðurin, sum varð tikin við ongum koyrikortið, hevði upplýst, at hann skuldi av landinum fyrsta dagin og tí ráddi um at fáa fatur á honum sum skjótast. Og tá ið hann sá, at tað