Nú fólkatingsval er útskrivað, haldi eg at tað hevði verið eitt gott hugskot, at so nógvir flokkar sum gjørligt gjørdu listasamgongu.
Hetta hevði verið klókt, av tí at tað hevði styrkt samstarvið millum føroyingar mótvegis dønum, samstundis sum tað ikki er føroyskur partapolitikkur, sum skal rekast á danatingi. Harafturat orka fólk neyvan eitt valstríð nú og aftur eitt um 2?3 mánaðar.
Vónandi fer hetta valið fram »í allari stillheit«, so orkan í staðin verður løgd í politiskt arbeiði her á landi.
Og vónandi verður smásinni og gamalt agg lagt til síðis hesuferð.