Neyðugt við nýggjari vápnalóg

Núverandi vápnalóg heimilar ikki, at fólk kunnu lata vápn, sum tey hava liggjandi, til politiið, uttan at tey vera skuldsett fyri brot á vápnalógina. Landsstýrismaðurin í lógarmálum vil hava nýggja vápnalóg

 

Fróði Lækságarð

Eftir skottilburðin í Klaksvík í vikuskiftinum er av álvara gongd komin aftur á kjakið, um tey ólógligu vápnini, sum liggja runt landið.

Politiið í Klaksvík, legði aftana skottilburðin hald á fleiri vápn, og eftir hvat skilst av politistøðini, var talan um riflur. Hans Djurhuus, virkandi sýslumaður í Klaksvík, vil tó ikki út við nøkrum tølum, men sigur bara at talan varð um meira enn eina og tvær riflur.

Bæði av løgreglustøðini í Havn, og í Klaksvík verður sagt, at teir væl eru klárir yvir trupulleikan við ólógligum vápnum, sum fólk liggja inni við. Verri er við at koma hesum trupulleika til lívs.

-Vit kunnu ikki bara uttan víðari fara inn til fólk at gera húsarannsóknir, sigur Hans Djurhuus, sum viðgongur, at tá teir leggja hald á vápn, so er tað ofta mestsum av tilvild, antin tá teir koma fram á tey í eini húsarannsókn, ella í samband við onnur viðurskifti.

Jón Klein Olsen, støðleiðari í Havn sigur, at eisini hjá teimum er tað oftast mestsum av tilvild, at teir leggja hald á vápn.

-Um vit koma fram á okkurt, so taka vit tað sjálvandi, men vit hava ikki møguleika fyri burturav at leggja okkum eftir at leita eftir ólógligum vápnum.


Tóku nakað av vápnum í áttatiárunum

Miðskeiðis í áttatiárunum koyrdu nakrar sakir um ólóglig vápn, og politiið gjørdi nakrar húsarannsóknir. Ein bólkur av politistum arbeiddi tá burturav við at leggja hald á vápn. Hetta tíðarskeiðið var lagt hald á einar 40 til 50 riflur, tær flestu keyptar í Grønlandi og Kanada av føroyskum sjófólki. Seinnu árini er tó ikki nógv hent á hesum øki, viðgongur støðleiðarin í Havn, Jón Klein Olsen.

Tá ein maður í Leirivík fyri nøkrum árum síðani var skotin, kom aftur eitt sindur á gongd í málið um ólógligu vápnini, sum fólk sum liggja inni við. Politiið fór tá út í fjølmiðlarnar, har teir heittu á fólk um sjálvi at lata síni ólógligu vápn inn, og fleiri fólk tóku av tilboðnum, og løgdu leiðina framvið hjá løgregluni við sínum ólógligu skotvápnum.

Galdandi vápnalóg er frá 1969

Mannagongdin sum bleiv brúkt tað ferðina, bleiv ikki góðtikin av fútanum, tí lógarheimild var ikki fyri at lata fólk fara avstað aftur uttan nakra bót á vápnalógina, og politiið stegaði tí við hesum.

ê vápnalógini sum er frá 1969 stendur púra greitt at liggur tú inni við ólógligum vápnum, er sektin fyri hetta í minsta lagið 1000 kr.

Sambært hesi somu vápnalóg, hevur tú møguleika fyri at eiga skrásett vápn, men bert um serliga orsøkir eru galdandi. Eitt vápanloyvi er galdandi fyri tvey ár í senn, so noyðist tú at fáa tað endurnýggja.

Tískil kann tykjast, sum at sjálv vápnalógin, sum skal tryggja at fólk ikki kunnu ogna sær vandamikil vápn, er ein forðing fyri, at fólk kunnu sleppa sær av við hesi somu vápn.


Landstýrismaðurin vil hava broytingar

Tað eydnaðist okkum eisini at fáa eina viðmerking frá Høgni Hoydal, sum er landstýrismaður í lógarmálum.

-Tíðin er búgvin til at gera broytingar í vápnalógini, men tað er rættuliga óheppið at tað júst skal vera ein hending sum tann sum fór fram í Klaksvík, sum fær lógarverkið at vakna

Høgni Hoydal sigur víðari, at tað vildi verið ynskiligt at ein nýggj vápnalóg helt fast um forboðið móti teimum vápnum, sum í dag eru ólóglig, umframt at revsingin fyri brot á lógina varð gjørd harðari. Eisini heldur landstýrismaðurin at tað er umráðandi, at tað verður innbygtí lógina, at fólk fáa eina ávísa tíðarfreist til at sleppa sær av við tey vápn, tey liggja inni viðeini grein í Sosialinum í 1998, um slíka skriving, sum hana hjá Dan: ".. at kjakið tá verður óreint og ósakligt, og tá verður roynt at fremja sína politisku søk við at dálka mótstøðumannin heldur enn at viðgera málið, sakina"

Lítið man verða at ivast í, at tað krevst at verða vítt til veggja í Javnaðarflokkinum. Mær tykir tað tó verða so vítt, at tit neyvan vita av hvørøðrum. Annars er stuttligt, at tit hava havt eina tillagingartíð uppá 28 ár, frá tí tit vunnu tykkum javnaðarfrelsuna, til tit alment komu úr skápinum.

Tað sigst at verða fáur, sum upplivdu fundirnar í Keypmannahavn fyri tjúgu - tredivu árum síðan, sum høvdu væntað at sæð Hans Paula, Rolf og Virgar D. fara hond í hond inn í nýggju øldina.


Manne Persson

----------------------------


Hin illgrunasami Bjørn á Heygum

Hvat vil hesin Bjørn?

Jú, illgrunin er tann, at Bjørn vil ikki hava nakra kanning av Signari á Brúnni. Tí vil hann frá síðulinjuni forpurra málið, nú ein kanningarstjóri er settur. Ein heilt ótrúligur frekleiki.

Hann, Bjørn, ætlar at seta teir 13 tingmenninar upp á pláss, sum hava undirskrivað at ein kanning skal setast í verk.

Hetta kemur frá einum persóni, sum er uttan fyri tingsins gátt.

Soleiðis arbeiðir, um eg so má siga, faðirin at nýggju stýrisskipanarlógini. At fólk uttan fyri tingið skulu hava størri vald enn tey fólkavaldu umboðini á tingi. - Eg meini tað.


Dia Ellindsson,

tjóðveldismaður,

Runavík