Alduorka
Tað eru eftirhondini fleiri ár síðan, at almenningurin gjørdist kunnugur við aldurorkuætlanina hjá Sewave, men enn er spaki ikki settur í, og enn er eingin alda farin at geva streym inn á netið hjá SEV.
Í sínari tíð vóru trý uppskot um, hvar eitt aldurorkuverk kundi byggjast í Føroyum.
Eitt uppskot var Nípan í Vágum, nærindis Bøssdalafossi, annað var Søltuvík í Sandoy og eitt triðja var á Eiði.
Sum skilst, stóðu tvey av hesum uppskotum eftir, Vágar og Sandoy, sum tey best egnaðu økini til hetta alduorkuverk.
Hóast árini eru gingin, og ES hevur givið tilsøgn um stuðul til hesa alternativu orkuverkætlan, er spaki ikki settu í.
Tað hevur ljóðað, at ætlanin um at byggja ein veg fram við Sørvágsvatni og vestur móti Bøssdalafossi í sambandi við hesa verkætlan, hevur møtt so miklari mótstøðu í Vágum, at verkætlanin kanska verður bygd í Søltuvík í Sandoy í staðin.
Nú formansskiftið hevur verið í stýrinum fyri SEV, sum eigur allan partapeningin í Sewave, og Páll á Reynatúgvu av Sandi er vorðin stýrisformaður, hava vit spurt Páll, um hesin tanki er hugsandi.
Halda fram
Páll veit at siga, at SEV-stýrið á seinasta fundi, sum var seinasta fríggjadag, samtykti at halda fram við arbeiðnum at fremja alduorkuætlanina í verki.
- Eg eri so nýggjur sum formaður í stýrinum, at eg enn ikki eri fult kunnaður um gongdina í Sewave-ætlanini.
Hann vísir á, at enn hevur nýggja nevndin í Sewave ikki skipað seg, men tað verður gjørt á komandi fundi, og tá fer hann sum stýrisformaður at biðja um status í málinum, sum hann tekur til.
- Nei, eg kenni ikki smálutirnar í gongdini við lendisviðurskiftunum í Vágum, og tí kann eg einki siga um hetta í løtuni.
Páll sigur seg minnast, at tá Nípan í Vágum og Søltuvík í Sandoy vóru søgd at vera best egnaðu støðini til alduorkuverk, vóru støðini mett rættiliga javnt.
- Eg haldi meg minnast, at Nípan og Søltuvík vigaðu nøkulunda javnt. Kanningarnar vístu heldur størri aldumátt í Søltuvík og størri útbyggingar møguleikar, meðan tað var djúpri niðurfyri Nípuna, sigur hann.
Stýrisformaðurin sigur, at Sewave-ætlanin er eitt mál, sum SEV og nevndin í partafelagnum Sewave, sum SEV nú eigur fult og heilt, undir øllum umstøðum kemur at taka støðu til.
- Vit hava nú samtyk, at haldast skal fram við hesi verkætlan. Higartil er hon fyrireikað, og næsta stigið á leiðini verður so sjálv projekteringin. Men fyrst mugu vit gera status og síggja, hvar málið liggur.
Stóran týdning
Páll á Reynatúgvi vil ikki siga nakað um, hvørt hugsandi er, at alduorku ætlanin kanska endar í Sandoy í staðin fyri í Vágum, tá samanum kemur, tí sum hann sjálvur ásannar, so veit hann ov lítið um málið.
- Hinvegin er tað eingin loyna, at ein slík verkætlan hevði havt stóran týdning fyri Sandoynna, sum soleiðis saman við Føroyum í síni heild eisini hevði komið á heimskortið innan alternativa orku.
Stýrisformaðurin vísir á, at Sewave í dag er eitt sjálvstøðugt partafelag, sum SEV eigur 100%.
- SEV átti felagið saman við einum skotskum orkufelag, men skotar eru ikki við longur.
Páll á Reynatúgvu sigur, at alduorkuætlanin hjá Sewave væntandi fer at kosta slakar 50 miljónir krónur, harav ES hevur givið tilsøgn um einar 11-12 miljónir krónur í stuðli.
- Hetta mál hevur gingið eitt sindur aftur og fram, men eg haldi, at vit skulu fáa alduorku ætlanina í eina fasta legu, soleiðis at vit kunnu vísa yvirfyri ES og umheiminum, at vit vilja fremja hesa verkætlan í verki. Tað er eisini ein spurningur, hvussu leingi vit eiga tilsøgnina hjá ES.
Hann sigur, at nevndin í SEV metir tað hava stóran týdning, at arbeitt verður við at menna varandi orkukeldur, soleiðis at eisini Føroyar – og í enn størri mun – taka ábyrgd fyri umhvørvinum.
- Hetta er ikki minst okkara partur av alheimsátakinum fyri einum betri og reinari umhvørvi, sigur Páll á Reynatúgvu, stýrisformaður í SEV.
Skipanin við alduorkuverkinum snýr seg um tunlar, sum ganga út í sjógvin, har orkan frá alduni setir gongd á turbinur, sum síðan framleiða streym.