vit vóru nøkulunda miðskeiðis á oynni. Tað var har tað byrjaði at regna, og tá vit løtu seinni sótu á eini matstovu og ótu, regnaði tað verri enn í Singapore. (Tað hildu vit ikki verða møguligt!) Henda [...] hyggja. Hetta var ómøguligt i longdini, tí her vóru so nógvir, at tað hevði tikið fleiri vikur. Allir seldu nøkunlunda tað sama, og tað vóru einastandandi flottir figurar, teir skóru. Eisini maskur, ið [...] segði, at tað vóru dystir í heimbygd hansara næstan hvønn dag, og vit kundu fara og vita. Vit vóru sera áhugaði, tí vit høvdu sæð okkurt um hetta í sjónvarpinum, men live... tað mátti upplivast! Tað fyrsta
fólkatingsval er útskrivað, haldi eg at tað hevði verið eitt gott hugskot, at so nógvir flokkar sum gjørligt gjørdu listasamgongu. Hetta hevði verið klókt, av tí at tað hevði styrkt samstarvið millum føroyingar [...] føroyingar mótvegis dønum, samstundis sum tað ikki er føroyskur partapolitikkur, sum skal rekast á danatingi. Harafturat orka fólk neyvan eitt valstríð nú og aftur eitt um 2?3 mánaðar. Vónandi fer hetta valið
arbeiðsvinnu, ber á sama borð. Tað tykist, sum um løgtingið vil taka eina møguliga oljuvinnu sum gíðsli og fyrireikar, hvat slag av loysigjaldi, tað skal fara at krevja. Men tað, sum kanska verri er, er, at [...] eina almenna oljuvinnu á sama hátt sum fyri alivinnuna fyrst í áttati-árunum. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á, at tað tók alivinnuni 10-15 ár at sleppa at verða rikin upp á vinnuligar treytir. Ímeðan [...] orsøk er til slíkt illtrúni, so er tað ein søk millum løgtingið og landsstýrið. Tað er jú løgtingið sum millum sínar frægastu hevur kosið løgmann og landsstýri. Tað er at rætta bakara fyri smið og bart
At upplýsa um, hvat tað er fyri ein príslækking skuldi væl ikki verið so torført. Men hvat, tryggingin er nú ikki kend fyri at vera serliga góð til at greiða kundunum frá, um sítt virksemi. Føroya Bru [...] gjaldið er hægri, tá vandin er minni er ringt at skilja. Tað er komið krav um at allir skorsteinar skulu reinskast, og harvið skuldi vandin fyri eldi verið munandi minni, hevur Føroya Brunatrygging lækkað t [...] og hendan hækking stendur við enn. Tryggingargjaldið móti eldi í einum neysti er heili 225%, (jú tað passar), hægri enn í einum sethúsum, sjálvt um brunaumsjón landsins metur, at vandin fyri eldi í einum
fyri loysing kann ongin ivast í, sum hevur fylgt við í almenna politiska kjakinum seinastu árini. Tað verður sostatt eftir øllum at døma meiriluti í komandi løgtinginum at taka loysing frá restini av ríkinum [...] løgmonnum v.fl. hava ikki bøtt um gongdina. Fíggjarkreppan Føroyska samfelagið hevur tey seinastu árini verið úti fyri einari fíggjarligari kreppu. Føroyar fóru á húsagang í 1992. Føroyar vóru insolentar longu [...] búgva og virka. At ganga inn fyri loysing frá restini av ríkinum er ein mannarættur føroyinga. Men tað er ábyrgdarleyst, serliga av okkara leiðandi politikarum, ikki at taka hædd fyri teimum avleiðingum
fyri loysing kann ongin ivast í, sum hevur fylgt við í almenna politiska kjakinum seinastu árini. Tað verður sostatt eftir øllum at døma meiriluti í komandi løgtinginum at taka loysing frá restini av ríkinum [...] løgmonnum v.fl. hava ikki bøtt um gongdina. Fíggjarkreppan Føroyska samfelagið hevur tey seinastu árini verið úti fyri einari fíggjarligari kreppu. Føroyar fóru á húsagang í 1992. Føroyar vóru insolentar longu [...] búgva og virka. At ganga inn fyri loysing frá restini av ríkinum er ein mannarættur føroyinga. Men tað er ábyrgdarleyst, serliga av okkara leiðandi politikarum, ikki at taka hædd fyri teimum avleiðingum
siga ov nógv um málið nú, meðan tað er til politiska viðgerð. Men hann sigur, at hansara sjónarmið um stuðul er alment kend. Stuðul er av tí ringa, og tað hevur verið nógv óskil við stuðulinum, sum hevur [...] varðveita arbiðspláss. Tað er sera trupult at meta um, hvat fer at henda, táið stuðul verður tikin av. Stuðulin til fiskivinnuna var eina hálva milliard um árið, tað tíð tað var, og táið hann varð tikin [...] Jacobsen. Tað reu nógvir politikarar, sum ikki viljað síggja tað sama henda einaferð afturat, sum hendi fyrst í nítiárunum, at nógv av teimum bestu skipunum fóru a landinum. Og júst tað, at skipini
50 ára starvsdag. Tórshavnar Skipasmiðja varð stovnað í 1936, men tað tók sína tíð áðrenn fyrsta skipið kundi takast upp á bedingina. Tað hendi nýggjársaftan í 1938, tá Stella Argus sum fyrsta skipið varð [...] á Tórshavnar Skipasmiðju, tí tá fekk tann triðið smiðurin »fortjenestemedaljuna« frá drotningini. Tað var Henry Mortensen, sum hevur starvast á Tórshavnar Skipasmiðju í samfull 50 ár. Við til hátíðarløtuna [...] varð tikið upp á. Sostætt verður Skipasmiðjan 60 ár í ár. Tað var Kjartan Mohr, sáli, sum stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju. Hann hevði lært til skipstimbrara á Københavns Flydedok árini 1914-18. Tá hann kom
og dansaðu við sama laga, og tað tænir teimum til heiður. Tað skal tó viðmerkjast, at onkur av hesum gentunum ikki megnaði at syngja heilt reint í onkrum sangi, tá ið tað gekk serliga skjótt fýri seg. [...] til tann nýggjasta, dansitónleikin. Hetta dansitiltakið var kanska ikki tað besta, sum skipað hevur verið fýri her á landi, men tað skal eisini havast í huga, at atgongumerkið bert kostaði 100 krónur. Hetta [...] vit tá høvdu hoyrt meira til tær. Tí at tær tora og duga at upptraðka, og tað hevur ikki so lítið at siga! Súsanna Madsen Tað er eingin ivi um, at kollfirðingar eiga ein sera evnaríkan sangfugl í tí ungu
fáar framførslur. Tað eru sum sagt so nógvir av hesum gentubókunum, men tað eru bert nakrar fáir, ið koma út um tað bretska markið. Men tað er øgiliga strævið at ferðast á henda hátt, tað er eins og tú byrt [...] til oktober. Vit hava tað stuttligt, men so skjótt sum vit ikki hava tað stuttligt, fara vit helst at gevast. Hetta arbeiði hevur eins og øll onnur sínar góðu og ringu síðir. Tað góða er, at vit sleppa [...] Tað er bítandi kalt, og nógvur vindur er á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fýri ein leygardag í februar. Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir