Seinnapartin fríggjadagin var hátíðardámur á Tórshavnar Skipasmiðju, tí tá fekk tann triðið smiðurin »fortjenestemedaljuna« frá drotningini. Tað var Henry Mortensen, sum hevur starvast á Tórshavnar Skipasmiðju í samfull 50 ár.
Við til hátíðarløtuna hendan dagin vóru eisini Ólavur Dalsgarð, sum í 1991 helt sín 50 ára starvsdag og Vagnur Dam, sum í fjør kundi hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag.
Tórshavnar Skipasmiðja varð stovnað í 1936, men tað tók sína tíð áðrenn fyrsta skipið kundi takast upp á bedingina. Tað hendi nýggjársaftan í 1938, tá Stella Argus sum fyrsta skipið varð tikið upp á. Sostætt verður Skipasmiðjan 60 ár í ár.
Tað var Kjartan Mohr, sáli, sum stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju. Hann hevði lært til skipstimbrara á Københavns Flydedok árini 1914-18. Tá hann kom heimaftur smíðaði hann bátar í Sjarpholinum, til bedingin varð tikin í brúk.
Nýggi vognurin hjá Tórshavnar skipasmiðju varð tikin í brúk í 1979, og var fyrsta skipið, sum varð tikið upp, rækjutrolarin Sólborg hjá Eiler Jacobsen.
Poul Mohr, skipasmiðjustjóri veit ikki at siga, hvussu mong skip hava verið tikin upp á Tórshavnar Skipasmiðju øll hesi árini, men tey eru mong.
? Okkurt árið hava vit havt fleiri 100 og okkurt árið 200. Í meðal haldi vit hava eini 110-120 skip uppi um árið, sigur hann.
Á Tórshavnar Skipasmiðju starvast í dag 176 fólk. Skipasmiðjan eigur eisini Skipasmiðjuna á Skála, og har starvast 86 fólk.