úti í heimi hava vit eisini staðið okkum væl í øðrum enn fótbólti. Heldur ikki skulu vit gloyma stóru avrikini, sum ÍSB hevur gjørt í mong ár til bæði EM, HM og OL. Er hetta ikki at umboða Føroyar í altjóða [...] sum standa í Løgtingsfíggjarlógini undir punktunum 7.24. 6.01 (Fótbóltssambandið) og 7.24.6.04 (ÍSF). Citat 7.24.6.01: ?Fótbóltssambandið er hægsti myndugleiki í øllum fótbóltsviðurskiftum í Føroyum. F [...] og umboðar Føroyar í altjóða høpi.? Citat 7.24.6.04: ?Ítróttarsamband Føroya er savnandi felagsskapur fyri allan ítrótt í Føroyum og umboðar tilsamans um 15.000 virkin ítróttafólk í 120 feløgum og 23
til Pluss - »Handan 99«, við vón um at tit seta tað í blað tykkara. Nú er ein mánaður gingin síðani bóklingurin Frá Minus til Pluss bleiv borin út í Føroyum. Og sigast má at móttøkan av bóklinginum hevur [...] svarkortið, sum er aftast í bóklinginum, innaftur fyri at fáa bóklingin »Tey fyrstu fetini« tilsendan. Tey flestu ynskja at fáa leiðbeining og hjálp fyri at koma víðari við Jesusi sum Harra í teirra lívi, og fyri [...] fáa hann tilsendan skjótast tilber. Vit í nevndini vilja nýta høvið at senda eina hjartans tøkk til tykkum mongu kring landið sum trúfast hava stuðlað tiltakinum í bøn og fíggjarliga. Vinarliga heilsan vegna
brúka hana. Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, heldur, at hetta líkist mest eini ætlan at stovna ein Framtaksgrunn afturat. Og tað dugir hann ikki at síggja nakað endamál í. ? Eg dugi ikki at síggja [...] ? Tað stóðu 40 milliónir á fíggjarlógini í fjør, men tær fóru aftur í landskassan, tí politikarar megnaðu ikki at semjast. ?Akkurát sama støða endurtekur seg í ár. ? Og aftur komandi ár er ætlanin at seta [...] ein dropi í havinum afturímóti 15-20% í stuðuli av tí, sum eitt skip kostar at byggja. ?Verður eitt nú talan um at byggja ein línubát fyri einar 40 milliónir, krevur tað kanska 4-6 milliónir í eginpeningi
Fólkaflokkurin er í einum stórum dilemma, nú nógvir av veljarum floksins als ikki taka undir við fullveldinum men í stóran mun stuðla bæði politikki sambands-floksins og javnaðarfloksins í hesum máli tvíheldur [...] tvíheldur Jógvan Sundstein um, at flokkurin avgjørt ikki er í nakari tvístøðu. -Fólkaflokkurin hevur havt eina stevnuskrá í mong ár. Grein 1 í hesi stevnuskrá sigur, at Føroyar skulu hava fult sjálvstýri [...] at fólkafloksfólk fara at ivast í, hvat flokkurin nú meinar. Stevið Tað undrar annars Jógvan Sundstein, at flokkar í samgonguni ikki vilja halda seg til tað, sum stendur í samgonguskjalinum. -Sjálvandi skal
tingmaður als ikki góðtaka, at vit í Føroyum hava ein stat í statinum, ið ikki kann nertast. Hetta sigur tingmaðurin Dan R. Petersen eftir, at umhvørvismálaráðharrin í tinginum í gjár svaraði 7 fyrispurningum [...] fólkaræðið í Føroyum verður sett til viks. ? Eg ætli mær at spyrja bæði tingfólk og landsstýrisfólk, um tey veruliga kunnu góðtaka, at vit í Føroyum hava ein stat í statinum, sigur hann og sipar í hesum føri [...] einki vald hevur á størstu orkukeldu í Føroyum. Hetta heldur hann vera ógvuliga løgi. Og ikki minni løgi heldur hann tað vera, at umhvørvismálaráðharrin í tinginum í gjár svaraði, at hann ikki einki kann
yvirfriðingarnevndini 2. juli 1999. SEV skal gjalda Í øðrum spurningi verður spurt, um landsstýrismaðurin veit, um SEV hevur hildið tær treytir, sum vórðu álagdar SEV í sambandi við Eiði 3 ætlanina, og um [...] stílaður til Eyðun Elttør, landsstýrismann í umhvørvismálum, og snúi hann seg um útbyggingarætlaniniar, Eiði 3 og Eiði 4, hjá SEV. Í tingfundi seinnapartin í gjár svaraði Eyðun Elttør fyrispurninginum [...] yvirfriðingarnevndin í úrskurði frá 2. juli 1999 staðfest, at ikki allar treytir í 1983 úrskurðinum eru loknar enn. Her er talan um treytirnar 4 - 8. Men víst verður í sama sambandi á, at SEV hevur givið frágreiðing
var í Noregi fyri 50 árum síðani. Í norska blaðnum »Aftenposten« stóð nú ein dagin grein, sum greiðir rættiliga væl frá, hvat er í væntu í Eysturoynni um 50 ár. Vit hava týtt greinina, sum stóð í Aftenposten: [...] Hesi seinastu árini hevur SEV verið í ferð við at byggja út vatnorkuna í Eysturoynni. Fyrst gjørdu teir verkætlanina »Eiði-1«, sum fevndi um byrgingina við Eiðisvatn. Í hesum døgum eru teir um at vera [...] »Eiði-3«, sum fevnir um at bora tunlar gjøgnum fjøllini inn eftir vestaru síðu av Funningsfirði, upp í allar áirnar, og føra tær til turbinuna sunnan fyri Eiði, samstundis við at teir taka part av »Eiði-4«
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, í samrøðu við Sosialin hósdagin 21. oktober. Hann sipar til uppskot Javnaðarfloksins um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Hann heldur, at ? 40% í stuðuli av e [...] sigur at tað er nóg mikið við 4-6 mill. kr. í eginpeningi. Eg havi ilt við at ímynda mær, at fíggjarstovnar vilja vera við í skipaprojektum við einans 10% í eginpeningi- av hesum munnu teir áður hava brent [...] eginpengunum er ein dropi í havinum afturímóti 15-20% í stuðuli av tí, sum eitt skip kostar at byggja?. Eg kenni ongan, við virðing fyri sær sjálvum og tí virksemi farið verður undir, at hann sjálvur kann
Poul Michelsen, formaður í Havnar Fótbóltur, sigur, at tað sjálvandi er keðiligt at Hans Fróði fer, men hann viðgongur, at soleiðis eru treytirnar í fótbólti í dag. ? Vit vilja ikki binda okkara spælarar [...] tí eftir hansara tykki eru ikki so nógvir av hansara slag í Føroyum, men hann er ikki bangin fyri at tað ikki fer at eydnast at fáa annan mann í hansara stað kortini. Leikarar leita til HB, tí teir vita [...] allarsterkastu spælarum til feløg uttanlands. ? Men soleiðis er lívið í fótbólti einaferð, og vilja vit, at føroyskur fótbóltur, skal klára seg í kappingum uttanlands, so eru vit noydd til at gera okkara til,
teimum yngru út í onkra fimleikahøll, sigur Rosa Jacobsen. Ion Geolgau millummaður Tað er ikki neyðugt at siga føroyingum, at tað eru nógvir útlendskir leikarar í føroysku fótbóltskappingini. Í HB er ein rumenskur [...] samfull ellivu ár í bestu rumensku flogbóltsdeildini, og tað sigur ikki so lítið tá havt verður í huga, at Rumenia eins og flestu av hinum eystanlondunum eru sera frammalaga í altjóða flogbóltshøpi. Romica [...] styrkur at fáa útlendskar leikarar higar til lands at styrkja um heimligu kappingina. Rosa Jacobsen, formaður í Fleyr, sigur við Sosialin, at tað er ætlanin, at Romica skal venja øll tey eldru liðini hjá felagnum